mikudagur 24. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
12
1939
27. juni - 3. juli 2015
Á oyggjaleikunum á Bermuda fyri tveimum
árum síðani, mátti Bartal Eliasen púra óvæntað
taka um endan sum høvuðsvenjari, tí tað ikki
bar til at fáa Boban Ilic við til Bermuda. Boban
skuldi annars vera høvuðsvenjari, men klutur
við passinum hjá bosniaranum gjørdi, at hann
ongantíð kom so langt sum til Bermuda, og
tí stóð Bartal, sum annars »bara« skuldi vera
hjálparvenjari, við evstu ábyrgd.
– Tað gekk nú øgiliga væl, tí tað eydnaðist
okkum at koma allan vegin í finaluna og vinna
hana. Stamman á liðnum er tann sama, sum
hon var á Bermuda, so útlitini skuldu verið á
eini góðari leið, nú uppgávan snýr seg um at
verja gullið, sigur Bartal, sum aftur hesaferð er
hjálparvenjari hjá Boban, ið hesaferð vónandi
sleppur til Jersey sum høvuðsvenjari uttan nakrar
trupulleikar.
Bartal heldur tí, at tað er eitt sindur torført
at meta um spælararnar, tí tá tær vóru saman til
EM-undankapping fyri smátjóðir í mai mánaði,
vóru summar betur fyri enn aðrar, men nú er eitt
sindur fráliðið.
– Vit hava ikki sæð tær, sum spæla niðri, men
tær plaga at vera væl fyri, og hóast kappingin
liggur still, hava tær vant við sínum liðum
allíkavæl. Og spælararnir, sum eru úr føroysku
kappingini, eru væl fyri, sigur hjálparvenjarin.
Skulu vera kaldari
Samstundis sum Bartal Eliasen staðfestir, at
spælararnir eftir øllum at døma eru væl fyri til
oyggjaleikirnar á Jersey, harmast hann eitt sindur
um, at fyrireikingarnar ikki hava verið heilt so
góðar, sum hann og Boban kundu hugsað sær.
– Tað er sjálvandi ikki optimalt, at vit ikki fáa
fyrireikað okkum við øllum spælarunum til taks.
Men tað sær út til, at tað ikki nóg væl ber til at
fáa spælararnar, sum eru niðri, heim til Føroya
at venja og spæla, og úrslitið av tí er, at vit ikki
hava havt allar samlaðar síðani í mai mánaði,
sigur hann.
– Í tí kappingini vunnu vit á Liechtenstein,
men máttu lúta í trimum fimmsettarum í
dystunum ímóti Skotlandi, Kypros og Luxem
bourg. Vit vistu, at tað fór at vera torført í
EM-undankappingini, men aftaná kundu vit
staðfesta, at vóru spælararnir eitt sindur kaldari
í avgerandi løtunum, so høvdu vit vunnið allar
tríggjar dystirnar, har vit máttu út í fimm sett,
fyri síðani at tapa til síðst.
Snýr seg um tvey lið
Hinvegin fegnast hann um hesar fýra dystirnar,
ið góvu nógv at arbeiða víðari við, og hóast
tað kanska var í so tíðliga at fara til eina slíka
kapping longu í mai mánaði, hevur liðið fingið
roynt seg í dystum ímóti liðum, sum eru líka góð
ella eitt lítið sindur betri enn Saaremaa, ið er hitt
ordiliga góða liðið á oyggjaleikunum.
Tað hevur tey seinnu mongu árini verið so á
oyggjaleikunum, at Saaremaa og Føroyar hava
verið klárt tey bestu liðini í flogbóltskappingini
hjá kvinnum, og einki bendir á, at tað verður
nakað øðrvísi hesaferð.
– Eg trúgvi ikki, at nakað av hinum liðunum
kann gera nakað við hesi bæði, so tað er ógvuliga
sannlíkt, at finalan aftur hesaferð eigur at
verða millum okkum og Saaremaa. Tað er eisini
stuttligt at møta Saaremaa í hesum avgerandi
dystunum, so hetta er avgjørt eisini nakað, vit
síggja fram til, sigur Bartal Eliasen.
– Í okkara innleiðandi bólki eru annars
Bermuda, sum vit seinast vunnu 3-0 á í hálv
finaluni, Grønland, sum vit vunnu 3-0 á í innleið
andi kappingini, Cayman Islands, sum var í hinum
bólkinum, men ikki kom víðari, og so Guernsey, ið
eg slett ikki rokni við, tí bretsku oyggjarnar ikki
eru so stinnar í flogbólti.
Skulu verja gullið
Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur øll árini verið ein sólskinssøga, tí tað
hevur gingið so væl. Og á Jersey verður uppgávan fyrst og fremst at verja
gullið, ið liðið tryggjaðu sær á Bermuda fyri tveimum árum síðani
Flogbóltur
Kvinnur:
1 Femja Mortensen, TB
2 Birgit Guttesen, Amagar VK
3 Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur
4 Urd Tormóðsdóttir Traðará, HIK Aalborg
5 Karina Poulsdóttir Debes, VLI
6 Sóley Mørch Poulsen, KÍF
7 Guðrun Joensen, KÍF
8 Eina Kalsø, Amager VK (liðskipari)
9 Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
10 Eva Winther Nagata, Fleyr
11 Elisabeth Purkhús, Mjølnir
12 Sofía Purkhús, Amager VK
Boban Ilic, venjari
Bartal Eliasen, hjálparvenjari
Sarita Vesturtún, fysioterapeutur
Rúna Hentze, liðleiðari
2013 . . . . . . . . . . . Gull
2011 . . . . . . . . . . Silvur
2009 . . . . . . . . . . . Gull
2007 . . . . . . . . . . Silvur
2005 . . . . . . . . . . . Gull
2003 . . . . . . . . . . . Gull
2001 . . . . . . . . . . . Gull
1999 . . . . . . . . . . . Gull
1997 . . . . . . . . . Bronsu
1995 . . . . . . . . . . Silvur
1993 . . . . . . . . . Bronsu
1991 . . . . . . . . . Bronsu
1989 . . . . . . . . . . Silvur
1987 . . . . . . . . . . . Gull
1985 . . . . . . . . . . Silvur
Úrslit á oyggjaleikum