mánadagur 22. juni 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Jóannes Hansen
Tað eru nýggjar tíðir í kapp-
róðrinum. At avgreiða FM
róðrarnar fer nú við styttri
tíð enn tað tekur at spæla
ein fótbóltdyst hjá teimum
vaksnu - hálvan annan tíma
ella so.
Sum tað líður út á kapp-
ingarárið,
plagar
tað
at
ganga alt betri og skjótari.
Soleiðis er tað eisini í ár, og
orsøkirnar eru tær somu,
sum tær plaga at vera. Nú
juni mánaði fer at halla,
kennist tað bæði í vindi og
sjógvi, at summarið er komið,
og harvið eru líkindini at
rógva kapp væl betri, enn tey
vóru í fyrstu róðrunum, sum
vóru fyrrapartin av hesum
mánaðinum.
Og so kennast manning-
arnar at vera í góðari venjing.
Tað tekur lítla tíð at leggja
bátarnar, og tað kemur mest
sum ikki fyri, at talan er um
tjóðstart.
Drekin Reyði er
stinnastur
Kappingin millum 10-manna-
førini var aftur leygardagin
tøtt. Hesaferð varð kappast
á fjarðastevnu, sum var á
Strondum. Spurningurin og
spenningurin var, hvussu
tað fór at tørna út, nú Drekin
Reyði skuldi royna at reisa
seg. Á sundalagsstevnu í
Kollafirði var nýggi Klaks-
víkingur fremstur fyri fyrstu
ferð, og Drekin Reyði, sum
royndi seg fyri fyrstu ferð í
fjør, var ikki fyrstur á mál -
fyri fyrstu ferð.
Tað var Drekin Reyði, sum
var fyrstur á mál, og tað var
ikki so ógvuliga tøtt kapping
um sigurin. Tá ið bátarnir
komu skúmandi fram ímóti
málinum, kendist tað sum
um, at teir umborð á reyða
10-mannafarinum av Argjum
høvdu tak á støð uni. Klaks-
víkingar royndu at spenna í,
men tað munaði ikki at taka
ta hálvu bátslongdina ella so
aftur, sum Drekin Reyði so
við og við hevði vunnið sær.
Í
startspurtinum
var
Klaks víkingur
skjótur
at
stinga stavnin framum av-
bjóðaran. Tað var skjótt, at
lítli munurin var javnaður út
aftur. So reið um snarið í
einar 100-200 metrar. Men so
fór tað so spakuliga at vísa
seg, at tøkini hjá teimum á
Drekanum Reyða vóru eitt
vet dyggari, enn tey vóru hjá
manningini á Klaskvíkingi.
Ein tummi fyri og annar
eftir varð lagdur aftrat, men
fjarstøðan var ongantíð so
stór, at tað ikki kundi bera til
hjá Klaksvíkingi at taka tað
aftur, um hann fór at ganga
soleiðis í endaspurtinum,
sum hann so ofta hevur gjørt.
Tað vístu seg tó ikki at
vera fleiri knotur í teimum
umborð á hvíta bátinum, enn
tað vóru umborð á reyða
bátinum. Drekin Reyði fór
fremstur um málið. Nú fæst
at síggja á jóansøku leyg-
ardagin, um Klaksvíkingur
fer at megna enn einaferð at
svara aftur, ella um tað
hesaferð verður soleiðis, at
argjamenn fara at økja um
munin og harvið fara at
leggja seg uppaftur fremri í
royndini at endurvinna FM
heitið.
Havnarbáturin var aftur
hesaferð nummar trý. Hann
hekk so mikið leingi uppií, at
møguleikin fyri, at tað skal
eydnast teimum við hvíta
drekastavninum at toga seg
uppaftur longri fram, ikki er
burtur.
Aðru hvørja ferð
Eisini í kappingini millum
8-mannaførini tykist manna-
gongdin at vera, at sigurin
skiftir millum tveir bátar. Á
norðoyastevnu vann Heiða-
báturin. Á sundalagsstevnu
svaraði Argjabáturin aftur,
og leygardagin var Heiða-
báturin aftur fremstur.
Á sundalagsstevnu var
Tofta Regin fimm sekund
aftanfyri Heiðabátin. Leyg-
ar dagin var fjarstøðan frá
Tofta Regini og fram til
Argjabátin trý sekund. Tí
ber tað ikki til at avskriva, at
tað skal eydnast vágbingum
at
skifta
bronsuplássið,
sum teir higartil hava verið
noyddir at taka til takkar við,
út við fínari metal.
Sum í tveimum teimum
undanfarnu kappingunum,
so var tað leygardagin so
sera tætt millum Heiðabátin
og Argjabátin. Heiðabáturin
var dyggur og trygur í
endaspurtinum. Tað var ikki
so stórur munur, men tað
var eingin ivi, tá ið bátarnir
nærkaðust málinum, at guli
Heiðabáturin var eina hálva
bátslongd ella so undan
Argjabátinum.
Tvørabáturin
rennur undan
Á norðoyastevnu vann Páll
Fangi í heimasjógvi kapp-
ingina millum 6-mannaførini
við monnum. Á sundalags-
stevnu
var
Tvørabáturin
stinn astur, og aftur leygar-
dagin vóru tað teir av Tvør-
oyri, sum sigraðu.
Í Kollafirði var tað bara
4/25
av
einum
sekundi
millum Tvørabátin og Páll
Fanga.
Leygardagin
var
munurin teirra millum ein
bátslongd. Kappingin um
næstfremsta plássið var tøtt,
og hana vunnu fuglfirðingar
umborð á Rádna. Teir vóru
sera treiskir, og á málinum
høvdu teir skutin undan
klaksvíkingum.
Lómur vann innanhýsis
kappingina í høvuðsstaðnum
um fjórða plássið við Jarn-
bard.
At Páll Fangi hesaferð
datt aftur á triðja plássið, og
at Tvørabáturin var fremstur
ber við sær, at teir í Froðbiar
Sókn nú eru favorittar at
vinna FM heitið.
Erla hevur høgt flog
Heldur ikki hesaferð var tað
nøkur kapping um fremsta
plássið, tá ið 5-mannaførini
við kvinnum róðu. Men
um tíðirnar á fjarðastevnu
verða sammettar við tær
undanfarnu ferðirnar, so
eigur møguleikin ikki at
vera útihýstur fyri, at tað
møguliga verður okkurt slag
av kapping næstu ferðirnar.
Á sundalagsstevnu var
Ritan seks sekund aftanfyri
Erlu Kongsdóttir, og leyg ar-
dagin var munur millum
hesar báðar bátarnar minni
enn fimm sekund. Á sunda-
lagsstevnu var Teistin eitt
sekund aftanfyri Rituna, og
munurin var tann sami
millum hesar báðar bátarnar
leygardagin.
Firvaldur fyri
triðju ferð
Genturnar umborð á Fir-
Klaksvíkingar megnaðu ikki at gera nakað við Drekan Reyða, sum
var klárt fremstur á fjarðastevnu, har Erla Kongsdóttir og Firvaldur
við kvinnum og gentum vunnu fyri triðju ferð og hava fult stigatal
ARGJAMENN
VERÐA TUNGIR
AT TAKA
Fjarðastevnuróður
KAPPRÓÐUR