Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 ítróttur Streyma mið­verjuni vóru veteranarnir Marni Djur­ huus og Egil á Bø: – Fyrsta løtan var ikki góð hjá okkum. Eftir at Christian R. Mouritsen hevði lagt teir fram­um, hekk tað betri saman hjá okkum. Serliga fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu vit gott tak á teimum í verju­partinum, men so skoraðu teir tvær ferðir aftrat eftir lítlari løtu, og tað var tað. Vit kunnu ikki gera annað enn halda fram at arbeiða fyri søkini, sum er at varðveita plássið, sigur EB/ Streyma liðformaðurin Niels Pauli Danielsen. HB venjarin Heðin Askham var sjálvandi væl nøgdur við sigurin: – Í 1. hálvleiki eru vit greitt omaná, og eftir steðg­ in vóru vit uppaftur meiri fokuseraðir. Tíverri noydd­ ist Rókur Jespersen av vøll­ inum. Vónandi er skaðin ikki so álvarsligur, at hann verð­ ur noyddur at vera burtur­ frá í fleiri vikur, sigur Heðin Askham, HB venjarin, sum rósar sínum spælarum nógv fyri trygt verjuspæl. Hundrað ferðir Bartal Dramatikkurin var øgiligur í Sarpugerði, har ÍF átti heima­vøll í gjár, og har AB tvær ferðir var frammanfyri við tveimum málum – 2-0 og 3-1 – men sum misti sigurin, ið varð til javnleik, og harvið bíða argjamenn framvegis eftir ársins fyrsta sigri í lands­kappingini. – Vit tordu ikki at spæla, tá ið vit vóru komnir fram­ um 3-1. So varð tað til tað, at vit vardu. Tí gekk tað alt meiri fyri seg á okkara hálvu í 2. hálvleiki, sum eg ikki var nøgdur við, og tað var øgiliga harmuligt at síggja Bartal javna til 3-3 eftir horna. Tá var tíðin mest sum farin, stað­festir Sámal Erik Hentze, venjarin hjá AB, sum velur at síggja tað frá ljósu síðuni. – Javnleikurin ber við sær, at vit nú eru eitt stig nærri bjargingini, enn vit vóru leygarmorgin. Vit orkaðu at arbeiða og spæla í 70 min­ uttir. Vónandi megna vit meiri enn tað næstu ferð. Tá ið teir settu Bartal fram í álopið, var verjuparturin hjá teim­um sera tunnur. Tá áttu vit at havt skorað fjórða málið, men tað megnaðu vit tí­verri ikki. Tá ið Bartal Eliasen í síðstu sekundunum javnaði til 3-3, var tað mál nummar hundrað hjá honum í fremstu røð. Tað man ikki vera so ofta, at ein miðverji verður skrásettur fyri so mong mál. – Um vit høvdu spælt í tveir minuttir aftrat, so høvdu vit vunnið. Vit trúðu alla tíðina upp á tað, og tað var ein góð kensla, tá ið vit javn­aðu. Vit løgdu annars væl fyri, men teir skoraðu tvær ferðir eftir deyðbólt, og so var tað torført. Tað eydn­ aðist at minka um munin, men enn einaferð skoraðu teir eftir horna. Tíbetur høvdu vit orkuna og pressið til at svara aftur og javna. Tað hevði stóran týdning – nógv størri týdning enn at eg skoraði fyri 100. ferð, sigur Bartal Eliasen. Hjá ÍF var Áki Petersen í miðverjuni saman við Bartali. Poul Nolsøe Mikkel­ sen og Leivur Joensen komu so mikið skaddir til hús aftur eftir at hava verið á U21 lands­liðnum, at teir vóru ikki førir fyri at vera millum teir fyrstu ellivu í gjár. fótbóltur Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 16 10 3 3 44 22 +22 33 2 B36 16 9 6 1 33 17 +16 33 3 Víkingur 16 8 6 2 41 23 +18 30 4 HB 16 8 6 2 25 16 +9 30 5 KÍ 16 7 3 6 26 22 +4 24 6 ÍF 16 4 7 5 25 25 0 19 7 TB 16 3 8 5 20 21 -1 17 8 FC Suðuroy 16 4 1 11 21 43 -22 13 9 AB 16 0 9 7 15 27 -12 9 10 EB/Streymur 16 1 3 12 12 46 -34 6 FC Suðuroy - Víkingur 1-3 (0-2) 0-1: Philip Djordjevic 37. 0-2: Andreas Lava Olsen 40. 1-2: Christian Ibeagha 45. 