Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Neli Heldarskarð Leygardagin gav TB eina hjálpandi hond til B36, tá ið tað eydnaðist tvørámonnum at fáa javnleik á útivølli ímóti oddaliðnum, NSÍ. Fyri B36 merkti hetta, at møguleiki var at koma ájavnt við NSÍ í stigum, um tað eydnaðist at vinna ímóti KÍ í Gundadali. Seinast liðini hittust var í fimta umfari, har B36 vann 1-0. Ta ferðina skoraði Jákup á Borg upp á brotsspark, sum Henry Heinesen framdi, og tann søgan endurtók seg eisini í gjár. Áhugaverdar broytingar vóru at síggja á báðum lið­ unum. Hjá B36 var Hørður Askham skaddur, men tað er ikki heimsins undir­gang­ur, tá ið liðið hevur U21-lands­ liðsliðskiparan, Andrias H. Eriksen, at seta inn í mið­ verjuna. Eisini var tað vanligi vongurin, Hanus Thorleifs­ son, ið byrjaði sum áleyp­ari. Ibrahima Camara hevur ikki roynst væl hjá árstals­felag­ num í ár, og tí varð hann settur á bonkin. Hjá KÍ var greitt, at nýggj sentral miða skuldi finn­ast orsakað av, at Atli Danielsen er burturstaddur, og at Evrard Blé ikki spælir í felag­num longur. Loysnin hjá Mikkjali Thomassen, KÍ- venjara, var at seta Hjalgrím Elttør og blaðunga Jákup B. Andreasen inn ístaðin. Undan dystinum hevði KÍ vunnið 10 stig út av 12 møgu­ligum í fýra teimum sein­astu dystunum. Tískil var lagt upp til ein javnan og spenn­andi dyst í Gundadali, og tað bleiv tað eisini. Men mun­urin var tann, at Lukasz Cieslewicz spældi í hvítari B36-troyggju og ikki í bláari KÍ-troyggju. Hart spældur fyrri hálvleikur KÍ byrjaði dystin nógv betri. Klaksvíkingarnir tyktust bæði grammari og neyvari enn heimaliðið, og eisini høvdu teir fleiri málkjansir. Bæði Kenan Hajdarevic og Jóannes Bjartalíð komu til góðar málmøguleikar, men hvørgin teirra megnaði at raka málið, tá ið mest stóð á. Fyrri hálvleikur fer tó fyrst og fremst at standa eftir sum ein hálvleikur, ið varð merktur av sera hørð­ um spæli. Ikki færri enn seks gul kort blivu givin, og tað kundu verið enn fleiri. Menn tyktust at vera ógvu­ liga uppsettir, men tá ið dóm­ ara­avgerðir ikki fullu teirra veg, kom sinnið ofta í kók hjá fleiri av leikarunum. Lukasz Cieslewicz, Andrias Eriksen og Ísak Simonsen fingu allir gult fyri ov ógvusligar takk­lingar, meðan Tórður Thomsen og Henry Heinesen fingu ostaflísuna fyri kjafta­ slit. Liðini settu hol á Hóast KÍ hevði leikligu yvirvágina í fyrra hálvleiki, var tað B36, ið legði seg á odda. Benjamin Heinesen skall­aði ímóti málinum, og tá ið Henry Heinesen valdi at verja við hondini, hevði dóm­arin, Eiler Rasmussen, ikki annað val enn at peika á brotssparksblettin. Hend­ ingin hendi beint aftaná, at Henry hevði fingið gult kort, og tí var høgri bakkurin hjá KÍ sera heppin, at hann ikki fekk sítt seinna gula kort í hesi støðuni. Jákup á Borg var sum vant ósvikaliga trygg­ur, og setti hann brots­ sparkið í netið. 