Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 38 André Olsen N ýggja ættarliðið av U-21 landsliðsleikarum spældi mikukvøldið fyrsta dystin í nýggju EM undan­kappingini. Felags fyri nær­um allar teir føroysku lands­ liðs­leik­arar­nar var, at talan var um fyrsta landsdystin nakrantíð fyri U-21 landsliðið hjá Føroyum. Ein­asti leik­ari, ið hevði royndir í U-21 lands­ liðs­samanhangi undan dystinum, var áleyp­arin, Poul Ingason, sum eisini var við í undanfarnu undankapping. Javnur fyrri hálvleikur Gjøgnumgangandi fyri fyrra hálvleik var, at tað sást at talan var um fyrsta dystin, sum hetta nýggja U-21 lands­ liðið spældi saman. Føroysku leik­arar­ nir tóktust heldur spentir og fjáltur­ stungnir fyrstu løtuna av dyst­inum, har okkara menn mistu nógvar lættar bóltar, og har tað til tíðir manglaði ró á. Tó so, vóru okkara menn ikki heilt vandaleysir, tá vit í fleiri førum fóru avstað í skjótálopum. Tættast við at skora var KÍ leikarin, Jóannes Bjartalíð, sum tíðliga í fyrra hálvleiki royndi seg við einari skotroynd frá brotssteigarmarkinum. Skotið hevði tó ikki nokk av ferð til at hótta azerbadjanska málverjan. Eisini Poul Ingason var um reppið eina­ ferð, tá hann leyp upp saman við azerbadjanska málverjanum, eftir inn­legg frá Leivi Joensen á høgra bakki, men tíverri spurdist heldur einki burturúr tí møguleikanum. Sum heild vóru gestirnir úr Azerbadjan eina tonn vandamiklari í fyrra hálvleiki. Longu aftaná eini sjey minuttir, vóru teir nær við at leggja seg á odda. Ein kiksað afturlegging til Elias Rasmussen var um reppið at enda í føroyska málverjanum, men tíbetur fyri føroysku leikararnar var Elias Rasmussen vakin, og fekk sparkað bóltin vekk av málstrikuni. Elias Rasmussen var kanska mest eyðsýndi føroyski leikarin í fyrra hálvleiki. Í tveimum førum bjargaði føroyski málverjin sera væl eisini. Fyrru ferð, tá hann slerdi eitt langskot frá Azerbadjan á stongina og út, og seinnu ferð, beint áðrenn hálvleik, tá hann akkurát fekk fingrarnar á eitt skot frá vinstra vonginum hjá Azerbadjan. At hálvleiksstøðan var 0-0 var eisini í tráð við leikgongdina í fyrra hálvleiki. Møguliga høvdu gestirnir úr Azerbadjan eina lítla yvirvág í spæl­ inum, men føroysku leikararnir vóru ongantíð niðurspældir, og Azerbadjan hevði tað sera trupult við at spæla seg fram til nakran beinleiðis mál­møgu­ leika í fyrra hálvleiki. Góður føroyskur seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki sást tíðliga, at talan var um hamskift føroyskt lið. Tá tordu føroysku leikararnir nógv betri at taka bóltin til sín, umframt at okk­ ara leikarar eisini vunnu nógv fleiri bóltar. Føroyska liðið byrjaði eisini munandi betri enn gestirnir eftir steðgin, og í tveimum førum, skuldu vit havt lagt okkum á odda. Fyrra ferðin var tá eitt væl spælt føroyskt álop endaði í høgru síðu hjá Jóannesi Bjartalíð. Høgri bakkurin, Leivur Joensen, kom við í yvirlappi, men Jóannes Bjartalíð valdi at trekkja inn í vøllin og at smekka til úr eini 25 metrum. Skotið var hart og gott, men fór tíverri framvið stólpanum aftanfyri azerbadjanska málverjan. Og seinna ferðin var úr líknandi støðu, bara úr hinari síðuni. Tá slapp vinstri vongurin, Patrik Johannesen at bjóða av. Hann tók heldur frekt, og smekkaði eitt langskot avstað, sum brast á yvirleggjaran og út. Var eydnan við føroysku leikarunum tá, kundi skotið hjá Patrik, líka so væl verið enda í azerbadjanska málinum. Tað var ikki nógv sum gestirnir úr Azerbadjan høvdu at bjóða uppá í seinna hálvleiki. Føroyingar fingu nógv betri tak á vandamiklu vinstru síðuni hjá Azerbadjan í seinna hálv­ leiki, har tríggir teir bestu leikararnir hjá Azerbadjan alla­tíð reikaðu. Serliga var tað vinstri vongurin sum var til høvuð­bryggj í fyrra hálvleiki. Leivur Joensen á høgra bakki hjá Føroyum fekk tó nógv betri tamarhald á tí leik­ aranum í seinna hálvleiki, sum sjáld­ an slapp framvið føroyska bakk­inum. Tað sum ikki mátti henda Men júst sum man sat og væntaði, at tað kundi fara at koppa okkara veg, hendi akkurát tað, sum ikki skuldi henda. Eftir hornaspark úr høgru síðu hjá Azerbadjan, slapp ein leysur bóltur at ferðast í brotssteiginum. Tíverri, so endaði bólturin fyri føtru­ num á liðskiparanum hjá Azerbadjan, Azer Salahli, sum smekkaði bóltin í kassan til 1-0 til Azerbadjan. Og lítla løtu eftir at føroyska liðið var komið afturum, gjørdist brekkan hjá føroyska U-21 liðnum uppaftur brattari. Tá fekk liðskiparin, Andrias Eriksen, sítt seinna gula kort, soleiðis at føroyska liðið spældi við 10 móti 11 Fótbóltur Fyrsti dysturin hjá nýggja U-21 landsliðnum endaði við einum teprum 1-0 tapi ímóti Azerbadjan. Einsamalla málið í dystinum kom ikki fyrrenn tíggju minuttir vóru eftir at leika Tepur ósigur í fyrstu royndini Nýggja U21-landsliðið Dystur nummar 37 Dysturin móti Azerbadjan mikukvøldið var dystur nummar 37, síðani U-21 landslið hjá Føroyum var sett á stovn í 2007. Í teimum 37 dystunum er tað blivið til 5 sigrar, 7 javnleikir og 25 tap. U-21 landsliðið hjá Føroyum eigur tó enn til góðar at spæla sín fyrsta skrásetta venjingardyst. Poul Ingason er einasti leikarin við royndum frá farnu undankapping ítróttur