Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juni 2015 · Nr. 70 ítróttur ■ AB fara argir heim til Argir ( ÍF - AB ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: KÍ hevur beina kós móti FM Vendsyssel hyggur eftir áleypara í Føroyum Páll endaði á sjúkrahúsinum KÍ kvinnurnar vunnu sunnu­ dagin aftur ein sannførandi sigur í bestu kvinnudeildini, og eru tíggju stig á odda í deildini Tveir dystir vóru sunnu­ dagin í bestu kvinnu­deild­ ini í fótbólti. Í Gøtu spældi felags­ liðið ÍF/Víking­ur móti ver­ andi føroya­meistar­unum úr KÍ, og har var eingin ivi um, hvat betra liðið var. KÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur, har øll málini hjá KÍ kvinnunum komu í fyrra hálvleiki. Afturat veteraninum, Malenu Josephsen, so skor­aðu systrarnar, Maria K. Thomsen og Ása K. Thomsen eisini hvør sítt mál fyri KÍ. Sigurin ber við sær, at KÍ kvinnurnar nú eru tíggju stig á odda í deild­ ini. Tískil bendir alt á, at KÍ kvinnurnar í ár, koma at vinna sítt sekstanda FM heitið á rað, og koma at økja um heimsmetið hjá sær. Hin dysturin í bestu kvinnudeildini var í Havn, har felagsliðið úr AB/B36 tók ímóti HB. Tann dystin vunnu HB kvinnurnar við sann­før­ andi 5-0 sigri. Tær sum skutu málini fyri HB vóru Elin Maria Isaksen, Heidi Sevdal, Hildur Egilsdóttir, Milja R. Simonsen og Lív F. Arge. HB kvinnurnar liggja á ein­um triðja pláss­ ið í bestu kvinnu­deildini. andre@sosialurin.fo Stigatalvan í 1.deild hjá kvinnum sær soleiðis út: Nummar 1: KÍ – 34 stig Nummar 2: EB/Streymur/Skála – 24 stig Nummar 3: HB – 17 stig Nummar 4: ÍF/Víkingur – 8 stig Nummar 5: AB/B36 – 3 stig Venjarin hjá Halli Hansson í Vendsyssel, var í Føroyum í vikuskiftinum, har hann hevði eyguni úti eftir føroyskum áleypara André Olsen Góðu avrikini á føroyska lands­liðnum í seinastuni, hava latið dyrnar upp fyri før­oysk­um leikarum í altjóða fót­bólti. Í vikuskiftinum var venj­ arin hjá Halli Hansson í Vendsyssel FF, Ove Christen­ sen, í Føroyum, har hann sum skilst hevði eyguni úti før­oyskum áleyparum. Ove Christensen var leygar­dagin millum áskoð­ arar­nar í Runavík, har NSÍ og TB spældu málleysan javn­leik. Áleyparin, sum hevði serligan áhuga hjá Ove Christensen var NSÍ fram­ herj­in, Klæmint A. Olsen. Og sunnudagin var Ove Christensen millum áskoð­ ararnar í Gundadali, har tað serliga var ein leikari sum hevði áhuga hjá Vend­ syssel venjaranum. Tað var profilurin á B36 lið­ num, Lukasz Cieslewicz. Afturat Lukasz, so kann tað eisini hugsast, at báðir áleyp­ararnir á KÍ liðnum, Páll Klettskarð og Kenan Hajdarevic, ið báðir hava royndir frá donskum fót­ bólti, eisini kunnu vera aktu­ ellir. Tískil kann tað henda, at onkur áleypari í føroysku kapp­ingini, fer at spæla í næstbestu donsku deildini, tá kappingin byrjar aftur um gott og væl tveir mánaðar. andre@sosialurin.fo nsi.fo Vit vita, at í fótbólti koma dagar sum hesir, so tað er bara beinanvegin at leggja hetta afturum og savna tankarnar uppá truplu uppgávuna, sum stendur fyri framman í Klaksvík fríggjakvøldið. hb.fo Tí var tað óluksáliga irriterandi, at Rókur skuldi taklast so illa, at hann eftir bara 39 minuttir mátti lata seg skifta út. Adrian kom inn ístaðin, men tað bleiv okkara lið einki veikari av. nordlysid.fo Í dag kostaði tað, meðan B36 í Lukasz Cieslewicz hevur kanska tann størsta einstaklingin í Effodeildini, sum kann avgera dystin, hóast hann bara fær ein møguleika til hetta. Hann bleiv eisini munurin á liðunum í dag, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. heimasíðurnar skriva... Áleyparin á KÍ liðnum, Páll Klettskarð, endaði dystin sunnu­dagin á sjúkra­hús­ inum, eftir at hann meiddi sær fótin illa undir dystinum. Tað var eftir eina støðu í seinna hálvleiki, at KÍ áleyp­ arin, Páll Klettskarð, mátti berast av vøllinum á børu. Seinni kom sjúkrabilurin eis­ ini eftir Páll Klettskarð, og tí bendi alt á, at Páll helst hevði brotið beinið. Men boðini sum Páll fekk á Landssjúkrahúsinum, vóru tíbetur hampuliga góð. Páll sigur í stuttari við­ merking við Sosialin, at fót­ urin er lagdur í gips, men at hann helst ikki er brotin. – Eg var á skaðastovuni eftir dystin sunnudagin, og fót­urin er fyribils lagdur í gips. Fóturin er tó ikki brot­ in. Eg skal aftur til kann­ing­ ar fríggjadagin, og tá fái eg nærri at vita, hvat ið skal henda við fótinum. – Greitt er tó, at Páll Klett­ skarð ikki verður á KÍ lið­ num fríggjakvøldið, tá teir á heimavølli móti NSÍ skulu spæla seinasta dystin áðrenn summar­steðgin. andre@sosialurin.fo fótbóltur