Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Vágamenn kiksaðu á heimavølli Lukasz ímóti lítla beiggja sínum B68 fekk fult á útivølli, og nú eru tað fleiri, sum kappast um plássið aftanfyri toppliðið á Skála Jóannes Hansen Tað var eingin ivi, tá ið Skála leygardagin hevði vitjan av B71. Sandoyingar noyddust til hús aftur við ongari úr­ tøku. Harvið er Skála fram­ vegis greitt á odda. Tað eru níggju stig og betri mál­mun­ ur aftur til B68, sum er á triðja plássi. Longu tá ið ein hálv­ ur tími var farin, var Skála frammanfyri 2-0. Mál­skjútt­ ar í 1. hálvleiki vóru Brian Jacobsen og Jákup Johansen, sum áður hevur roynt seg í bestu deildini fyri ÍF. Tá ið tað restaði eitt korter, stað­ festi Brian Jacobsen 3-0 heima­sigurin. Brian er toppskjútti í næst­bestu deildini. Hann hevur skorað fimtan mál. Har­við restar miðaltalið hjá honum lítið í at vera 1,0 fyri hvørt umfarið. Skála sigurin varð eyka søtur, tá ið tað frættist, at tað ikki hevði eydnast 07 Vest­ur at vinna fulla úrtøku. Tað var eitt sindur óvæntað, tí gestir í Sandavági vóru teir næstbestu hjá AB. Stóri­pinnur hevði bara við tvær ferðir runt, so vísti mál­talvan 1-0 til 07 Vestur. Jovan Radinovic-Panic legði horna innfyri, og við nærra stólpa stýrdi miðverjin Emil Mikkelsen bóltin í málið, og so var heimaliðið framman­ fyri og á sigurskós. Men vágamenn høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, tá ið tað aftur stóð á jøvn­um. Karstin Højgaard, sum nú er um at fáa fótin fastan aftur á besta liðnum, var málskjútti. 07 Vestur strídd­ist nógv fyri at endur­ vinna leiðsluna, og tað vóru møguleikar til tað, men tað eydnaðist ikki at skora, og so endaði tað javnt. At 07 Vestur ikki megn­ aði fulla úrtøku bar við sær møguleika til tofta­menn at lyfta seg nærri uppflytingar­ plássi. Tað eydnaðist B68 at vinna, men tað stóð nógv á. Toftamenn vóru í Leirvík, og tað eydnaðist at fara til hús aftur við 1-0 sigri. Gøtu­maðurin á B68 liðnum, Martin Olsen, skoraði einsa­ malla málið í síðstu sekund­ unum í 1. hálvleiki. Eftir at tað í fleiri umfør hevur sæð minni gott út, so er pláss omanfyri upp­ flytingar­strikuna ikki so langt burtur hjá B68. Tað eru fýra stig fram til 07 Vestur, men tá skal havast í huga, at 07 Vestur hevur spælt ein dyst fleiri enn B68. Í løtuni er næstbesta lið­ ið hjá KÍ tað, sum er best fyri. Leygarkvøldið hevði KÍ vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Bæði liðini verða roknað at vera menningarlið, og teir eru fleiri ungir og evna­ríkir spælarar, sum fegnir vilja vera við til at manna liðið. KÍ vann 5-1. Harvið hava klaksvíkingar vunnið fulla úr­tøku fimm tær seinastu ferðirnar við samantalda mál­muninum 25-3! KÍ hevur nú vunnið seg upp á fjórða plássið. Stóri málskjúttin er Jóannes K. Danielsen, sum hevur skorað 13 mál og nú er tvey mál aftanfyri topp­ skoraran. Hvussu tað verður við málskjótingini á næst­ besta liðnum hjá Jóannesi K. Danielsen fæst at síggja. Tað kann væl vera, at hann fer at spæla alt meiri á besta liðnum og harvið ikki verður so drúgvur á næstbesta lið­ num. B36 er næstniðast og und­ ir strikuni. MB er aftast. Hesi bæði liðini hittust í Gunda­ dali leygardagin. Tá ið hálvur tími var farin, var støðan 3-0, og spurningurin tóktist vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. So vendi tað ordu­liga. Tá ið tað restaðu níggju minuttir, minkaði MB um munin fyri aðru ferð. Tað endaði 3-2 til B36, men tað leyp millum lítið og einki av. Sigurin ber við sær, at tað nú bara er eitt stig frá B36 og upp til áttanda plássið og Víking. Tað eru trý umfør eftir, áðrenn næstbesta deildin 4. juli fer í summarfrí. joannes@sosialurin.fo 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Skála 16 12 3 1 44 12 +32 39 2 07 Vestur 17 10 4 3 43 21 +22 34 3 B68 16 9 3 4 31 15 +16 30 4 KÍ II 16 9 0 7 46 30 +16 27 5 B71 16 7 5 4 27 23 +4 26 6 AB II 16 7 4 5 23 21 +2 25 7 NSÍ II 16 5 1 10 27 30 -3 16 8 Víkingur II 15 3 4 8 13 21 -8 13 9 B36 II 16 2 6 8 13 47 -34 12 10 MB 16 0 2 14 10 57 -47 2 Myndir: Sigmar Mørkøre Føroysku meistararnir úr B36, skulu í fyrsta undan­ um­fari til Champions League spæla ímóti The New Saints úr Wales. Merkis­vert er, at lítli beiggin hjá B36 profil­inum, Lukasz Cieslewicz spælir á walisiska liðnum. Adrian Cieslewicz, sum lítli beiggi Lukasz eitur, spældi eitt skifti í fjør á lið­ num hjá B36. Millum ann­ að var hann við, tá felagið spældi í Europa League, um­framt tann sein­asta dystin undan summar­ steðg­inum í fjør. B36 spælir fyrsta dystin á heimavølli móti walisiska liðnum. Hann verður spæld­ur antin tann 30 juni ella 1 juli. Seinni dysturin verður í Wales eina viku seinni. andre@sosialurin.fo 07Vestur - AB 1-1 (1-1) 1-0: Emil Mikkelsen 3. 1-1: Karstin Højgaard 8. Reytt kort: Sørin N. Samuelsen AB 90. (beinleiðis reytt) B36 - MB 3-2 (3-0) 1-0: Tór av Skarði 2. 2-0: Pætur J. Petersen 7. 3-0: Tór av Skarði 29. 3-1: Ingi W. Joensen 68. 3-2: Henning S. Joensen 81. Víkingur - B68 0-1 (0-1) 0-1: Martin Olsen 45. Skála - B71 3-0 (2-0) 1-0: Brian Jacobsen 16. 2-0: Jákup Johansen 29. 3-0: Brian Jacobsen 75. KÍ - NSÍ 5-1 (3-0) 1-0: Jóannes K. Danielsen 28. 2-0: Eivindur Sørensen 39. 3-0: Steinbjørn Olsen 40. 4-0: Jóanis V. Petersen 48. 5-0: Gunnar Christiansen 57. 5-1: Meinhard Olsen 80.