Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 39 Elias Rasmussen 4 Stóð sum heild ein góðan dyst, har hann í fleiri førum bjargaði væl. Skundaði sær tó ov nógv í eini ígongdsseting í seinna hálvleiki, sum endaði við at Azerbadjan fekk horna­ sparkið sum teir skoraðu uppá. Tó ein góðkend debut Leivur Joensen 3 Hevði ávísar trupulleikar av vinstra katninum í fyrra hálvleiki, men spældi seg upp í seinna hálvleiki. Hevur frálík innlegg og kom einkultar ferðir væl framvið í álopsstøðum eisini. Andrias Eriksen 4 Var liðskipari í sínum fyrsta U-21 landsdysti fyri Føroyar. Var sum heild tryggur í verjuspælinum og spældi ein fínan dyst. Fekk óskiljandi tvey gul kort, sum førdu við sær, at hann varð útvístur. Poul Nolsøe Mikkelsen 4 Samstarvaði væl við Andrias Eriksen í miðverjuni. Vann nógvar týðandi bóltar, og stýrdi tí føroysku verjuni væl, har hann ofta hoyrdist. Benjamin Heinesen 4 Hevði sum heild fult tamarhald á defensivt, har teir nærum ongantíð komu ígjøgnum í hansara síðu. Kom eisini fram við nakrar ferðir, men tað bleiv ongantíð veruliga vandamikið. Haraldur R. Højgaard 3 Kom sum heild ongantíð veruliga inn í dystin í fyrra hálvleiki, men fótaði sær væl í seinna hálvleiki, har hann vann nógvar bóltar og seinni eisini fekk liðskiparabandið á armin. Jonas Gejel Hansen 3 Eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Spældi sum heild sær skilagott av við bóltin í flestu førum, og legði nógv fyri í nærdystunum. Var tó ongantíð veruliga eyðsýndur. Hákun Edmundsson 3 Var kanska mest eyðsýndi føroyski leikarin í fyrra hálvleiki, saman við málverjanum, Eliasi Rasmussen. Sást tó ikki líka nógv til hann í seinna hálvleiki, har hann eisini varð útskiftur. Jóannes Bjartalíð 3 Var sum heild við í teimum flestu vandamiklu støðunum, sum tað føroyska liðið hevði. Manglaði tó tann seinasti neyvleikin. Patrik Johannesen 3 Arbeiddi seg fram til tvær góðar støður í fyrra hálvleiki, og hevði atsókn á yvirleggjaran í seinna hálvleiki. Gav ein heilhjartaðan innsats. Poul Ingason 3 Einasti leikari við royndum frá farnu undankapping. Tóktist ofta eitt sindur einsamallur í álopinum, men royndi tó at arbeiða tað sum hann var mentur. Hevur drigist við smáskaða, og var tí útskiftur í seinna hálvleiki. Karstin Højgaard 3 Kom inn fyri Poul Ingason, har hann gav liðnum nakað eyka við orku. Var eisini sera nær við at fanga eina kiksaða afturlegging til málverjan hjá teimum, sum vit mundu lagt okkum á odda við. Gunnar Vatnhamar 3 Kom inn og gav ein heilhjartaðan innsats. Var eisini nær við at fáa útjavnandi málið í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat. Meinhard Olsen Inni ov stutt til at gera meting Áhugin fyri landsliðnum er stórur. Áhugin fyri føroyskum lands­liðs­ fótbólti er stórur í løtuni. Av Svangskarði varð sagt, at 810 áskoðarar vóru til U-21 landsdytsin millum Føroyar og Azerbadjan. Sum heild ringt at fáa eyga á, men tað var undrunarvert, hví føroyski liðskiparin, Andrias Eriksen fekk fyrra gula kortið. Ein løgin dómur, sum í síðsta enda kostaði Andriasi leik­ bann til komandi dyst. Leikarametingar 1 til 6 12 Debutantar! Merkisvert var, at tað á føroyska liðnum miku­ kvøldið vóru 12 leikarar, sum á fyrsta sinni leiktu fyri U-21 landslið hjá Føroyum. Ongantíð síðani U-21 landsliðið var sett á stovn í 2007, hava so nógvir nýggir leikarar verið á vøllinum í senn fyri Føroyar. sein­astu løtuna. Sigast skal tó, at bæði gulu kortini hjá Andriasi Eriksen vóru ótrúliga bílig, har serliga tað fyrra gula kortið tóktist undrunarvert. Men føroyska liðið gav tó ongan­ tíð skarvin yvir, og í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var Gunnar Vatnhamar úr Víkingi bert sentri­metrar frá at skalla út­javn­andi málið í kassan. Dysturin endaði tó við einum teprum 1-0 sigri til gestirnar úr Azerbadjan. Venjingardystir eru eitt krav Sum sagt, so var talan um fyrsta U-21 landsdystin fyri nærum allar teir før­ oysku leikararnar, og hetta var nakað sum sást aftur í fyrra hálvleiki, har teir føroysku leikararnir skuldu brúka eitt sindur av tíð til at finna seg til rættis. Nakað sum eydnaðist nógv betri í seinna hálvleiki hjá føroyska liðnum. Tað er tó lítið at ivast í, at føroyska U-21 landsliðið hevði havt væl betri av, um liðið hevði leikt onkran týð­ andi venjingardyst undan fyrsta undan­kappingardystinum. Einasti venjingardystur sum U-21 landsliðið hevur leikt, var fyri viku síðani, tá U-21 landsliðið hjá Føroyum spældi móti NSÍ. Tann dystin vann U-21 landsliðið 8-0, móti einum heldur skerdum NSÍ liðið, sum hevði allar teir bestu leikararnar burtur í a-landsliðsørindum. Tann dysturin var ikki í tráð við tí mótstøðuna, sum føroyska U-21 landsliðið møtti miku­kvøldið, og tí má tað vera eitt krav til eina aðruferð, at eitt nýtt U-21 landsliðið fær hóskandi avbjóðingar í venj­ingar­dystum áðrenn eina nýggja undankapping, har fleiri nýggj ting skulu roynast og spælast uppá pláss. Føroysku leikararnir skulu tó eiga rós fyri, at teir allan dystin á tamb stríddust manniliga, og har teir til tíðir vístu fínt fótbóltsspæl. Næstu ferð U-21 landsliðið hjá Føroyum skal í eldin, verður tann 8 september, tá Føroyar á útivølli skal spæla móti Finnlandi. andre@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen