mánadagur 22. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HÁsummarhátíð
Boðskapurin hjá Franklin Graham var hin sami, sum pápi hansara,
Billy Graham, hevur prædikað seinastu 70 árini. Gud elskar teg.
Jesus doyði fyri teg. Trúgv á Hann, og tú skalt verða frelstur
Danjal av Rana
Longu fimm korter undan
møtinum, var røðin av fólki,
sum bíðaðu eftir at sleppa
inn, allan vegin framvið
ítróttarhøllini og oman til
Ringvegin.
Ítróttarhøllin
á Hálsi, Dansifrøi og teltið
uttanfyri
ítróttarhøllina
vóru øll full, tá Ebenezer
kórið sang fyrstu tónarnar
klokkan 17.30. Blátt Gras
slapp eisini á pallin, og tað
var eyðsæð, at áhoyrarunum
dámdu bluegrassbólkin úr
Vágunum.
Heini
Lützen
slapp síðani at enda før
oysku
luttøkuna,
áðrenn
Pauli Høj, samkomuleiðari
í Kelduni, ynskti teimum
gott og væl 4.000 fólkunum
vælkomnum. 45 samkomur
og kirkjur stóðu saman um
at skipa fyri tiltakinum.
Franklin Graham ferðast
um allan heim og talar á
møtirøðum, og tað er eyðsæð
í øllum, sum verður gjørt,
at hetta eru professionell
fólk, ið skipa fyri. So gott
sum einki er latið yvir til
tilvildina at valda, tó at tað
til tíðir kann tykjast ið so
professionelt í einum lítlum
samfelag sum tí føroyska.
Ein hevur eisini var
hugan av, at skipanin av
møtunum ber brá av, at
amerikumenn standa fyri.
Ikki færri enn fýra ymiskir
tónleikabólkar
luttóku
á
møtunum og sungu tveir-
tríggjar sangir hvør. Størsta
navnið av teimum var uttan
iva Michael W. Smith, sum
einsamallur
kundi
drigið
líka stóra mannfjøld niðan í
ítróttarhøllina, um talan var
um eina konsert. Tíðin var tó
knøpp, um øll skuldu sleppa
fram at, so heldur ikki hann
sang fleiri enn tveir, tríggjar
sangir.
Franklin Graham er sonur
navnframa Billy Graham, og
ikki kann sigast annað, enn
at hann gongur í fótaspor
um pápans. Boðskapurin var
hin sami einfaldi gleðiboð
skapurin, sum pápi hansara
talaði um allan heim. Gud
elskar teg. Syndin skilir
teg frá samfelagi við Gud.
Eitt ævigt fortapilsi bíðar
tær. Men Gud hevur ein út
veg. Hann sendi son sín at
doyggja fyri teg og frelsa teg.
Trúgv á Hann, og tú skalt
verða frelstur.
– Um tú gloymir alt ann
að, eg sigi í kvøld, minst tó til
hetta. Gud elskar teg, segði
Franklin Graham millum
annað í talu síni.
Tvey møti vóru hildin
í gjár. Eftir fyrra almenna
møtið, hevði Michael W.
Smith eina stutta konsert.
Hann var í Føroyum fyri
19 árum síðani og fylti tá
ítróttarhøllina í Runavík.
Konsertin í gjár vísti tó
týðiliga ta broyting, sum
hann er farin ígjøgnum
seinastu árini. Á Hálsi í gjár
upplivdu fólk lovsangaran
Michael W. Smith heldur enn
poppsangaran, sum var her í
1996. Tó so, hann treiv kortini
í onkran av kendu sangunum
frá gomlu døgunum.
Seinna møtið var ætlað
teimum ungu, og tá luttók
kanadiski
rockbólkurin
Thousand Foot Krutch. Bólk
urin hevði eisini eina stutta
konsert eftir møtið, og tað
var kanska líka frægt, at tey
flestu eldru vóru farin heim,
tí tað varð vilt og hart.
Á seinna møtinum tók
Franklin Graham útgangs
støði í søguni um burtur
vilsta sonin, og lutaði sína
egnu søgu, um hvussu hann
vendi Gudi og pápa sínum
bakið.
– Eg trúði á Gud, men eg
vildi ikki, at Jesus skuldi
stýra
mínum
lívi,
segði
hann. Síðani greiddi hann
frá, hvussu hann fann leiðina
heim aftur til Gud sín.
Hóast
boðskapurin
er
einfaldur, so ber hann fram.
Sambært
fyriskiparunum
komu um 300 fólk fram, tá
Franklin Graham bjóðaði
fólki at taka ímóti Jesusi
sum sínum frelsara.
Franklin Graham hevði
eina seinastu heilsan til teirra.
– Vit síggjast í Himli.
Jesus frel