mánadagur 22. juni 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Eftir at NSÍ alt kappingar
árið hevur verið einsamalt
topplið, so sigur talvan,
nú tað restar eitt umfar til
summarsteðgin, at meist
ararnir í B36 hava lagt seg
upp á síðuna av NSÍ.
B36 vann tepran 2-1 sigur
á heimavølli ímóti KÍ. Stóri
maðurin í Gundadali var
Lukasz Cieslewicz, sum aftur
hesaferð var fremsti maður,
meðan Ibrahima Camara
sat á beinkinum. Lukasz
Cieslewicz tók søkina í egnar
hendur og skoraði sigurs
málið, sum bar við sær, at
B36 nú hevur 33 stig – sama
stigatal sum NSÍ.
Longu leygardagin var tað
greitt, at tað hetta vikuskiftið
ivaleyst fór at draga saman í
toppinum. NSÍ hevði vitjan
av TB, sum fór til hús aftur
við einum stigi. Úrslitið var
0-0. NSÍ hevði bóltin mesta
partin av tíðini, og NSÍ hevði
fleiri málmøguleikar, men
tað eydnaðist ikki at skora.
– Eg kann ikki annað enn
vera nøgdur við hugburðin
og avrikið. Spælararnir ar
beiddu fyri søkini, og tí
betur spældu vit okkum til
upplagdar
málmøguleikar.
Í summum førum vóru vit
ikki nóg neyvir og avgjørdir,
og í øðrum førum blokeraðu
verjuspælararnir hjá teimum
ella málverjin bjargaði. Vit
eru longu farnir at fyrireika
okkum til næstu avbjóðing
ina, sum verður í Klaksvík
fríggjakvøldið, sigur Trygvi
Mortensen, venjari hjá NSÍ.
TB
venjarin
Páll
Guðlaugsson er fegin um, at
hansara menn undir teimum
fyritreytum,
sum
eru,
megnaðu at vinna eitt stig
á útivølli ímóti toppliðnum:
– Vit høvdu fyrireikað
okkum væl, og tíbetur hildu
spælararnir
seg
fult
og
heilt til avtalurnar, sum vit
frammanundan høvdu tosað
um. Um vit vóru hepnir, so
kundu vit havt øll stigini við
til hús aftur, men sum heild
eru vit nøgdir, sigur Páll
Guðlaugsson.
TB liðið hevur verið nógv
skaðadarvað,
og
serliga
óheppið er tað, at álopsessið
Albert Adu í fleiri vikur
hevur verið plágaður av lið
bandsskaða í knænum. Tað
hevur verið neyðugt at seta
fleiri óroyndar menn inn á
liðið, og venjarin heldur, at
tað kanska hevur kostað, at
teir hava havt fokus á skeiv
um staði:
– Vit hava fokuserað so
nógv upp á teir, sum ikki eru
førir fyri at spæla. Nú hava
vit vent tí, so tað nú snýr seg
um teir, sum eru tøkir. Tað
hevur verið skilagott. Tað
fer at koma væl við hjá okk
um at fáa summarsteðg frá
landskappingini. Vit vóna,
at tað fer at bera til at leiga
onkran ungan føroying til
okkara, men hetta er ikki
greitt enn, sigur TB venjarin.
Víkingarnir í
arbeiðsklæðini
Sigfríður
Clementsen
og
Víkingur vunnu 3-1 í gjár á
Vágseiði. Eftir 1. hálvleik var
Víkingur frammanfyri 2-0:
– Philip Djordjevic og
Andreas Lava Olsen løgdu
okkum framum við tveimum
málum eftir lítlari løtu. Tá
sá tað út til, at talan skuldi
verða um lættvunnan sigur,
men soleiðis varð tað ikki.
Eftir steðgin minkaðu teir
um munin, tá ið miðverjin
Christian Ibeagha eftir frí
sparkssending frá Høgna
Madsen
stýrdi
bóltin
í
málið. Tá fingu teir um
endan. Spælið hjá okkum
hekk ikki so væl saman, so
vit vóru noyddir at stríðast
fyri søkini, meðan tað í 1.
hálvleiki hekk leikliga væl
saman. So við og við løgdu
teir meiri fyri í framrættaða
partinum, og tá ið tað bara
er eitt mál á muni, so er tað
spenningur í luftini. Tíbetur
skoraði innskifti Hjartvard
Hansen til 3-1 eftir horna,
sigur Sigfríður Clementsen,
sum er væl nøgdur:
– Tað er so stutt síðani, at
vit vóru tíggju stig frá topp
inum. Nú eru trý stig fram til
tey fremstu. Vit hava sama
stigatal sum HB, og HB skulu
vit næstu ferð spæla ímóti í
Gøtu, so tað er heilt spenn
andi.
Jón Pauli Olsen, venjarin
hjá FC Suðuroy, sigur seg
vera nøgdan við 2. hálvleik, tá
ið tað – um heimamenninir
vóru hepnir – kanska kundi
endað við javnleiki:
– Víkingur spældi væl í 1.
hálvleiki, og sum heild vóru
teir betri enn vit. Serliga á
sentrala miðvøllinum hekk
tað væl saman hjá teimum.
Málini vóru bæði væl spæld,
men vit vóru ikki nóg neyvir
í verjupartinum. Tað var
smeitur, at Mamuka noydd
ist at geva avboð, meðan
vit hitaðu upp, og at Palli
Augustinussen
noyddist
skaddur av vøllinum. Vit
hava lagt nógva orku í at
venja deyðbóltsstøður, og
tað var hugaligt, at tað eydn
aðist at skora eftir fríspark.
Sum 2. hálvleikur leið, so
vóru vit noyddir at sleppa í
verjupartinum, og so vóru
tað teir, sum skoraðu, sigur
Jón Pauli Olsen.
HB hevur fatur
á rætta endanum
EB/Streymur hevði í gjár
vitjan av FM favorittunum
í HB, og gestirnir fóru til
hús aftur við 3-0 sigri.
Heini Vatnsdal og Rókur
Jespersen vóru fyri fyrstu
ferð í ár á HB liðnum, har
Fróði Benjaminsen og René
S. Joensen vóru miðverjar.
Christian R. Mouritsen,
sum størsta partin av kapp
ingarárinum higartil hevur
verið skaddur, setti hol á, og
veteranarnir Levi Hanssen
og
Andrew
av
Fløtum
skoraðu hini málini. Í EB/
Trygvi Mortensen sigur seg vera fegnan um hugburð
og avrik, men málleysi javnleikurin ímóti TB ber við
sær, at tað nú er ógvuliga tætt í toppinum
Víkingur
og HB eru
í hølunum
Páll Lervig
fc Suðuroy
Ein illa spældur dystur ímillum
FC.Suðuroy. og Víking. Tað betra
liði vann, eg trúði Víkingur var
betri enn hattar. FC.Suðuroy, vit
koyra á víðari.
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
kki hevði FC Suðuroy nógv
at bjóða uppá, og vit vunnu
uttan at spæla sannførandi.
Men stuttligt at Hjartvard
og Filip skoraðu. Nú skal HB
takast í Sarpugerði kommandi
fríggjakvøld. WLYV
fjepparin
Jan B. Antonioussen
nsí
Skreba! Spælið var í ordan, men
neyvleikin frammanfyri málið
manglaði. TB kunnu vera væl
nøgdir við eina stigið, men hjá
okkum skal ein heimadystur
geva fult. Vit koma sterkt aftur
fríggjadagin! Góðir!
fjepparin