mánadagur 22. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Olaf Johannessen er mill
um
annað
kendur
fyri
sínar
leiklutir
í
donsku
sendirøðunum Borgen og
Forbrydelsen III. Men eisini
teaturheimurin í Danmark
hevur notið gott av hansara
førleikum.
Í
gjárkvøldið
vann
Olaf
Johannessen
heiðurin sum ársins sjón
leikari í Danmark fyri hans
ara leiklutir í »Samtale før
døden«, »Mefisto« og »Hekse
jagt«. Hetta er fyrstu ferð, at
Olaf varð tilnevndur til eina
virðisløn sum ársins besti
sjónleikari, og bert tað var
ein stórur sigur fyri Olaf.
– Tað er fantastiskt og
eg eri ótrúliga takksamur.
Eg havi stríðst fyri hesar
leiklutirnir
seinasta
árið,
og allir eru teir sæddir og
viðurkendir. Tað er fantast
iskt, segði Olaf í gjárkvøldið
við danskar miðlar.
Hóast hetta er fyrstu
ferð, at Olaf vinnur júst hesa
virðislønina, so er hann áður
viðurkendur fyri sítt arbeiði.
Í 2008 var hann tilnevndur í
bólkinum ársins besti mann
ligi hjáleiklutur. Og í 2013
fyri sín leiklut í Forbrydelsen
III.
»Samtale før døden«
Ein av leikunum, sum Olaf
í gjárkvøldið vann viður
kenning fyri, var leikurin
»Samtale før døden«. Í Sosial
inum 31. oktober í fjør, var
ein longri samrøða við Olaf
Johannessen um júst hendan
leikin.
Samrøðuna
gjørdi
Ruth Winther Poulsen. Her
verður partur av samrøðuni
endurgivin.
Í leikinum eftir Adam
Price eru vit í fangabúrinum
hjá Eichmann einans tveir
tímar, áðrenn hann skal
heingjast. Brátt kemur ein
av jødisku dómarunum inn í
fangabúrið hjá honum. Hann
vil læra mannin at kenna,
sum hann hevur dømt til
deyða, og hann vil royna at
skilja hansara gerðir. Eich
mann vísir á, at tað er nakað
seint, hesin dómarin velur at
tosa við seg, men letur hann
tó koma inn í fangabúrið at
práta hesar seinastu tím
arnar, hann hevur eftir.
Skjótt eru teir báðir í drúgv
um orðaskifti.
Ódjó ið
i
bangin maður
Leikurin byggur á sjónar
miðini
hjá
filosoffinum
Hannah Arendt, sum fylgdi
rættargongdini móti Eich
mann,
ein
av
søgunnar
mest hataðu monnum, fyri
The New York Times. Hon
væntaði at síggja eitt ódjór. Í
staðin sá hon ein mann, sum
var so vanligur, at tað var
ræðandi.
– Tað er løgið at siga, men
tað hevur verið einastand
andi at spælt henda leiklutin,
tí at fólk, sum hava verið
inni og hugt at leikinum, eru
blívin øgiliga rakt av honum.
Fólk hava verið upptikin av
leikinum, og hetta hevur
verið málið hjá okkum, at
hann skuldi siga fólki nakað
í dag.
Sjálvur kendi Olaf Jo
hannesen ikki nógv til Adolf
Eichmann áðrenn hann var
boðin leiklutin. Einasta hann
vitsti var, at hesin maðurin
var ein av heimsins størstu
brotsmonnum frá Nasi Týsk
landi.
Hvussu fyrireikar mann
seg til ein slíkan leiklut?
– Eg lesi eina rúgvu. Øll
rættargongdin móti hon
og liggur á Youtube. Tað
eru fleiri hundrað tímar, og
eg havi ikki sæð allar upp
tøkurnar, men nógv av tí
havi eg sæð. Og so havi eg
lisið bókina hjá Hannah
Arendt. Hennara útlegging
var, at hon hevði væntað
at sæð eitt ódjór, ein stóran
fana, og tað sum hon sá, var
ein vanligan, bangnan og
ótryggan mann.
– Henda útleggingin av
Eichmann varð so seinni
mótsøgd av einari aðrari
kvinnu, Bettina Stangneth,
sum eisini hevur skrivað eina
bók um rættargongdina. Hon
sigur, at Eichmann var ein
manipulator, at hann leyg,
og at hann gjørdi alt fyri
seg sjálvan, fyri at seta seg
sjálvan í eitt gott ljós, fyri at
blíva fríkendur.
– Tað tendraði meg ordi
liga nógv at skula vísa hesa
dubultheitina. Á ein hátt
skal mann forsvara hann.
Tað nyttar ikki at halda hann
út í strektum armi og siga
»sikken ein idiot!« Og tað er
heldur ikki tað, leikurin hjá
Adam Price snýr seg um.
Evnini at samskipa
bó
Ei h
f
Adolf Eichmann var aldrin
nakar skúladrongur og ikki
sermerktur til nakað, áðrenn
hann fór at arbeiða fyri
eitt amerikanskt oljufelag.
Hansara ótrúliga kensla fyri
tí logiska og fyri at samskipa
fekk fólk at leggja merki
til hann. Og tað er nettupp
henda logiska kenslan, sum
fekk hann at rúka uppeftir í
arbeiðinum við at týna týsku
jødarnar.
– Vit hava brúkt øgiliga
nógva tíð uppá at tosa
um umstøðurnar rundan
um hansara persón, um
Nasitýskland tá og alt tað
ræðuliga, sum tey gjørdu
við at reinsa so nógv út.
Tað var so stórt, at tað er
næstan ómøguligt at skilja
tað ordiligt hvat tað var,
sum fekk fólk at gera slíkar
gerðir. Síðani noyðist man at
miðsavna seg um eitt menn
iskja, sum kemur inn í eina
skipan, sum tann nasistiska.
Tá noyðist man at hugsa um,
hvussu tann politiska søgan
var tá í Evropa. Týskland var
jú fullkomiliga niðurundir
komið aftaná fyrsta heims
bardaga, so tá ið nasisman
byrjaði, tá byrjaði hon sum
ein vón, sum nakað nýbrot.
Í leikinum minnist Eich
mann aftur á fyrstu tíðina,
tá hann og onnur bjart
skygd ung meldaðu seg
í ung mannaf lokkin hjá
høgravenda Front kämpfer
vereinigung. Hesi ungu vóru
merkt av krígnum, og at
Týskland hevði endað sum
tapandi landið. Hetta var
ein vøkur tíð fyri tey ungu,
tí brádliga fingu tey aftur
Olaf Johannessen
sigursharri
á Reumert
Í gjárkvøldið vann 53 ára gamli Olaf Johannessen heiðursløn sum ársins sjónleikari
í Danmark fyri heili tríggjar ymiskar leiklutir. Hóast hann er vanur við viðurkenning
fyri sítt arbeiði, so er Reumert virðislønin tað størsta herðaklappið higartil