Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgmaður og Kári P. Høj­gaard brotið lógina Teir hava framt eitt lógarbrot í part, men tey eru ikki so álvarsligt, at teir eiga at revsast Skálafjarðartunnilin Áki Bertholdsen Kaj Leo Holm Johanne­sen, Løgmaður og Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður, hava báðir brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna í sam­bandi. Tað er niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, nú hann er liðugur at kanna leiklutin hjá teimum báðum í sambandi við ætlanina at lata eitt pri­ vat felag gera og reka Eystur­ oyartunnilin. Hann var biðin um at kanna leiklutin hjá teimum báðum og tilsamans var hann biðin um at kanna sjey viðurskifti. Hans Gammelfoft Han­ sen staðfestir, at í fimm av viðurskiftunum er einki at finnast at. Men teir hava báðir brot­ ið lógina um ábyrgd lands­ stýrismanna í einum føri, hvør. Fjaldi upplýsingar Kári P. Højgaard breyt lóg­ ina, tá ið hann svaraði ein­ um spurningi frá løg­tings­ monnunum Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um Eysturoyartunnilin. Í hesum sambandi gjørdi landsstýrismaðurin at at lata vera við at upplýsa løgtingið um, at landsverk hevðu gjørt nýggjar metingar um, hvussu nógv ein privatur tunnil hevði kostað meiri enn ein almennur tunnil hevði kostað. Í 2012 metti Landsverk, at ein privatur tunnil hevði kostað 800 milliónir meiri enn ein almennur, men eitt gott ár seinni, metti Lands­ verk um málið av nýggjum, og nú var niður­støðan, at ein privatur Eysturoyartunnil hevði kostað 1,9 – 3,0 milliónir meiri enn ein almennur tunn­il. Men hesar upplýsingar vildi Kári P. Højgaard ikki geva løgtinginum. Hann helt ikki, at teir høvdu týdning, tí hann hevði ikki álit á teim­ um. Men tað metti Hans Gamme­ltoft Hansen, at teir høvdu, og tí átti lands­ stýrismaðurin at hava latið løgtinginum upplýsingarnar. Hinvegin stóðst ongin skaði av hesum, og løgtingið fekk røttu upplýsingarnar, tí vit í Miðlahúsinum av­ dúk­aðu metingarnar hjá Lands­verki. Harumframt var endamálið hjá Kára P. Højgaard, ikki at fjala lógar­ brot. Hinvegin var talan um groft ósketni av lands­ stýrismanninum. Løgmaður størri leiklut Hinvegin heldur kann­ing­ arstjórin at løgmaður hevur eisini brotið lógina, tí hann hevur havt størri leiklut í tunnilsmálinum, enn hann hevur givið løgtinginum fatan av. Hann hevur tvørturímóti havt avgerandi leiklut í málinum. Tað hevði hann tá ið hann gjørdi av, at avtalan um tunnilin skuldi ikki skriv­ ast undir, tí málið skuldi til nýggja politiska viðgerð Løgmaður hevur upplýst fyri løgtinginum, at hann átti hvørki lodd ella deil í avtaluni um, at fekk pri­ vata tunnilsfelagið ikki sátt­málan at gera tunnilin, skuldi tað hava eina millión í endurgjaldi. Løgmaður hevur tvíhild­ ið um, at tað var Kári P. Høj­ gaard, sum gjørdi avtaluna Hans Gammeltoft Hansen sigur, at tað í verulleikanum er løgmaður hann, sum hev­ ur gjørt avtaluna. Men kanningarstjórin staðfestir samstundis, at løgmaður hevði fulla heimild at gera tað, hann hevur gjørt Ikki revsast Hans Gammeltoft Hansen heldur, at hóast teir hava brotið lógina í einum føri í part, er brotið langtfrá so groft, at talan eigur at vera um at stevna teimum báðum fyri rættin við tí endamáli at revsa teir. Tvørturímóti heldur kanningarstjórin, at rætta og rímiliga mannagongdin er, at løgtingið tekur støðu til kanningina. – Tað er har, og bara har, at málið skal avgreiðast, sigur Hans Gammeltoft Han­ sen. Og í hesum sambandi mælir hann løgtinginum taka støðu til um tað er samt í niðurstøðunum. Og tað er bara løgtingið, sum skal gera av, hvørjar avleiðingar, hetta kanska skal fáa fyri teir báðar. Í hes­ um sambandi verður tað so løgtingið, sum skal taka støðu til, um annar av teim­ um, ella báðir, skulu hava eina átalu, og, hvussu harðlig ein átala skal vera. Hann sigur, at soleiðis plaga danska Fólkatingið at avgera slík mál, tí tað er bara í teimum heilt álvarsomu før­unum, at ráðharrar verða stevndir fyri rættin – í hesum føri er ikki talan um nakað, sum líkist tí. Kannaði 7 viðurskifti Í sambandi við hetta málið, er Hans Gammeltoft Hansen serliga biðin um at kanna sjey viðurskifti. Í hesum sambandi er niðurstøðan, at Kári P. Højgaard hevur forbrotið seg í punkti fýra, og løgmaður hevði brotið lógina í sambandi við punkt seks. 1. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Højgaard, hevði nøkt­ andi heimild til at sam­ ráðast og skriva undir møgu­ligan sáttmála um bygging, fígging og rakst­ur av eini privatari tunn­ilsverkætlan í tíðini aftaná 1. august 2011. 2. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og við­merkingarskrivið frá em­bætisfólkum í Inn­lendis­málaráðnum, dagfest 4. juli 2013, tá løg­ tings­mál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løg­ ting­inum. 3. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum, Kári P. Høj­ gaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd lands­ stýrisins, við at sýta fyri at útflýggja Løg­tinginum sáttmálan mill­um Inn­ lendis­mála­ráð­ið og Copenhagen Infra­stru­c­ ture Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtings­ limum møguleika at fáa kunnleika til sáttmálan uttan at undirskriva trún­ aðaravtalu. 4. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sín­ um upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjar­ liga partinum av spurn­ ingunum. 5. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, er farin úr um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infra­struc­ ture Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”. 6. At kanna, hvønn leik­ lut løgmaður hevur havt í málinum um Skála­ fjarðar­tunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løg­ tinginum skeivar ella vill­ leið­andi upplýsingar. 7. At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftir­lits­ skyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóg­ gávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri. Hóast Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, heldur kanningarstjórin ikki, at tað er nokk til at stevna teimum fyri rættin Mynd: Álvur Haraldsen