mánadagur 22. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
ítróttur
Pætur Albinus
Tað gekst ikki væl hjá før
oyska manslandsliðnum í
flogbólti, sum um vikuskiftið
luttók
í
endaspælinum
fyri smátjóðir. Kappingin
á Kýpros endaði við, at teir
einans vunnu eitt sett í teim
um trimum dystunum.
Føroyska flogbóltslands
liðið hjá monnum hevur um
vikuskiftið luttikið í enda
spælinum í kapping fyri
smátjóðir. Tað var á sumri í
fjør, at menninir tryggjaðu
sær luttøku til hetta enda
spælið. Í bólkinum hjá før
oyingunum vóru Kýpros,
Luksemburg og Skottland.
Kappingin er bara eina
viku áðrenn oyggjaleikir,
har manslandsliðið eisini
luttekur. Tað verður á Jersey,
og varð hendan kappingin í
Kýpros helst ein góð fyri
reiking.
Luksemburg
Fyrsti
dysturin
var
á
skránni fríggjadagin, tá ið
mótstøðuliðið var Luksem
burg. Tað var Luksemburg,
sum vann tvey tey fyrstu
settini greitt, men í triðja
setti kom føroyska spælið
av álvara í gongd og við 25-
18 høvdu teir minkað um
munin til 2-1 í settum til
Luksemburg.
Í fjórða setti rapaði tó
aftur.
Luksemburg
vann
settið greitt 25-11 og harvið
dystin 3-1.
Skottland
Næsti dystur var leygardagin
ímóti Skottlandi. Føroyar
komu væl frá byrjan og vóru
á odda 17-16 í fyrsta setti,
men so vunnu skotar seg inn
aftur í settið og avgjørdu tað
við 25-22.
Í øðrum setti fingu føroy
ingarnir eina keðiliga byrjan,
og leiðsluna, sum Skottland
vann sær, hildu teir allan
vegin. 25-19 endaði hetta
settið.
Byrjanin hjá føroyingum
var betri í triðja setti, men
teir úr Skottlandi vunnu seg
framum og avgjørdu settið
og dystin við 25-17 og 3-0.
Kýpros
Seinasti dysturin á hesi ferð
ini var sunnudagin, tá ið
mótstøðuliðið var Kýpros.
Fyrsta sett gekst illani í
hond og Kýpros vann tað
25-12. Hóast ivasama byrjan
upp á annað sett, so spældu
føroyingarnir stundum væl
og ótu seg eisini inn aftur á
kýpriotar, men tað var ikki
nóg mikið og Kýpros vann
eisini hetta settið. Hesaferð
gjørdist tað 25-18.
Í
triðja
setti
gjørdist
skjótt greitt, at hetta skuldi
gerast seinasta settið hjá
føroyingunum í kappingini.
Kýpros var eina løtu á odda
12-1. Settið endaði 25-11 til
Kýpros, sum harvið vann
dystin 3-0.
Føroyska
landsliðið
megnaði tískil ikki fáa ein
sigur í hús í hesi kappingini,
og við bara einum vunnum
setti má sigast, at pláss er fyri
betringum til oyggjaleikirnar
á Jersey næsta vikuskifti.
albinus@sosialurin.fo
Vunnu søguligan stórsigur
Flogbólturin tapti alt
Føroyska manslandsliðið í hondbólti vann í gjár 61-9 ímóti Armenia, og er hetta størsti sigurin nakrantíð.
Í dag er avgerandi dystur hvør kemur víðari til fjórðingsfinaluna í Emerging Nations Championship
Pætur Albinus
Føroyska
manslandsliðið
luttekur í hesum døgum
í
Emerging
Nations
Championship í Kosova, har
mótstøðuliðini eru Kosovo,
Avstralia og Armenia. Tvey
lið úr hvørjum bólki koma
víðari til fjórðingsfinalurnar.
Avstralia
Fyrsti dystur var á skránni
leygardagin, tá ið mótstøðu
liðið var Avstralia. Tríggir
mans í avstralska hópinum
eru væl kendir í føroyskum
hondbólti. Teir eru Kristoffer
Karlsson, málverji hjá KÍF,
Tommy Fletcher, bakkur hjá
Neistanum, og Jan Ottosen,
sum hevur verið venjari í
nógv ár í Føroyum og nú
altso er avstralskur lands
liðsvenjari.
Føroyar høvdu gott tak
á dystinum. Hóast aftanfyri
16-18 í hálvleikssteðginum, so
vóru Føroyar á odda 33-29 tá
ið tað restaðu seks minuttir
í. Hóast hetta, so megnaði
Avstralia at javna í evstu
løtu, soleiðis at dysturin end
aði við 34-34-javnleiki.
Søguskriving
Sunnudagin var mótstøðu
liðið Armenia. Longu framm
anundan var greitt, at talan
var um eitt ógvuliga veikt
lið, og spurningurin var bara,
hvussu stóri føroyski sigurin
fór at verða. Tað endaði við,
at søga varð skrivað. Føroyar
vunnu nevniliga heili 61-9
eftir at hava verið á odda
27-4 í hálvleikssteðginum.
Hetta er størsti sigurin hjá
føroyska manslandsliðnum
nakrantíð.
Í dag, mánadagin kl.17,
verður
avgerandi
dystur
ímóti Kosovo. Tvey lið koma
víðari til fjórðingsfinalurnar,
meðan hini spæla plaserings
dystir.
albinus@sosialurin.fo
Føroyar - Avstralia 34-34 (16-18)
Áki Egilsnes 8, Rókur Akralíð 7, Tróndur Kragesteen 7 (4),
Rósing Rasmussen 6, Andrias Eriksen 3, Jóannes Prestá 1,
Tony Weyhe 1, Mikkjal Hansen 1
Føroyar - Armenia 61-9 (27-4)
Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Andrias Eriksen 9,
Bogi G. Davidsen 8, Áki Egilsnes 6, Rúni Højgaard 4,
Tróndur Kragesteen 4, Jóannes Prestá 4, Allan Norðberg 4,
Rókur Akralíð 4, Tony Weyhe 4, Rósing Rasmussen 2,
Kjartan Johansen 1
Úrslit
Føroyar - Kýpros 0-3 (12-25, 18-25, 11-25)
Føroyar - Luksemburg 1-3 (11-25, 16-25, 25-18, 11-25)
Føroyar - Skottland 0-3 (22-25, 19-25, 17-25)