mánadagur 22. juni 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
trúnna á Týskland, og at tey
saman kundu byggja landið
upp aftur.
Eichmann hittir konu síni
um hetta mundið, og skjótt
verður hon ein hollur stuðul,
tá hann ferð eftir ferð fær
betur starv. Alt tykist so gott,
at hvørki Eichmann og enn
minni kona hansara, steðga
sær á og hyggja rundan
um seg fyri at vita hvat tað
er, sum hendir. Í leikinum,
kann Eichmann tykjast eitt
sindur býttur, tí hann ikki
sær hvat tað er sum hendir
rundanum hann. Hann fær
uppgávur og loysir tær so
væl, at uppgávurnar hvørja
ferð gerast fleiri og alsamt
týdningarmiklari.
– Leikurin er ikki ein søgu
ligur leikur sum so. Sann
royndirnar eru sjálvandi í
ordan, men tað sum Adam
Price hevur verið mest upp
tikin av, tað er, hvat tað er,
sum fær eitt menniskja at
gera tað, sum Eichmann
gjørdi. Og kunnu vit bara
fordøma tað, ella hvussu. Um
hann lýsir eitt ódjór, ein fana,
so kunnu vit sum áskoðari
bara sita og siga, at handa
mannin kunnu vit ikki sam
anbera okkum við. Um tú
har afturímóti lýsir eitt
menniskja, í hvussu er sum
Adam vil, so fær tað okkum
kanska at seta spurnartekin
við okkum sjálvi, nær siga vit
frá í ymsum støðum, og nær
fara vit ov langt.
Einfaldi óndskapurin
Hannah Arendt lýsir ein
falda óndskapin sum nakað,
Eichmann ikki sjálvur stýrdi.
Hann var hvørki sjúkur ella
jødahatari. Einasta skuldin
hann bar, var at røkta arbeið
ið hjá sær.
– At byrja við trúgvi eg,
at hann er forførdur av
tankanum aftanfyri nasi
smuni, og so blívur hann...
altso hann er naivur uppá
nógvar mátar, hann sær ikki
tað politisku magtina, sum
liggur aftanfyri. Hjá honum
snýr tað seg um at verða
fluttur fram og at koma
hægri upp í skipanina. Tað er
ikki serliga umhugsað. Hann
ger sítt arbeiði, hann dugir
øgiliga væl at organisera,
og tað er líkasum tað, hann
kastar seg útyvir, sigur Olaf
Johannessen.
– Í rættinum í Ísrael nokt
ar hann seg sekan. Hann
sigur, at hann bara var eitt
lítið tannhjól í einari stórari
maskinu, so hann noktar at
taka ábyrgd fyri alt.
Tó leggur hann at enda
aftrat, at um jødarnir hava
brúk fyri at geva onkrum
skyldina, so er tað í lagi,
so kann hann vera teirra
sonoffur.
Hevur tú samkenslu
við Eichmann?
– Altso eg haldi, at Eichmann
er ein brotsmaður, og hann
hevur
nakrar
ræðuligar
brotsgerðir á sínari sam
vitsku, sum hann skal revsast
fyri. Eg havi samkenslu við
honum
sum
menniskja,
altso skilt á tann hátt, at vit
kunnu øll blíva villleidd, og
um vit ikki kunnu síggja tað
í eyguni, so verða vit kanska
nettupp villeidd. Uppá tann
mátan havi eg samkenslu
við honum, men annars ikki
samkenslu sum so.
Í leikinum er kona Eich
mann ein ímynd av tí týska
fólkinum, sum letur seg
villleiða av ideologiini. Tey
halda, at týska fólkið er
nakað heilt serligt, og at tey
arbeiða fyri einari góðari
sak. Hóast tað eru fleiri, sum
settu seg upp ímóti nasism
uni, enn mann heldur, so
varð fólkið forført og logið
fyri. Eitt nú heldur kona
Eichmann, at maður hennara
syrgir fyri, at jødarnir koma
gott avstað úr Týsklandi til
tað betra staðið, sum teimum
er ætlað.
Sunnudagin 9. november
var síðsta sýning av »Sam
tale før døden«, og Olaf Jo
hannessen fór longu 29. no
vember undir fyrstu sýning
av leikinum Mefisto, sum
hann eisini vann virðisløn
fyri í árliga Reumert. Eis
ini í tí leikinum verður
Olaf verður verandi í Nasi
týsklandi.
– Leikurin eitur Mefisto
og snýr seg um ein av teim
um størstu sjónleikarunum
í Týsklandi, Gustav Gründ
gens. Hann var sjónleikari
áðrenn Týskland varð yvir
tikið av nasistunum og var
bara verandi. Hann kom
undir veingirnar á Hermann
Göring,
næstkommander
andi hjá Hitler, sum var
mentamálaráðharri.
Hetta
fekk luft undir veingirnar
á Gründgens, og hann fekk
eina stóra karrieru og bleiv
leikhússtjóri í Berlin, sigur
Olaf Johannessen.