1-0 til heima­ liðið. Gleðin var tó stokkut. KÍ helt áfram við at trýsta, og trýggjar minuttir eftir málið hjá B36 gav trýstið úrslit. Aftaná deyðbóltsstøðu mis­ eydn­aðist tað hjá Lukasz at sparka bóltin av vandaleið, og so takkaði Heðin Klak­ stein, sonur Eyðun Klakstein, B36-venjara, fyri og smekk­ aði bóltin í netið til 1-1. Tað skuldi tó vísa seg, at Lukasz kom sterkt aftur aftaná hesa villu. KÍ hevði kjansirnar Tá ið meistaraliðið ikki er á sínum vanliga støði er al­neyðugt hjá mótstøðu­ lið­num at gagnnýta hetta. Tað gjørdi KÍ leikliga, men ikki úrslitar­liga. Tíðliga í seinna hálv­leiki hevði KÍ fleiri góðar málmøguleikar. Heðin Klakstein hevði gott langskot, Jóannes Bjartalíð fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Tórður Thomsen Byrjaði illa og hevði fleiri vána­lig útspørk. Serliga í seinna hálvleiki var skilið tó betri, har ið hann hevði nakrar týdningar­ miklar bjargingar. 3 Høgni Eysturoy Kom ikki so nógv framvið, sum hann vanliga ger. Var tó tryggur í verjustøðu. 3 Andrias Eriksen Hevði stórar trupulleikar av Kenan í fyrra hálvleiki, men spældi seg væl upp í seinna hálv­leiki, har hann millum annað bjarg­aði á málstrikuni. 3 Oddmar Færø Gjørdi onkran feil í fyrra hálv­leiki, men javnaði tað út í seinna, har hann mangan stóð á røttum staði. 3 Benjamin Heinesen Spældi á vinstra bakki. Tók fleiri góðar túrar frameftir vøllinum og átti lut í brotssparkinum, sum B36 fekk. Eisini góðkent defensivt avrik. 2 Eli F. Nielsen Ikki hansara dagur. Gjørdi eina ørgrynnu av fríspørkum, og tað var merkisvert, at hann ongan­tíð fekk gult kort. 3 Róaldur Jacobsen Kom ikki so nógv framvið sum van­ligt, men spældi ofta væl frá sær á miðuni. Miðal avrik. 3 Jákup á Borg Tók eini 20 minuttir, áðrenn hann kom inn í dystin. Skoraði mál upp á brotsspark og inn­ sats­urin var sum altíð 100% fyri hjarta­felagið. 4 Hans Pauli Samuelsen Serliga í seinna hálvleiki var hann ein støðug hóttan, har hann hevði nógvar naskar málroyndir. Tvær ferðir var líka við, at bólturin sang í málmeskunum. 4 Lukasz Cieslewicz Eftir linligan fyrra hálvleik, har hann kostaði eitt mál, vísti hann klassan í seinna hálvleiki og av­gjørdi dystin. Er gull verdur fyri B36. 3 Hanus Thorleifsson Er ikki nakar áleypari, men fall væl inn í spælið hjá heimaliðnum. Skapti tó ikki kjansir fyri liðið. 3 Ibrahima Camara Frásetti framherjin gjørdi tað betri enn vanligt, ta løtuna hann var á vøllinum. Spurningurin er, um hann spælir við B36 aftaná summarsteðgin… Gestur B. Dam Ov stutt inni til at fáa eina meting spælarameting Lukasz var munurin Í 2-1 sigrinum hjá B36 ímóti KÍ í gjár var tað Lukasz Cieslewicz, sum var munurin á liðunum báðum. B36 sýndi ongantíð nakað stórspæl, men tað er ikki altíð neyðugt, tá ið Lukasz Cieslewicz er á liðnum Hjalgrím aftur á besta liði Fyri fyrstu ferð síðani 17 mei var 32 ára gamli Hjalgrím Elttør at síggja á besta liðnum hjá KÍ. Seinastu vikurnar hevur Hjalgrím leikt fýra dystir við 1. deild, men nú er sannlíkt, at hann aftur fer at bíta seg fastan á besta liði felagsins. 1 til 6 Lissi Mouritsen B36 Hvat er tað ikki deiligt at verða B36ari. Einaferð og altíð! "ellars klæddi tað Mikkjal Thomassen at standa í HB - skýlinum" B er fyri besta spælið Best og nakað fyri seg 3 og 6 er besta talið hví?Tí tað er B36! fjepparin