Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Í mong harrans ár hevur ver­ið tosað um, at føroyska ung­dóm­inum tørvar ein ítróttar­háskúla. Á hvørjum ári síggja vit fleiri av okkara 16-17 ára gomlu fara av land­ inum at leita eftir eini øðr­vísi uppliving á einum av mongu donsku há- og eftir­skúl­ unum. Men nú stundar til, at tey kunnu velja at royna nakað øðrvísi her heima. Í september í ár verður fyrsti ítróttarháskúlin í land­inum latin upp fyri fyrstu ferð, og hann heldur til í Vági. – Tað eru fleiri føroyingar, sum fara av landinum hvørt ár á eftirskúla ella háskúla, og tey hava ongantíð havt nakran møguleika at gera okk­urt øðrvísi her heima. Tað er heilt greitt tørvur á, at vit eisini hava okkurt gott til­boð á hesum økinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu. Hava góðar umstøður í Vági At fara undir ein ítróttar­ há­skúla var ein ógvuliga natúrlig avgerð at taka hjá býráð­num. Fyri stuttum fór býráðið og Vágs Skúli undir eitt samstarv um eina ítróttar­breyt fyri næming­um í 6., 7., 8. og 9. flokki, og sein­ astu árini hava hesi ungu havt møguleika at leita sær før­leika­menning inn­an hond­bólt, svimjing og fót­ bólt. Jón Pauli Olsen, Guðrið Krosslá Mortensen og Jón Bjarnason hava staðið á odda fyri ítróttarbreytini, og eru tey øll serkønir venjarar inn­ an ávikavist fótbólt, hond­ bólt og svimjing. – Hetta hevur riggað av­ bera væl, og tí var tað í veru­ leik­anum natúrligt at taka næsta stigið, greiður Dennis Holm frá. Býráðið hevði fyri eyga, tá farið var undir at skipa ítróttarbreyt, at kanna møgu­leikarnar fyri at føra hetta víðari til ein sjálv­støð­ ugan háskúla, og nú verður hesin veruleiki innan nakra mánaðir. – Okkara fysisku um­støð­ ur eru eisini til staðar longu nú. Í Høllini á Eiðinum hava vit umstøður til hond­bólt og fótbólt, og í nýggja lang­hyl­ inum eru bæði framúr møgu­ Dreymurin er at skapa øðrvísi upplivingar Í Vági gera tey nú til reiðar at lata upp fyrsta føroyska ítróttarháskúlan, sum tekur fyrsta liðið av næmingum inn í september. – Dreymurin hjá okkum er at skapa eitt meira fjølbroytt tilboð til okkara ungu, og at fáa gagn­nýtt tað menniskjaliga tilfeingið vit hava her til fulnar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu »Í nýggja langhylinum eru bæði framúr møguleikar fyri svimjing, eins og eitt nýtt fitnesssentur« Ítróttarháskúlin í Vági Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu