fríggjadagur 19. juni 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
40
O
g vit, sum gleddu okkum
so nógv. Spielberg kemur
ikki kortini. Ferðavinnan
missir milliardir krónur,
tí kørgu brimbardu klettarnir ikki
verða brandaðir kortini í einum
skræpufilmi úr Hollywood.
Spielberg, tann brandur hann er,
ræðist sjálvandi ikki Watson. Hann
hevur bara ikki ráð at koma til Føroya.
Tað er so dýrt at fara til Føroya og
sleppa hiðani aftur, at fíggjarætlanin
hjá einum filmi, sum kostar nakrar
hundrað milliónir dollarar, tolir tað
ikki.
Og so sá Spielberg ella onkur
av hansara 700 hjálparfólkum
ein Føroyafilm á netinum, ein
film hjá VisitFaroeIslands.
Og hygg, málið varð loyst:
hasar myndirnar brúka vit í
okkara filmi, rópti Spielberg
ovurfegin og gloymdi alt
um Enniberg. Eitt sjálvmál
hjá føroysku høvuðsvinnuni.
Og sama dag brúkti drotningin,
okkara drotning, sín demokratiska rætt
at verða fornermað og avlýsa ferðina til
koloniina har norðuri í alhavinum.
So nógv autisma er í dags
skránni hjá drotningini og
sjeiki hennara, at ikki bar
til at flyta ein døgurða
til pitsatime.
Sambært løg
manni er royala summarútferðin tó
ikki avlýst. Hon er bara útsett. Ikki ber
til at siga, at hon er útsett til seinni í
summar, tí summar er einki.
Fyri hesi bæði samvitskuleysu bak
køstini í einum latentum banahøggi
kann ferðavinnan hóskandi fáa skatta
milliónina hjá føroysku flakakvinnuni,
sum skuldi brúkast til at undirhalda tey
yvirskipaðu í Føroyum.
Og riddarakrossarnir kundu ikki
setast í gjár, tí teir vóru ikki komnir. Eg
setti mín kross, har sum krossar hoyra
heima, í kirkjugarðin.
Landsliðið úr trotabúnum, har bara
sólin einki skyldar, útsetti, men avlýsti
ikki.
Tey einastu, vit í Føroyum kunnu
líta á, er Sea Shepherd. Tey koma. Tey
bakka ikki fyri nøkrum. Seyðamaðurin
brýtur ikki vakt. Og tey eru vælkomin.
Tað sigur danska grundlógin. Fólk, sum
koma til Føroya at bróta føroyska lóg,
hava sjálvandi somu rættindi her sum
øll onnur.
Nú bíða vit bara til IS, ríki islams,
sendir menn til Føroya, komi ríki teirra.
Teir hava ivaleyst okkurt at finnast at í
XXL kristna landinum. Og her eru eisini
nakrir aldagamlir steinar at koppa og
festa í. Eingin hevur heldur rætt at
forða teimum í til dømis at fara inn í
eina kommunala svimjihøll við grinda
knívi.
Føroyingar eru einasta tjóð, sum
letur sær hersetingar lynda. Vit avlýsa
og útseta alt uttan hersetingar.
Tá eg var smádrongur í Havn (og
noyddist uttan at mótmæla at ganga
ella súkkla langa leið í svartaskúla), var
tað ein sportur hjá teimum vaksnu at
bróta kropshitamátarar, sum høvdu
tænt fyri seg í øllum reyvarholunum í
húskinum, og spæla við kyksilvurperl
una, sum var í mátaranum. Hon var
skínandi blonk og bar seg undan. Tað
bar ikki til at taka hana, hvussu ofta,
vit so royndu. Hon fór bara undan eftir
køksborðinum. Ein lummavísindalig
roynd, sum segði okkum, at kyksilvur
er ikki at spæla við. Men vit spældu
við tað kortini. Og vit fingu kyksilvur
límað inni í munninum, upp í holini
í tonnunum, brendu holini, sum vit
fingu, tí vit fingu næstan bara putur
sukur upp á breyð í fátækraváðanum.
Nú er kyksilvur eins og sigarettir
vorðið vandamikið. Vit doyggja av
tvøsti og spiki til dømis. Gera vit ikki
tað kortini, doyggja?
Sama um vit hava kyksilvur í reyvini
ella í munninum ella ongastaðni.
Nær kemur drotningin so? Eg giti, at
hon er nú so øgiliga fornermað, at hon
ongantíð kemur aftur til Føroya, fimm
taxfree pakkar av Prince ella ei.
Tað kemur aftur um Amtmans
brekku at taka piss upp á hátignir.
Ella Føroyar egnar – ikki tegnar.
Unscrupulous
Kristel Lisberg
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Eg havi altíð ætlað mær at verða sangarinna,
og tað standi eg enn fast við.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Tað veit eg ikki heilt, tað er so ræðuliga nógv,
sum er ymiskt frá kvinnum til menn.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða
vaksin?
– Eg haldi børn skulu fáa loyvi at vera børn so
leingi sum møguligt. Haldi ikki, tað er neyðugt,
at tey skulu hugsa um at blíva vaksin ov skjótt,
og hvat tað merkir, tað kemur av sær sjálvum.
Men at kunna taka ábyrgd er nokk ein av teimum
tingunum, eg vildi meint, at eitt barn skal læra,
eftirsum at tað vaksna lívið handlar nógv um
júst tað.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– At eg havi útgivið tvey løg her í seinastuni,
sum hava fingið nógva góða umtalu. Tað er
fantastiskt at kunna fáa virðing fyri tað, sum
man ger. Serliga lagið »September«, sum kom
út herfyri, tað er ætlað beiggja mínum, sum ikki
er her longur. Eg havi leingi hugsað um at kunna
útgivið henda sangin sum eitt minni um hann,
so hann kan liva víðari ígjøgnum sangin og ikki
verður gloymdur.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… flutt longur vekk enn Danmark og farið allan
vegin við tónleikinum. Men hvør veit, tað er enn
gjørligt.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– At vit menniskju virða hvønn annan og geva pláss
fyri hvørjum øðrum, líkamikið hvussu ymisk vit eru.
Nær vart tú seinast veruliga
ovfarin?
– Tað veit eg faktiskt ikki
heilt.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Eg haldi man lærir nýggj ting allatíðina.
Men kanska, at tað er »okey«, at alt tekur
tíð, og ein kann taka ein dag í senn heldur
enn at stressa ov nógv um framtíðina.
Eg havi hoyrt fólk siga tað mangan, men
kanska ongantíð heilt tikið tað til mín fyrr
enn nú.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr
seg um, at eg…
… eri alt ov glað fyri slikk og alt annað
ósunt og eti ov nógv av tí, sjálvt um eg
veit, at tað ikki er tað besta fyri kroppin.
Men eg eri nokk ikki tann einasta, sum
hevur tað soleiðis.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… uha, tað ikki lætt at svara uppá, men eg
hevði ynskt, at tað vóru fleiri møguleikar
fyri at lesa í Føroyum, soleiðis at tey flestu
ikki eru noydd at flyta av landinum fyri at
nema sær útbúgving.
Yrki: Optometristlesandi/tónleikar
Bústaður: Keypmannahavn
BAKSÍÐAN