1-3: Hjartvard Hansen 89. Dómari: Lars Müller FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred ■, Christian Ibeagha (Eiler Brattalíð, 90.), Valerian Iobashvili ■, Heini Bech – Heri Kjærbo ■, Høgni Madsen – Palli Augustinussen (Tóki Mortensen, 79.), Salmundur Bech, Jón Krosslá Poulsen (Teitur Mortensen, 76.) – John Tordar Poulsen Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 70.), Hans Jørgen Djurhuus – Andreas Lava Olsen ■ (Hjartvard Hansen, 88.), Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic (Dánjal Pauli Lervig, 90.) – Finnur Justinussen   EB/Streymur - HB 0-3 (0-1) 0-1: Christian R. Mouritsen 12. 0-2: Levi Hanssen 60. 0-3: Andrew av Fløtum 66. Dómari: Kári J. á Høvdanum EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen ■, Egil á Bø ■, Marni Djurhuus, Tóki H. Johannesen (Rasmus Dan Sørensen, 80.) – Arnar Dam (Rói H. Olsen, 69.), Rógvi Egilstoft Nielsen – Brian Olsen ■, Niels Pauli Danielsen, Ragnar Danielsen – Jan á Høgaryggi (Jens Michael Jensen, 69.) HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Fróði Benjaminsen René S. Joensen ■, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Heini Vatnsdal ■ – Christian R. Mouritsen (Heri H. Mohr, 64.), Heini Vatnsdal, Rókur Jespersen (Adrias Justinussen, 39.) – Andrew av Fløtum (Arnbjørn Hansen, 79.)  NSÍ - TB 0-0 Dómari: Petur Reinert NSÍ: Andras Gango, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Hákun Edmundsson (Meinhard Olsen, 70.), Haraldur R. Højgaard (Jens Joensen, 46. ■) – Jónhard Frederiksberg (Jann Martin Mortensen, 66.), Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen TB: Ivan Stojkovic – Carl Mikkjal Bech, Reynir Magnússon, Teitur Olsen, Ragnar Joensen (Patrik Johannesen, 65. ■) – Martin Tausen, Heine Mortensen – Eirikur Magnusarson Ellendersen, Rógvi Joensen, Andri Freyr Björnsson – Teitur Justinussen ■ ÍF - AB 3-3 (0-2) 0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 22. 0-2: Kristin R. Mouritsen 32. 1-2: Nenad Saric 62. 1-3: Hørður Mohr 78. 2-3: Clayton Soares 87. 3-3: Bartal Eliasen 91. Dómari: Alex Troleis ÍF: Predrag Markovic (Hallgrímur Gregersen Hansen, 49.) – Frank Poulsen (Leivur Joensen, 46.), Bartal Eliasen, Áki Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Nenad Saric – Fritleif í Lambanum (Dánjal á Lakjuni, 46.), Ari Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen ■ – Clayton Soares AB: Niklas Thomsen – Bárður Olsen ■ (Jónas Stenberg, 72.), Dmitrije Jankovic ■, Rói Danielsen ■, Beinir Ellefsen – Andras B. Vágsheyg (Hørður M. Mohr, 28.), Kári Nielsen ■ – Álvur F. Christiansen, Mikkjal T. Hentze ■ (Karstin Højgaard, 66.), Kristin R. Mouritsen – Jógvan Skeel Nolsøe Rógvi Dam EB/Streymur Einki at skriva um, ein lorta dystur. Saman standa vit sterk fjepparin hagtøl 16. umfar Sæbjørn Leiti íf Ringur dystur komu afturúr 3-1 men so var tað gott st dómarin legi 6 min afturat so vit fyngu javna til 3-3. Koyr á ÍF fjepparin Allan Smedemark tb Ein javnleikur á utivølli ímóti oddaliðnum, og fyrstu ferð NSÍ fara av vøllinum uttan at skora síðani 3. umfar, er avgjørt góðtikið! Nú gera okur klárt at taka ímóti EB/Str á jóansøku! Verið øll vælkomin suður á jóansøku! fjepparin Myndir: Sigmar Mørkøre Allan Enghamar hb Easy day at the office. Áttu allan dystin og sigurin kundi bara verða størri. fjepparin Metið verður ikki tikið 67 stig vann B36 sær í 2011, og hetta er met. Og nú er greitt, at metið verður ikki tikið í ár. Javnleikurin hjá NSÍ ber við sær, at teir í mesta lagi kunnu hava 66 stig, tá kappingarárið er av.