Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hugburðurin innan heilsu er marg­faldur, og alt kann ikki prógv­ast í stórum kanningum. Tí hevur danska blaðið Helse bjóðað týðandi persónum at gera sínar viðmerkingar til tað, tey rópa »heilsu anno 2015«. Á heimasíðuni www.helse hesa­ ferð er tað næstformaðurin í Etiska Ráðnum í Danmark, pro­fess­arin og yvirlæknin, dr.med., Gorm Ole Greisen, ið starvast á Ríkis­ sjúkrahúsinum, ið ger við­merk­ing­ ar til spurningin. Alt verður skrásett Hann sigur, at okkara dáta verður skrásett, hvørja ferð vit eru á sjúkrahúsi, og hvørja ferð vit eru eftir resept-heilivági. Okkara cpr- nummar ger, at okkara heilsudáta kann koplast til dátu um útbúgving, arbeiði, skattskylduga inntøku og mangt annað. – Fyri at brúka hesa rúgvu av dátu er best, at nógvir granskarar fáa atgongd til hana. Granskarar skulu kritiskt kunna hyggja at metingunum hjá øðrum fyri, at vit skulu vera trygg við úrslitini. Haraftrat kunnu somu dátur end­ ur­nýtast til at svara nýggjum spurn­ingum. Gorm Ole Greisen vísir á, at tá ræður um gransking, letur eitt og hvørt úrslit upp fyri nýggjum spurningum. Men, dáta viðvíkir heilsu og sjúku hjá menniskjum, og er tí privat. Hvørja ferð ein nýggjur granskari fær atgongd, síggja tvey nýggj eygu upplýsingarnar. – Í gransking er vanligt at brúka dátu, ið er tað, sum rópt verður »pseudo-anonymiseret«. Tað merk­ ir, at navn, adressa og cpr-nummur liggja fyri seg, soleiðis at granskarin, sum arbeiðir við tølunum, ikki nýtist at kenna aftur grannan ella onkran í familjuni. Í onkrum føri er dáta »anonymiserað«, sum merkir, at navn og annað eru heilt burtur. Men, tað skal ikki nógv dáta til fyri at kunna »rokna« seg aftureftir, sum professarin og yvirlæknin tekur til. Av kyni, aldri, útbúgving og kanska av ikki so sjaldsomum sjúku­eyðkenni kunnu granskarar í øllum førum kenna seg sjálvar aftur – og kanska eisini onnur, sum viðkomandi frammanundan kenna. – Tá kunnu tað skjótt vera nógvir aðrir upplýsingar í dátuni, sum granskarin ikki kendi, og sum soleiðis verða avdúkaðir, sigur Gorm Ole Greisen. Í størri høpi finnast framvegis fleiri dátugrunnar, og við KT-hjálp er møguligt at leita eftir dátu­sam­ an­falli og soleiðis at eyðmerkja nógv fólk í senn. Vandin fyri at kenna fólk aftur í dátu avhongur av amboðunum, sum granskarin hevur at arbeiða við – og av orsøkini til at gera tað. Vandin er lítil fyri tann til­vild­ arliga granskaran, men møgu­ leik­in er stórur fyri tann KT-pro­ fessionella, sum er motiveraður fíggjarliga ella politiskt. Dátumentanin betrast Etiska Ráðið viðmælir í sínum sein­ asta útspæli, at dátumentanin skal betrast, soleiðis at allir gransk­ar­ar vita, at teir arbeiða við »trúnaðar­ góðsi« – at tað eru greið­ar reglur á hesum øki, eins og dátu­trygdin leypandi verður betrað. – Danskt heilsudáta hevur stórt virði, tí »øll eru við«. Um onk­ ur meldar seg av, er tað ikki til­ vildarligt, hvør ger tað, og hetta kann skeikla úrslitini. Gorm Ole Greisen vísir á, at við støði í granskingar-brotsverkunum hjá nasistunum, førdi Nuremberg- ætlanin í 1947 til eina reglu, sum sigur, at eitt frítt og upplýst sam­ tykki eigur at vera fyritreytin fyri vís­undaligum royndum - ella »eks­ peri­mentum« – við menniskjum. – Í 1964 varð Helsinki-fráboðanin samtykt av heimslæknafelagnum, og orðið »eksperiment« var býtt upp í terapeutiska og ikki- terapeutiska gransking. Í seinni orðingum verð­ur orðið »medisinsk gransking« (medi­cal research) brúkt. Kravið um samtykki er soleiðis gjørt breiðari. Men, er hetta so eisini galdandi fyri heilsu­dáta? Hann sigur, at Helsinki-fráboð­ anin setir fokus á leiklutin hjá lækn­um og á tær skyldir, sum lækn­in hevur. – Men, gransking í heilsu fer eisini fram av øðrum enn læknum. Eru somu etisk atlit galdandi - ella eru lækna-sjúklingaviðurskifti nak­ að serstakt? Etiska Ráðið var ikki samt í spurn­inginum um krøv og sam­ tykki. Gorm Ole Greisen, professari og yvirlækni, sigur, at tá ræður um kliniskar kanningar – ella royndir – verður sagt frá muntliga við skriv­ ligum tilfari sum grundarlagi. – Hetta hendir andlit til andlits og er bindandi. Samtykki til gransk­ing í heilsudáta verður bert møgu­ligt elek­troniskt. Eg trúgvi, at fægstu danir vilja brúka tíð upp á at seta seg inn í endamál og vandar. Vandi er fyri grunnskygni, tá vit elektroniskt skulu fyrihalda okkum til slíkar spurningar. Tí, hvussu neyvt lesa vit treytirnar, áðrenn vit klikkja á tabbarnar fyri at fáa okk­ara nýggju telefon at virka? Vandi er fyri, at krøv um sam­ tykki kunnu gerast ein koddi hjá teimum myndugleikum, sum skulu tryggja, at granskingarendamál eru týdningarmikil, og at hættirnir eru vandaleysir. – Eg haldi, at vit sum samfelag skulu brúka tær reglur, ið longu eru, og at vit skulu gera reglurnar enn betri, sigur professarin og yvirlæknin, dr.med., Gorm Ole Greisen. Kelda: www.helse.dk Hvussu tryggir eru okkara persónsupplýsingar? heilsa Gransking í heilsudáta – Kunnu vit vænta navnloysi? D-vitaminur móti tunglyndi Nýggj kanning styrkir ábendingina um, at samband er millum tunglyndi og lágt tal av D-vitaminum. Hinvegin hava aðrar kanningar ikki kunnað ávíst nakran samanhang. Úrslit hjá granskarum benda á, at trot av D-vitaminum í veruleikanum er knýtt at tunglyndi, men at tørvur er á enn fleiri kanningum fyri at staðfesta hetta. Nýggju kanningarnar bygdu á eina sonevnda meta-greining sum tók saman um eina røð av áður gjørdum kanningum av hesum viðurskiftum. Kanningin styrkir ábendingina um, at samband er millum tunglyndi og lágt tal av D-vitaminum. Í øllum førum er greitt, at longu nú er góð orsøk til at kanna fólk við tunglyndi fyri møguligt trot av D-vitaminum. Dr.med., Gorm Ole Greisen, professari og yvirlækni og næstformaður í etiska ráðnum í Danmark Tá ræður um gransking, letur eitt og hvørt úrslit upp fyri nýggjum spurningum