Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 ítróttur skeyt uppum eftir fluktara og Páll Klettskarð megnaði ikki at skora, tá ið hann varð spældur púra leysur. Tað var í hesi løtuni, at KÍ-leikararnir høvdu skulað verið kaldir og skorað eitt ella kanska tvey mál. Tað gjørdi KÍ ikki, og tað varð eirindaleyst revsað av Lukasz Cieslewicz. Lukasz vísir klassan Tá ið 59 minuttir vóru leiktir fór Lukasz til stroks. Hann fekk bóltin á miðum vølli, og so setti hann ferð á. Tað hoyrdist um allan leikvøllin, at nú væntaði fjøldin, at okk­urt fór at henda. Eisini sást á KÍ-verjuleikarunum, at virðingin fyri Lukasz var stór, tí at teir bakkaðu nógv undan, áðrenn roynd varð gjørdi at steðga póllending­ inum. Aftaná langa túrin við bóltinum smeyg Lukasz sær framvið Ndende og setti bóltin í netið til 2-1. Ikki var tað í tráð við leikgongdina, men sum Jákup á Borg vísti á eftir dystin, so eru tað slík ein­staklingaavrik, ið er orsøk­in til, at feløgini keypa sær útlendingar. Aftaná leiðslumálið kom nógv meira skil á hjá heima­ liðnum, og serliga var Hans Pauli Samuelsen nær við at økja um leiðsluna í nøkrum umførum. Brekkan gjørdist tyngri hjá útiliðnum, men kortini kom KÍ framvegis til møguleikar, sum norð­oy­ ingar­nir við eitt sindur meira av hepni høvdu kunnað fing­ið mál burturúr. Millum ann­að hevði Hjalgrím Elttør góða roynd, ið varð bjargað á sjálvari málstrikuni av Andriasi Eriksen. At enda var tó ikki tann heilt stóri ivin um endaliga úrslitið, hóast heili seks minuttir vórðu lagdir afturat vanligu leik­tíðini. B36 vardi væl seinastu løtuna, og tí stóðu føroya­meistararnir eftir við trimum týdningarmiklum stigum, ið als ikki vórðu vunnin á snøggasta hátt. Men tað eru mál, sum avgera fót­bólts­dystir. Tað stutta av tí langa er, at í gjár var KÍ- liðið ikki nóg dugnaligt at skjóta mál. Útlendingar skulu vera betri enn teir heimligu Ikki er tað fyrstu ferð, at Lukasz Cieslewicz á slíkan hátt avgerðir dystir fyri B36. Pól­lendingurin hevur fram­ úr góðan bóltførleika, góða krops­styrki og eina renni­ ferð, ið teir fægstu før­oysku leikararnir klára at fylgja við í. Av tí sama er tað sjálv­ sagt, at B36 júst hevur longt um sáttmálan við sína allar størstu stjørnu. Málið hjá B36 er at endurvinna FM- heitið, og tað er júst dystar­ av­ger­andi avrik, sum tað hjá Lukasz í gjár, sum í nógvum førum kann vera munurin á, um liðið fær eitt ella trý stig, ella eitt 2. pláss ella eitt meistara­heiti. Av logiskum orsøkum kosta útlendskir leikarar meira enn teir føroysku, og tí verð­ur eisini væntað av teim­um, at teir eru betri enn teir heimligu leikararnir. Lukasz lýkur hesa treytina, men tað er tað ein annar út­lend­ingur í B36, sum ikki ger tað. Ibrahima Camara, framherji, hevur havt eitt hálvgum vánaligt kapp­ingar­ ár í ár, og hevur støðið hjá honum snøgt sagt ikki verið nøktandi. Í gjár varð Camara settur á bonkin fyri ein mann, sum als ikki er áleyp­ ari, og tað er eitt greitt signal um, at B36 hevur ein trupul­ leika á fremsta pláss­inum. Leysa­søgur vilja eisini vera við, at felagið arbeiðir við at finna nýggjan áleypara, og tí verður spennandi at síggja, um Camara framvegis er at finna í árstals­felagnum eftir summar­steðgin. Ongin ivi er um, at B36 má spæla væl betri enn tað, ið liðið gjørdi í gjár, um FM- heitið skal endurvinnast. Men í gjár varð prógvað, at liðið hevur ein trumf, sum kann avgera dystir, hóast liðið ikki spælir væl – og tann trumfurin eitur Lukasz Cieslewicz. neli@sosialurin.fo fótbóltur Onkuntíð gjørdist tað harða spæli kanska eitt sindur ov nógv av tí góða, men tað er framúr hjá áskoðarunum at síggja, at menn kempa fyri sakini! Tað kostar nøkur gul kort av og á. Serliga í fyrra hálvleiki gramdu leikararnir seg ov nógv inn á dómaran. Hetta kostaði eisini tvey gul kort til ávíkavist Tórð Thomsen og Henry Heinesen. 