mikudagur 24. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. juni 2015 · Nr. 71
Ítróttarháskúlin í Vági
Savnsmyndir
leikar fyri svimjing, eins og
har eisini verður eitt nýtt
fitnesssentur,
sum
eisini
kann gagnnýtast av teimum
ungu á háskúlanum, sigur
Dennis Holm.
Hann vísir á, at Vágur er
til reiðar til at taka ímóti hes
um ungu.
– Vit hava ikki tørv á
at byggja millióna bygn
ingar fyri at fara undir
ítróttarháskúlan. Vit eru til
reiðar at gera ein frálíkan
skúla við tí sum vit hava,
vísur hann á.
Tey ungu fáa
øðrvísi avbjóðingar
Tey, sum standa á odda fyri
ítróttarháskúlanum í Vági,
hava sett sær fyri at tryggja,
at tey ungu fara at minnast
hesar løturnar sum nakað
heilt serstakt.
Mánadag, týsdag, miku
dag og fríggjadag byrja tey
ungu á háskúlanum við
at renna ein túr. Síðani er
morgunmatur á skránni, og
fyrraparturin verður nýttur
til at venja antin fótbólt,
hondbólt ella svimjing. Síð
ani er døgurðasteðgur, og
seinnaparturin
inniheldur
lærugreinarnar
føroyskt,
enskt, fysiologi og anatomi.
– Vit leggja eisini stóran
dent á, at tær siðbundnu
lærugreinarnar,
sum
eru
á skránni, vera latnar í ein
nýggjan ham. Vit fara at gera
tað stuttligari at læra um
tað, sum kanska fyri summi
tykist siðbundi og keðiligt,
greiður Dennis Holm frá.
Tað merkir millum annað
tað, at næmingarnir fara út
úr flokshølunum og uppliva
føroyska søgu, føroyskt mál,
føroyska list og so framvegis
úti í tí lokala umhvørvinum í
Vági og í Suðuroynni.
– Tað nýtist ikki at vera
keðiligt at læra, og tað er í
veruleikanum lyklaorðið, tá
ið umræður háskúlan, sigur
Dennis Holm.
Byrja í Íslandi
Fyrstu háskúlanæmingarnir
vera tiknir inn í september,
og ætlanin er, at hesi skulu
byrja sína ferð í Íslandi.
Ítróttarháskúlin
hevur
gjørt samstarv við íslendskt
felag, sum seinastu mongu
árini hevur skipað fyri øðr
vísi túrum fyri háskúla- og
eftirskúlaflokkum, og nú
sleppa føroysku næmingar
nir at royna seg.
– Vit ætla, at tey ungu
skulu byrja við einari viku
í Íslandi. Har fara tey at
riverrafta,
ganga
runt
í
ymsum grottum og so fram
vegis. Tað er ein sokallaður
adventur túrur, og tað hildu
vit riggaði væl til okkara
konsept, sigur Dennis Holm.
Adventur dagarnir byrja
í Íslandi, men hvønn hósdag
og annan hvønn leygardag
vera teir eisini í Vági.
– Í okkara adventur døg
um
skulu
næmingarnir
ganga í fjøllunum, tey skulu
síða, út við ymsum bátum og
hvat veit eg. Tað er ógvuliga
fjølbroytt, og verður eisini
tillagað til hvat teir ymsu
flokkarnir hava serstakan
áhuga fyri, sigur Dennis
Holm.
Endamálið við at hava
sokallaðu »adventur-dagar«,
sum ein fastan tátt í ítróttar
háskúlanum er, at næm
ingarnir skulu læra meira um
seg sjálvan og uppliva nakað
heilt serstakt í Vági.
– Eg eri sannførdur um, at
tað er sunt fyri okkara ungu
og fyri okkum øll, at prøva
heldur øðrvísi ting, og tað er
við til at menna tey ungu, og
at geva teimum eitt minni
fyri lívið, sigur Dennis Holm.
Fyrst og fremst er tað á tí
ítróttarliga partinum, at tey
ungu vera møtt við avbjóð
ingum, førleikamenning og
stuttleika. Hesin parturin
er sjálvsagt tann, sum fyll
ur mest. Men givið er tað, at
adventure dagarnir eru ein
fastur partur av skúlaskema
num í Vági.
Ítróttarháskúlin í Vági
hevur enn ikki lýst nógv við
skúlabyrjanini í september,
tí vandi var fyri at drukna
í øllum fólkatingsvalstríð
num. Hóast tey ikki hava
gjørt nógv vart við seg í Vági,
so eru fleiri tilmeldingar
komnar longu nú, og fleiri
teirra eru frá útlendskum
næmingum.
– Tað sær út til, at okkara
tríggir
lyklapersónar
í
ítróttarháskúlanum
hava
stórt netverk uttanlands,
tí fleiri eru tey, sum koma
hendan vegin, tí tey kenna til
førleikarnar hjá Jón Bjarna
syni og hinum, sigur Dennis
Holm.
Enn er tó sjálvsagt pláss
fyri næmingum at byrja í
september, og í Vági eru tey,
sum vera man, sera spent
at fylgja við í undirtøkuni
og gongdini, nú Vágur um
skamma stund skal vera
karmur um fyrsta føroyska
ítróttarháskúlan.
»Vit leggja stóran dent á, at tær siðbundnu
lærugreinarnar, vera latnar í ein nýggjan ham.
Vit fara at gera tað stuttligari at læra um tað, sum
kanska fyri summi tykist siðbundi og keðiligt«
– Tað sær út til, at okkara tríggir lyklapersónar í ítróttarháskúlanum hava stórt netverk uttanlands, tí fleiri eru
tey, sum koma hendan vegin, tí tey kenna til førleikarnar hjá Jón Bjarnasyni og hinum, sigur Dennis Holm