Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 23 1. Navn: – Anna Petra Poulsen, róðurskvinna á Lómi. 2. Yrki: – Arbeiði á Tryggingarfelagnum. 3. Lýs teg sjálvan við trimum orðum. – Ótolin, illsint og sløv. 4. Ert tú a ella b menniskja? – B menniskja. 5. Roykir tú? – Ja. 6. Um tú kundi bjargað einum klædnaplaggi úr tínum skápi, hvat hevði tað so verið? – Eg passi onki, sum liggur í skápinum hjá mær, so eg hevði ikki tímað at bjargað nøkrum. 7. Hvat slag av fartelefon hevur tú? – Nokia. 8. Um tú hevði verið ein karamella, hvat slag hevið tú so verið? – Toms Guldkarameller. 9. Hvørja árstíð dámar tær best og hví? – Summarið, tí tá er ongin kavi og kappróðurin er. 10. Um tú var landsstýrismaður, hvat málsøki hevði tú so viljað umsitið? – Fíggjarmál. 11. Hvussu ofta kannar tú teldupost? – Hvønn dag . 12. Um tú kundi gjørt eina samfelagsliga broyting, hvør hevði hon verið? – Meira pengar til heilsuverkið. 13. Hvør er uppskriftin til eitt hugnaligt kvøld? – Vera saman við vinkonunum, lekran mat og so ein túr í býin. 14. Um tú kundi dansað við einum persóni, hvønn hevði tú so valt? – Sjeikinum. 15. Lýs ólavsøkuna við trimum orðum. – Ball, kappróður og hugni. 16. Hvørja hending minnist tú best? – Tá vit hingu fastar í startinum av róðrinum á Jóansøku í ár. Tað var ræðuligt. 17. Hvat øsir tú teg upp um? – Smáting, alt. 18. Hvar vildi tú helst búð: Í Kanada ella Egyptalandi? – Kanada. 19. Hvat slag av tannkremi brúkar tú? – Colgate. 20. Hvønn hevði tú hugsað tær at sæð sum Føroya løgmann? – Anfinn Kallsberg. Handan rógvaran Ongin skrúðgonga til Heina Fyri fyrstu ferð í 20 ár verður Heini O. Heinesen ikki við í ólavsøkuskrúðgonguni. –Tað verður ein saknur í tí, sigur fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin, sum als ikki ætlar sær á ólavsøku í ár Fyri fyrstu ferð í 20 ár verður Heini O. Heinesen ikki við í ólavsøkuskrúðgonguni Mynd: Jens Kr. Vang SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ólavsøkan í ár verður heilt øðrvísi enn seinastu 20 árini fyri fyrrverandi tjóðveldistingmannin, Heina O. Heinesen. Í ár verður hann nevniliga ikki við í ólavsøkuskrúðgonguni. Hetta er fyrsta ferðin í 19 ár, at hann ikki verður við eftir, at hann varð valdur inn á ting fyri næstan 20 árum síðani. – Einaferð skuldi tað jú enda, og tað verður ein saknur í tí, sigur Heini O. Heinesen. Hátíðarligt Tjóðveldistingmaðurin ásannar, at tað er ein heilt serligur dámur yvir ólavsøkuni, tá allir tingmenninir fara gangandi frá kirkjuni og niðan á Tinghúsvøllin. – Tingið kemur saman, man fer í kirkju, og so kemur løtan tá tingið verður sett. Øll tingfólk eru í stívasta puss, og tað er ikki gerandisdagur, so tað er ein serligur hátíðardámur yvir ólavsøkuni, fortelur Heini O. Heinesen. Hann sigur seg ikki minnast, at tað nakrantíð hevur verið ringt veður, tá skrúðgongan skuldi gangast. – Onkuntíð hevur tað kanska verið eitt sindur kalt, men tað hevur ongantíð, sum eg minnist, regnað illa, sjálvt um tað nógvar ólavsøkur er komið nógv regn. Altíð við Tær 19 ferðirnar tað hevur follið Heina O. Heinesen í lut at vera við í ólavsøkuskrúðgonguni, hevur hann eisini verið til staðar. – Eg kundi ikki hugsað um at lagt feriuna soleiðis, at eg var burtur á ólavsøku. Sjálvt um tú ikki hevur møtiskyldu í tinginum, so havi eg altíð verið við á ólavsøku. Ólavsøkan er líkasum prikkurin yvir i´num, greiðir fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin frá. Men í ár verður so øðrvísi fyri Heina O. Heinesen. Hesuferð verður hann ikki ein partur av ólavsøkuskrúðgonguni ólavsøkudag. – Tað fer heilt vist at kennast løgið. Kanska serliga tí hesum hevði eg ikki heilt roknað við, sigur hann og vísir á, at tá hann varð valdur í 2002, so hevði hann væntað at sita valskeiðið út. Hesuferð roknar hann við, at tingsetan og ólavsøkuskrúðgongan verða sædd í sjónvarpinum. – Eg rokni ikki við, at eg yvirhøvur fari á ólavsøku í ár. Eg var sjáldan áðrenn, eg varð valdur inn á ting, men nú havi eg ongar ætlanir um tað, sigur Heini O. Heinesen, sum tó leggur afturat, at alt kann broytast. Og um so er, so kann tað væl vera, at hann ger eitt legg framvið Havnini ein av ólavsøkudøgunum. C M Y K 23 22