Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Sosialurin er nógv mest lisna blað í Føroyum. Tað vísa sein­astu kanningartølini frá Gallup. Í grein í blaðnum »Marknaðar­rák«, sum Gallup Føroyar og Felagið Føroysk Marknaðar­fólk geva út, skrivar Laila Hentze, stjóri í Gallup, grein um lesaratøl í før­oyska miðlaheiminum. Síðani 2010 hevur Gallup Føroyar regluliga kannað, hvussu fólk lesa bløðini. – Vit spyrja yvir 500 fólk hvørja ferð kring alt landið. Tølini verða vektað í mun til kyn, aldur og økið kring land­ið, sigur Laila Hentze í grein­ini. Seinasta kanningin er gjørd 8. til 22. apríl í ár. 541 fólk eru spurd í kanningini. Tey eru øll navnleys, og tølini eru vektað í mun til veruliga kyns- og fólkabýtið kring landið – og tendensurin er, at færri fólk lesa bløðini, sigur Laila Hentze, sum skrivar soleiðis: Dimmalætting Hyggj vit at Dimmalætting, so hevði hon ein lesaraskara millum 50-70 prosent frá 2010, til hon fór á húsagang í 2013. Dimmalætting hevði fleiri lesarar enn Sosial­urin hetta tíðarskeiðið. Dimma­ lætting byrjaði aftur virk­ semi síðsta heyst. Vit mugu hava í huga, at Dimma­lætt­ ing kemur nú bara út eina ferð um vikuna, fríggjadag, með­an Sosialurin kemur út tríggjar ferðir um vikuna – mána­dag, mikudag og fríggja­dag. Vit síggja stóran mun á lesara­tølunum nú og fyrr hjá Dimmalætting, tí hon hev­ ur ikki endurvunnið tann lesara­skaran, sum hon hevði. Í apríl 2015 lggur lesaratalið niðri á 28 prosentum. Fleiri menn enn kvinnur lesa Dimmu. Aldursbúytð er nøku­lunda javnt, tó eitt vet fleiri yvir 60 ár lesa Dimmu. Sosialurin Eftir at Dimmalætting fór á húsagang hækkaði lesara­ talið hjá Sosialinum. Har lesara­talið frá 2012-2013 lá millum 35-57 prosent av teimum spurdu, sum søgdu seg lesa Sosialin, hækkaði tað til 73 prosent og var á hædd við Dimmalætting í februar í 2013. Í november 2013 hækkaði tað til 77 pro­ sent, sum er tað hægsta lesara­talið, vit hava skrásett í Gallup indeksinum sein­ astu fimm árini. Í 2014 lá lesara­talið hjá Sosialinum støðugt á 69 prosentum. Nýggjasta Gallupindeksið fyri apríl 2015 vísir eina lítla afturgongd fyri Sosialin til 63 prosent. Kyns­býtið er rímuliga javnt, 65 pro­sent av kvinn­unum og 62 pro­sent av monn­um lósu Sosialin. Allir aldursbólkar veru væl við, tá samlaða talið liggur so høgt, men vit síggja at millum 69 og 77 prosent yvir 40 ár lesa Sosialin. Felstar lesarar finna vit í Norður­ streymoy og síðani í Suður­ streymoy. Vikublaðið Vit síggja eisini eitt fall í les­ arum hjá Vikublaðnum. Talið hevur ligið umleið 53-66 pro­ sent, men er nú fallið niður á 38 prosent í apríl 2015. Fleiri kvinnur enn menn lesa Viku­ blaðið, og tey eru eldri enn 25 ár. 53 prosent av suðuroy­ ingum lesa Vikublaðið og 48 prosent av fólkinum í Norður­streymoy. Gratisavísin Gratisavísin hevur ligið mill­ um 19 og 39 prosent, men er nú lesaratalið komið niður á 14 prosent. Fleiri kvinnur enn menn lesa hetta blaðið. SMS blaðið Lesaratølini fyri SMS-blaðið hava sveiggjað millum 14-45 hesi síðstu fimm árini. Sein­ asta lá SMS-blaðið á 15 pro­ sent­um. Kvinna Kvinna hevur ligið millum 18-34 prosent. Hesaferð er lesara­talið 19 prosent. Flest kvinnur lesa blaðið. 33 pro­ sent av kvinnunum og 7 pro­sent av monnunum lósu Kvinnu. Besta undirtøkan er í Norður­streymoy og í Suður­ oynni í mun til fólkatalið. Trúboðin Trúboðin hevur hesi síðstu 5 árini ligið á støðugt millum 10-17 prosent, og er tað ein­ asta blaðið, sum hevur eina lítla framgongd úr 12 pro­ sent­um til 13 prosent í apríl í 2015. Størri praturin av les­ ar­unum eru yvir 50 ár. Fleiri kvinnur enn menn lesa Trúboðan og besta undir­ tøkan erí Vágsbotni. Prei Prei hevur trupult við at bíta seg fast á marknaðinum og liggur nú væl aftan fyri Kvinnu. Lesaratalið liggur í apríl 2015 á 6 prosentum í mun til 9 prosent í august í 2014. Fyrsta Prei blaðið lósu 15 pro­sent, sum er tað hægsta lesara­tælið fyri Prei í Gallup indeks­inum. Ikki eru stórur mun­ur á aldursbólkunum. Lýsingarbløðini Á fyrsta plássi liggur Bónus við 50 prosentum av lesar­ unum. Á øðrum plássi ligg­ ur FK við 47 prosentum og síðani Á-handlarnir. Mikla­ garð­ur hevur 36 prosent av lesarunum og fleiri kvinnur enn menn lesa lýsingarblaðið frá Miklagarði. 27 prosent hava lisið ella hugt ígjøgnum til­boðs­blaðið frá Skemmuni. 23 prosent av lesarunum hava lisið blaðið hjá Expert, og Smyril Line hava 21 pro­ sent lisið. 19 prosent hava lisið blaðið frá Bygma Balslev. Fleags fyri hesi lýsingar­ bløðini er, at nógv fleiri kvinnu lesa lýsingarbløð enn menn, tó er Expert undan­ tikið, tí har eru fleiri menn, sum lesa teirra lýsingarblað. eirikur@sosialurin.fo 63 prosent lesa Sosialin Kanningar hjá Gallup vísa, at Sosialurin er nógv mest listna blað í Føroyum lesarakanning