2 Meinhardt Joensen Átti ongan lut í málunum, sum fóru ígjøgnum. B36 rakti ikki KÍ-málið ofta, og tí er ringt at finna nakað jaligt ella neiligt um avrikið hjá KÍ-málverjanum. 2 Henry Heinesen Sum heild spældi hann ein fínan dyst, men hann kostaði dýrt, tá ið hann brúkti hond í egnum brotsteigi og gjørdi brotsspark. 3 Jonas Flindt Rasmussen Sum vant vann hann nógvar luftbóltar og dirigeraði væl. Tó ikki nakað fullkomið avrik. 3 Ndende Adama Gueye Stóð ofta á røttum staði og fekk ruddað burtur. Megnaði tó ikki at steðga Cieslewicz í samband við seinna málið hjá B36. 4 Ísak Simonsen KÍ hevur fleiri kandidatar til plássið á vinstra bakki, og ein teirra er Ísak Simonsen. Kom mangan framvið og hótti við góðum innleggum. Gott avrik. 3 Jákup B. Andreasen Byrjaði ikki væl, men spældi seg væl upp sum dysturin fráleið. Ein ungur leikari, sum klaksvíkingar kunnu vænta sær nógv av í framtíðini. 3 Hjalgrím Elttør Spældi við á besta liðnum fyri fyrstu ferð síðani 17 mai. Spæligleðin var avgjørt tilstaðar, og spældi hann ein fínan dyst á miðuni. Tó kom onki avgerandi frá honum. 3 Jóannes Bjartalíð U21-landsliðsleikarin hevði fleiri góðar deyðbóltar og góðar sendingar ígjøgnum dystin. Hevði eisini tveir stórar málkjansir, sum hann burdi skorað uppá. 4 Heðin Klakstein Er blivin ein sannur profilur á KÍ-liðnum. Skoraði í fyrra hálvleiki og hevði eisini eitt framúr langskot í seinna hálvleiki, ið varð bjargað væl av Tórði Thomsen. 4 Kenan Hajdarevic Nú byrjar av álvara at líkjast hjá Kenan. Gav ofta B36-verjuni høvuðbrýggj og dugdi væl at brúka kroppin. Kundi skorað okkurt mál við eitt sindur meira av hepni. 2 Páll Klettskarð Var ikki serliga eyðsýndur, brendi ein 100% málmøguleika og bleiv borin skaddur av vøllinum. Ikki hansara dagur. spælarameting Mikkjal fekk reytt Stór ónøgd var á KÍ-bonkinum, tá ið B36 fekk brotsspark. Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, gramdi seg somikið nógv, at hann bleiv vístur út um girðingina at standa. Hann sat síðani í HB-skýlinum og hugdi eftir restini av dystinum. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 B36 - KÍ 2-1 (1-1) 1-0: Jákup á Borg br 1-1: Heðin Klakstein 2-1: Lukasz Cieslewicz Dómari: Eiler Rasmussen B36: Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen ■, Odmar Færø ■, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen ■, Eli F. Nielsen – Jákup á Borg (Ibrahima Camara, 72.), Hanus Thorleifsson (Gestur B. Dam, 85.), Hans Pauli Samuelsen – Lukasz Cieslewicz ■ KÍ: Meinhardt Joensen – Henry Heinesen ■, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Ísak Simonsen ■ – Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen (Jóannes K. Danielsen, 68.), Heðin Klakstein (Sørmundur Kalsø, 88.) – Páll Klettskarð (Tórur Justesen, 57.), Kenan Hajdarevic ■ Kristian Joensen kí Sat og lurtaði umborð a Norrønu, men trúgvi stadivekk upoá FM. Koyr á KÍ fjepparin