mánadagur 22. juni 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
tíðargrein
Ingrid S. Henriksen
Hagstova Føroya hevur hin 12. juni
2015 almannakunngjørt kanning
av inntøkubýti og fátækaváða hjá
føroyingum fyri árið 2013. Kann
ingin vísti, at tey, sum í mestan
mun livdu í fátækaváða í 2013, vóru
í eldri aldursbólkum. Í 2013 høvdu
1.364 fólkapensjónistar inntøku, ið
lá 10,5% undir markinum fyri fá
tækaváða. Fjórða hvør kvinna yvir
67 ár – ella 24,9% – livdi í fátæka
váða í 2013, meðan talið á monnum
yvir 67 ár, sum livdu í fátækraváða,
var 17, 4%.
Fyri árið 2013 var fátækaváða
markið 128.088 kr. og vísa tøl hjá
Hagstovuni, at miðinntøkan hjá
teimum, sum vóru undir fátæka
váðamarkinum, var 114.596 kr. Hetta
merkir, at 1.364 fólkapensjónistar
høvdu miðinntøku uppá 114.596 kr.
um árið at liva av. Skulu teir knapt
1.400
fólkapensjónistar
verða
lyftir upp um fátækaváðamarkið,
er neyðugt at inntøkan eftir skatt
hjá hesum pensjónistum verður
hækkað heilt munandi.
P
ersónur er fátækur, um
hann 3 ár ella longri hevur
havt inntøku, ið liggur undir
fátækaváðamarkinum
Hagstovan vísir á »at um persónur,
sum trý til fimm ár á rað hevur
havt inntøku, ið liggur undir fá
tækaváðamarkinum, er talan ikki
einans um fátækaváða, men um
veruligt fátækadømi í mun til rest
ina av fólkinum«.
Upplýsingar hjá Hagstovu Før
oya vísa, at gongdin seinastu trý
árini og somuleiðis fimm tey sein
astu árini var, at ávikavist 1.823 og
941 fólk høvdu eina inntøku, sum
lá undir fátækaváðamarkinum. Av
hesum vóru tað 716 fólk yvir 67 ár,
ið høvdu inntøku, sum hevur ligið
undir fátækaváðamarkinum í 3 ár,
meðan 489 fólk yvir 67 ár høvdu
inntøku, sum hevur ligið undir
fátækamarkinum seinastu 5 árini.
F
átækradømi millum
pensjónistar veksur alsamt
Fátækradømi millum pen
sjónistar er sambært Hagstovu
Føroya støðugt vaksið seinnu árini.
Í 2011 vóru 16,8% av øllum fólkapen
sjónistum í fátækaváða, í 2012 varð
talið á fólkapensjónistum, ið livdu
í fátækaváða, komið upp á 20%. Í
2013 er talið á fólkapensjónistum,
sum liva í fátækaváða, vaksið upp
í 21,3%.
F
ólkapensjónistar fáa ikki
lyft seg upp úr fátækadømi
við at arbeiða
Við tað at hesir pensjónistar eru 67
ár ella eldri, kann ikki væntast, at
tey kunnu lyfta seg úr fátækadømi
við at arbeiða. Verður onki gjørt frá
politiskari síðu at lyfta hesar fleiri
hundraðtals fólkapensjónistar úr
fátækadømi, má væntast at teir –
eisini komandi árini – fara at liva
eina tilveru í fátækadømi.
P
ensjónistar fáa ikki
endarar at røkka saman
Dimmalætting vísti í grein
hin 15. mai 2015, sum hevði yvir
skriftina »Eru Føroyar vorðnar
eitt biddaraland« á, at nógvir
fólkapensjónistar, sum bert hava
fólkapensjón og samhaldsfasta at
liva av, fáa ikki endarnar at røkka
saman og megna ikki at klára seg
fíggjarliga uttan hjálp frá góðum
fólki, ella rættari uttan hjáp frá
góðum
børnum.
Fátækastøðan
kennist tung, ómegdarkensla og
kensla av maktarloysi eyðkennir
gerandisdagin. Strongda og fast
læsta fíggjarstøðan kennist eyð
mýkjandi.
Í greinini í Dimmalætting vísir
navngivin fólkapensjónistur á, at
hon hevur ikki pening t.d. at fara til
frisør, ikki ráð at fara til læknavið
mælta viðgerð hjá fysioterapeuti,
ikki ráð at fáa tannviðgerð. Og
hava hjúnini ikki ráð at umvæla
sær húsini, tí tey hava ikki pening
at fíggja slíkt lán v.m. Ein annar
pensjónistur, ið ynskir at verða
dulnevndur, greiðir í nevndu grein
frá, at hann ikki klárar seg fyri pen
sjónina og fær hjálp frá børnunum,
ið lata honum kjøt og annan mat
hvønn mánaða.
P
olitiska valdið má lyfta
fólkapensjónistarnar úr
fátækadømi
Fólkapensjónin varð í 1959 sett í
verk at fyribyrgja neyð og armóð
hjá eldra ættarliðnum. At fyribyrgja
at fleiri hundraðtals fólkapensjón
istar – ár 2015 – ikki framyvir verða
noyddir at liva av almennari veit
ing, ið liggur langt undir fátækra
markinum, er neyðugt, at polit
iska valdið tekur sær um reiggj
og hækkar fólkapensjónina og/
ella útgjaldið úr Samhaldsfasta.
Fólkapensjónistar, ið einans hava
fólkapensjón,
brennistuðul
og
samhaldsfasta at liva av, mugu fáa
hægri veiting at lívbjarga sær fyri,
hetta ongantíð ov skjótt.
Ein hækkan av útgjaldinum hjá
Samhaldsfasta uppá 1.000 - 1.200 kr.
um mánaðin hevði bøtt støðuna.
Ein slík hækkan av útgjaldinum
hjá Samhaldsfasta vildi lyft teir á
leið 2.000 fólkapensjónistar, ið nú
einans ella nærum einans hava
fólkapensjón,
brennistuðul
og
samhaldsfasta at liva av, burturúr
fátækrastøðu.
Tað hevur skund at lyfta fólka
pensjónistar, ið einans ella nær
um einans hava fólkapensjón,
brennistuðul og samhaldsfasta
at liva av, burturúr fátækadømi.
Hetta soleiðis at øll eldri í Føroyum
kunnu fáa møguleika at liva eitt
liviligt lív uttan tyngjandi og eyð
mýkjandi fátækradømi.
Fátækadømi millum
fólkapensjónistar í
Føroyum veksur alsamt
1.364 fólkapensjónistar hava miðinntøku, ið liggur 10,5% undir fátækaváðamarkinum