mikudagur 24. juni 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
13
1939
27. juni - 3. juli 2015
Flogbóltsmenninir eru í góðari tíð komnir upp á
pláss á Jersey, og við sær hava teir góðar royndir
frá EM-undankappingini fyri smátjóðir, har tað
eydnaðist at gerast nummar fýra av fimtan
tjóðum, harav tríggjar tær fremstu koma við til
sjálvt EM-endaspælið.
– Hetta vóru avbera góðar royndir hjá okkum
at fáa beint undan oyggjaleikunum, og eg haldi,
at vit eru væl fyri og klárir til tær avbjóðingar,
ið bíða okkum her á Jersey, sigur Bárður Bendix
Mikkelsen, ið síðani í fjør hevur verið landsliðs
venjari hjá monnunum.
– Í mun til fyri tveimum árum síðani, hava vit
fingið munandi meira dystarvenjing, tí vit hava jú
eisini fingið tveir dystir ímóti Íslandi í upptaktini
til oyggjaleikirnar, sigur venjarin, ið ikki sjálvur
minnist frá síni tíð sum landsliðsspælari, at so
nógvir dystir vóru á skránni undan einum oyggja
leikum.
Hann vísir á, at slíkar royndir eiga at koma
liðnum til góðar á Jersey, og serliga fegnast
hann um, at mótstøðan frá bæði Luxembourg,
Skotlandi og Kypros var so mikið hørð í EM-
undankappingini, at flogbóltsmenninir veruliga
fingu seg royndar.
Bjarni einki spælt
Samstundis sum Bárður Bendix Mikkelsen
staðfestir, at manningin er væl fyri og liðið við
hesum mongu dystunum hevur fingið ta dystar
venjing, ið skal til, hevur hann kanska enn ikki
sæð liðið í kanska sterkastu uppstilling, tí ein
av spælarunum, ið dagliga spælir uttanlands,
var ikki inni í nøkrum av dystunum niðri í
Luxembourg.
– Bjarni Larsen bleiv skaddur, beint áðrenn
vit fóru avstað, og var talan um ein knæskaða,
sum blussaði uppaftur. Vit valdu at spara hann
til hesar tríggjar dystirnar, tí vit heldur vildu
hava hann við á oyggjaleikunum, sigur landsliðs
venjarin.
– At hann sær út til at koma fyri seg, so vit
kunnu brúka hann á Jersey, ger beinanvegin
hópin hjá okkum breiðari, og samstundis hava
vit fingið roynt menn á plássinum hjá Bjarna. Í
Luxembourg fingu vit roynt tað, sum vit skuldu,
so vit nú vita, hvat riggar væl og hvat vit kanska
skulu royna at gera betri.
Burtursæð frá skaðanum hjá Bjarna, sum við
sínum royndum frá norska BK Tromsø man vera
ein av frægastu monnunum á landsliðnum, hava
ikki verið aðrir skaðar ella aðrar forðingar, so
fyrireikingarnar hava gingið eftir vild.
Seta sær smá mál
Á Jersey eru Føroyar í bólki saman við Saaremaa,
Cayman Islands og Isle of Man, sum eru trý sera
ymisk lið, ið hvørt á sín hátt kunnu geva Føroyum
trupulleikar.
– Saaremaa altíð er við í toppinum, meðan
Cayman Islands ofta er svingandi og Isle of Man
ikki má undirmetast, tí »geisturin« er stórur.
Spæla vit upp til okkara besta, kunnu vit í fyrsta
lagi satsa uppá at koma í hálvfinalu, og so fáa vit
at síggja, hvat meira skal til, sigur Bárður.
– Men møta vit Saaremaa tvær ferðir á
oyggjaleikunum, so eri eg nøgdur, tí tá verður tað
í finaluni seinnu ferð. Øll tey trý liðini, vit spældu
ímóti í Luxembourg, eru øll væl sterkari enn
Saaremaa, og har fingu vit so í nøkrum settum
víst, at vit saktans kunnu spæla upp ímóti
teimum, so alt ber til.
Hann sigur tó, at fokuseringin hjá liðnum ikki
liggur so langt frammi sum í hálvfinalu og finalu,
tí fyrst og fremst fara teir eftir at røkkta tey
smáu málini.
– Hetta verður ein long vika, og nógv skal
ganga upp, longu frá tí fyrsta dystinum, so tor
ført er at siga, hvar vit enda, tí vit kenna ikki allar
avbjóðingarnar enn. Men vit kunnu altíð droyma
um at koma langt og fara eftir møguleikanum,
sigur Bárður Bendix Mikkelsen.
Nógva dystarvenjing
Flogbóltsmenninir eru betri fyrireikaðir til hesar oyggjaleikirnar enn leingi, og
serliga kemur væl við, at liðið hevur fingið nógva dystarvenjing – bæði í EM-dystum
og vinardystum. – Vit eru væl fyri, sigur venjarin, Bárður Bendix Mikkelsen
Flogbóltur
menn:
1 Rasmus Mortensen Potts, Fleyr
2 Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir
3 Bárður Jacobsen, ÍF
4 Bergur Olsen, Fleyr
5 Bjarni Larsen, BK Tromsø
6 Thorvald Danielsen, HIK Aalborg
7 Bjarki Enni, Amager VK
8 Bogi Midjord, Amager VK
9 Rói Hentze, Fleyr
10 Trygvi Hansen, ÍF
11 Suni Juul Pedersen, Fleyr (liðskipari)
12 Brian Kærsgård Poulsen, ÍF
Bárður Bendix Mikkelsen, venjari
Ragnar í Haraldsstovu, hjálparvenjari
Morten Månsson, fysioterapeutur
Jan Hentze, liðleiðari
2013 . . . . . . Nummar 4
2011 . . . . . . . . . . Silvur
2009 . . . . . . Nummar 5
2007 . . . . . . . . . . Silvur
2005 . . . . . . . . . Bronsa
2003 . . . . . . . . . . Silvur
2001 . . . . . . Nummar 4
1999 . . . . . . . . . Bronsa
1997 . . . . . . Nummar 5
1995 . . . . . . . . . Bronsa
1993 . . . . . . . . . Bronsa
1991 . . . . . . . . . Bronsa
1989 . . . . . . . . . . . Gull
1987 . . . . . . . . . . Silvur
1985 . . . . . . . . . Bronsa
Úrslit á oyggjaleikum