mikudagur 21. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
27
ÓLAVSØKAN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Inni á hárfríðakanarstovuni SaxO'føn í
Havn er lagið gott. Tríggir kundar sita
í stólunum, og eigarin Guðrun og lær-
lingur hennara ganga og stákast um
kundarnar.
Tær hava tó ikki so nógv at gera,
sum eg kanska hevði væntað mær 14
dagar undan ólavsøku.
Sesongarbeiðið
– Hetta er bara stille før storm, svarar
Guðrun. – Vikuna áðrenn ólavsøku
verður nógv at gera. Tú veit hvussu
føroyingar eru, altíð í seinastu løtu.
Men tað vísir seg, at tað er ofta friðar-
ligt beint áðrenn eina stóra høgtíð.
T.d. er november mánaður eisini
steindeyður, men so koma jólafro-
kostarnir, og so ganga fólk amokk,
sigur hon.
Hon sigur, at beint fyri ólavsøkuna
koma øll til frisør, bæði ung og gomul,
kvinnur og menn. – Damurnar bí-
leggja sær ofta tíð nakað áðrenn,
meðan menninir typiskt eru í seinastu
løtu. Teir koma ikki í tankar um at
snøgga sær hárið, fyrr enn tað næstan
er for seint, greiðir Guðrun frá.
Guðrun sigur tó, at um summarið
er sum heild nógv at gera. Tað eru
nógv sum koma heim at ferðast, og
tey koma ofta beinanvegin til frisør,
táið tey koma heim. So eru nógv
brúdleyp um summarið, sum fólk
eisini pynta seg til. Fólk hava feriu, og
tey vilja hugna sær eitt sindur og for-
kela seg sjálvi. Summi skulu ferðast,
og vilja hava hárið ornað til tað. Og so
er tað sjálvandi ólavsøkan.
– Tað er kanska eitt sindur av
sesongarbeiði í hesum fakinum. Til
ólavsøkuna taka fólk t.d. alla rulluna,
við farv og klipp. Eg merki væl, at tey
kanska unna sær sjálvum eitt lítið
sindur eyka, nú um summarið, sigur
Guðrun. – Og so eru jólini og páskir-
nar, har tað eisini er øgiliga nógv at
gera. Hon sigur annars, at føroyingar
eru ótrúliga raskir at ganga til frisør. –
Tey flestu ganga regluliga, og tað sær
mann eisini, tá mann fer út. Tað eru
eingi fólk, sum hava ljótt hár – í øllum
førum ikki her í Havnini. Fólk leggja í
hárið, so vit hava nokk at gera alt árið,
sjálvt um tað kanska er eitt sindur
eyka, táið stóru høgtíðirnar eru,
heldur hon.
Men á ólavsøkuni gera frisørdam-
urnar ein eyka innsats, fyri at fáa tikið
so nógvar kundar sum gjørligt. – Vit
plaga at arbeiða tveir tímar longri
hvønn einasta dag, vikuna undan
ólavsøkuni. Og kanska vit arbeiða eitt
sindur skjótari eisini. Eg kundi gott
hugsað mær at fingið ein eyka svein
inn bara til ta vikuna, men sjálvt um
tað er nokk til av frisørum, so eru tær
ikki til at uppdríva nú uppundir ólav-
søkuna. Vit hava allar líka nógv at
gera, sigur Guðrun. – Men, leggur
hon afturat, – tað hava vit sum so
altíð. Eg havi í øllum førum aldrin
hoyrt um eina frisørsalong, sum mátti
lata aftur, tí einki var at gera.
Mótin
Men hvat skulu fólk biðja um, um tey
ynskja at vera modernað á ólavsøku.
Hvussu er hármótin júst nú?
– Vit hava sæð langt, slætt hár við
nógvum strípum í ymsum litum í
longri tíð nú, og tað langa hárið heldur
fram. Men har vit fyrr slættaðu hárið í
tunnum banum, fyri at fáa tað ordiliga
slætt, taka vit nú størri banar, so hárið
fær havt eitt sindur av náttúrligum
lívið í, hóast tað verður slættað. So tað
vil eg siga: langt hár, við lívið í. Og
framvegis strípur. Guðrun sigur, at
krúllur eisini eru loyvdar, men vit fara
tó ikki at síggja permanentið aftur.
Hon sigur, at tað hevði verið ein verri
ein, um permanentið kom aftur nú, tí
tað hevur verðið so nógv litað sein-
astu árini, at permanentið allarhelst
ikki hevði tikið við í slitna og litaða
hárinum hjá føroyingum. – Tað verða
ikki permanentkrúllur, men meiri
hesar stóru skuespælarakrúllurnar,
sum fara at koma fram nú, sigur hon,
og snúrar ein fingur niður við vangan-
um. Annars heldur hon, at stutt,
pjuskut hár altíð er smart og vælum-
tókt.
Føroysku dreingirnir, sum fyri tað
mesta hava verið karsekliptir ella
skinnaðir, hava nú eisini fingið stíl yvir
hárið. Guðrun sigur, at dreingir nú
eisini seta seg í stólin, og vita akkurát
hvat teir vilja hava. – Dreingjahárið er
framvegis stutt, men teir hava hár
allíkavæl. Serliga hendan hanakambin,
tú veit, greiðir Guðrun frá.
– Men eg veit ikki. Tað vísir seg
ofta, at fólk gera seg ordiliga klár til
ólavsøkuna, brúka nógvar pengar
uppá hárið og keypa sær hvítar
skógvar og alt hetta her. Og so kemur
ólavsøkan við oysregni, og so hava
tey pyntað seg til onga nyttu, sigur
Guðrun og rystir við høvdinum. – Tað
er eitt sindur keðiligt, staðfestir hon at
enda, við einum ironiskum smíli.
Ólavsøkuhárið
Á ólavsøkuni vilja øll vísa seg frá síni bestu síðu, og fólk gera sum heild nógv
fyri at pynta seg til høgtíðina. Hetta merkja hárfríðkanarstovurnar serliga væl,
tí tær hava úr at gera, tíðina undan Ólavsøku
Vælkomin á Ólavsøku
C
M
Y
K
27
26
2 x 2 l fyri
2990
Tak 10 fyri
2000
2 x 10 fyri
3500
750 g fyri
995
Tak 3 fyri
7500
Rynkeby djús
DALOON várrullur
Íslendsk lambshøvd
Langur
leygardagur
í Hoyvík og í Dr.
Jakobsensgøtu
-opið til kl 17
Danskar tomatir
McCain kips
Føroya Keypssamtøka
- í Hoyvík og Dr. Jakobsensgøtu - leygardagin 24. juli