Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Løgreglan sigur, at óhappið hendi tá ið ein seyður leyp á vegin, og ein bilur mátti bremsa harðliga fyri ikki at koyra á hann. Ein bilur, sum kom aftan­ fyri, steðgaði eisini, men ein triði bilur, sum aftur kom aftaná, kláraði ikki at steðga. Tað elvdi til ein har­ monika­samanstoyt, har allir tríggir bilarnir fingu skaða. Løgregla, bjargingarlið og sjúkrabilar vórðu boðsend. Tilsamans vóru fimm fólk í teimum trimum bilunum, og løgreglan sigur, at trý av teimum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kann­ ingar, tí tey gramdu seg um pínu í rygginum og í nakkanum. Í sambandi við ferðslu­ óhappið var Kald­baks­veg­ urin stongdur eina góða løtu seinnapartin. Men løgreglan sigur, at tey høvdu ikki fingið álv­ arsligan skaða. Løgreglan hevur avhoyrt fólkini í gjár og tey siga, at nú tað spældi væl av, verður ikki meiri gjørt við tað. Tað er nú greitt, at álvarsliga ferðsluóhappi á Kaldbaks­vegnum seinnapartin leygardagin, elvdi ikki til álvarsligan mannaskaða. Fingu ikki álvarsligan skaða Vága Floghavn tók ímóti 23.987 ferðafólkum í mai, og tað er ein vøkstur uppá gott 2000 ferðafólk í mun til mai síðsta ár. Higartil í ár hava 94.779 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Tað eru 10.000 fleiri enn somu tíð í 2014 ella ein vøkstur uppá 11,7% Temadagur í Klaksvík um føroyskt fyri tilflytarar Fríggjadagin 18. september skipa Klaksvíkar kommuna og Mentamálaráðið fyri einum temadegi, har umboð fyri allar viðkomandi part­ ar eru bodnir at leggja fram og skifta orð um undir­ vísingina í før­oyskum máli og mentan fyri tilflytarum, og har høvuðsevnið verð­ ur tann lesiætlan, sum Mentamálaráðið í løtuni arbeiðir miðvíst við at framleiða og seta í verk. Tað eru Klaksvíkar kommuna og Menta­mála­ ráðið, sum í felag skipa fyri hesum temadegi, sum verður fríggjadagin 18. september 2015 í Klaksvík, og har eisini Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Jógv­ an Skorheim, borgar­stjóri, fara at luttaka.

 Í sambandi við ar­ beiðið við integra­tións­poli­ tikkinum, sum Klaksvíkar kommuna fyri stuttum hevur samtykt, hava bæði kommuna og tilflytarar staðfest, at ein ógvuliga umráðandi og neyðug fortreyt fyri, at integratión skal eydnast, er at læra bæði mentan og mál til lítar.

Tað er David Im, integratións­ verkætlanarleiðari hjá Klaks­víkar kommunu, sum hevur tikið stig til henda temadag, í samstarvi við Jenny Lydersen, undir­ vísingarleiðara hjá Menta­ málaráðnum.

 – Samrøður við tilflytarar hava staðfest, at ein aft­ urvendandi avbjóðing hjá bæði næmingum og lærarum hevur verið mangl­andi strukturur og skip­an av hesari krevjandi undirvísing, har fortreytir og førleikar næminganna eru ógvuliga ymiskir, sigur David.

 – Tí er helst tørvur á einum meira fast skipaðum leisti fyri og uppbýti av hesari frálæru. Okkara greiða fatan er, at nevndu umstøður og tørvir eisini gera seg galdandi aðrastaðni í landinum.

 Mentamálaráðið hevur sett arbeiðið í gongd at framleiða ein slíka lesiætlan, sum skal verða galdandi fyri hesa undirvísing av øllum tilflytarum í land­ in­um.

Endamálið við hes­um temadegi er at útvega Mentamálaráðnum neyðugar afturmeldingar frá kommunum, lærarum, málfrøðingum eins væl og frá tilflytarunum sjálvum – alt fyri at tryggja, at henda undirvísingarætlan verður so væl grundað, sum tilber, frá flest møguligum sjónarhornum. Gadus aftur til fiskiskap Á midnátt í gjárkvøldið fór flakatrolarin Gadus úr Klaksvík aftur til fiskiskap. Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. Hetta er fjórði túrurin hjá Gadus eystanfyri í ár. Higartil hevur árið roynst væl, tí á øllum hinum trimum túrunum hava teir havt fult skip, og eru tað umleið 750 tons hvønn túrin. Mynd: Dávur Winther