mikudagur 24. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
14
1939
27. juni - 3. juli 2015
kurvabóltur á fyrsta sinni
Triathlon fer eftir gullinum
Fyri fyrstu ferð nakrantíð luttekur Føroyar í kurvabólti á
oyggjaleikunum. Ítrótturin hevur staðið í stórari menning
seinastu árini, sigur leikandi landsliðsvenjarin
Føroyskt triathlon er í teirri fantastiska góðu støðu, at tey hava
tvær gullmerkjavónir á oyggjaleikunum. Guðmundur Joensen og Karina
Ottosen eru í heimselituni og eru ímillum favorittarnar á Jersey
Síðani føroyska kurvabóltsfelagið, Hamar, varð
stovnað í 1996, hevur tað altíð verið málið hjá
teimum kurvabóltsáhugaðu, at Føroyar skuldu
luttaka á oyggjaleikum í hesi ítróttagrein. Tað
málið er rokkið, og tí er spenningurin stórur í
hópinum, sum umboðar Føroyar í kurvabólti á
hesum oyggjaleikunum. Vit hava tosað við Bjarna
Werner Zachariassen, ið er leikandi landsliðs
venjari. Bjarni hevur áður spælt kurvabólt uttan
lands, og tí kann hann eisini væntast at verða ein
av profilunum á føroyska liðnum.
Eitt óroynt landslið
Tá ið Føroyar ongantíð áður hava luttikið í kurva
bólti er tað sjálvsagt, at royndirnar á liðnum ikki
eru tær heilt stóru.
– Vit hava góðar vónir, men vit skulu sjálvandi
hava í huga, at nógv teir flestu av leikarunum
ongantíð áður hava roynt at spælt á einum
slíkum støði. Vit hava roynt at fyrireika okkum
væl upp á kappingina, og eftir umstøðunum hava
vit fyrireikað okkum so væl sum gjørligt, sigur
Bjarni Werner Zachariasen í samrøðu.
Skulu ikki gera
okkum fyri skommum
Føroyska liðið hevur ikki nøkur ávís mál fyri hesar
oyggjaleikirnar. Minsta kravið er tó, at liðið ikki
skal tapa so stórt, at tað verður skomm.
– Okkara fremsta mál er, at vit ikki gera
okkum sjálvar fyri skommum. Av tí, at vit eru so
óroyndir, so kenna vit ikki okkara støði í mun til
hini londini, og tí er óvist, hvussu væl vit kunnu
klára okkum. Men eg vil eisini siga, at eg havi
sjálvur spælt uttanlands, og tá var eg ongantíð
nøgdur við at tapa, og tað verði eg heldur ikki á
oyggjaleikunum.
Ein ítróttur í menning
Bjarni vísir eisini á, at áhugin fyri kurvabólti í
Føroyum er nógv størri, enn tey flestu halda.
– Tað hevur av álvara skapt størri áhuga fyri
kurvabólti í Føroyum, at vit eru við í oyggja
leikunum. Millum annað eru eini 15 dreingir úr
10-14 ára aldrinum, ið eru byrjaðir at spæla
kurvabólt. Og í aldursbólkinum frá 14-17 ár eru
eini 20 dreingir, sum eru áhugaðir í at spæla
kurvabólt. Tískil vænti eg, at vit um nøkur ár
fara at hava nógv fleiri leikarar at velja ímillum
til komandi oyggjaleikir. Vit eru fyrst og fremst
við hesaferð fyri at menna føroyskan kurvabólt,
men vit ætla okkum eisini at vera við framyvir.
Føroyskur kurvabóltur á oyggjaleikum er komin
fyri at vera, sigur Bjarni Werner Zachariasen,
leikandi landsliðsvenjari á kurvabóltslands
liðnum, at enda.
Níggju lond luttaka í kurvabóltskappingini hjá
monnum, og eru tey býtt í tveir bólkar. Føroyar
eru í bólki við Bermuda, Guernsey, Isle of Wight
og Gotland.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Føroyar eiga
tvey sera sterk kort í triathlon. Guðmundur
Joensen og Karina Ottosen eru við í heimselituni,
og tey í triathlon hava góðar vónir um, at tey
bæði kunnu vinna Føroyum gull. Á oyggjaleik
unum á Bermuda seinast vann Guðmundur silvur.
Eitt annað sterkt kort hevði verið Annelisa
Jústadóttir Møss, men hon hevur givið avboð
vegna arbeiði.
Teinurin, sum triathlon skal kappast í, er tann
sonevndi OL-teinurin. Hann er 1500m svimjing,
40km súkkling og 10km renning.
Í góðari venjing
Tey, sum íðka triathlon í Føroyum, eru í góðari
venjing. Tey hava vant dúgliga og hava eisini havt
úttøkukappingar, har Guðmundur vann trygt og
fekk eina tíð umleið 2 tímar og 6 minuttir, sum
má sigast at vera ein sera góð við øllum brekk
unum í Føroyum. Á Jersey er teinurin meiri flatur,
og Evald Rasmussen, ferðaleiðari, væntar, at
Guðmundur fer undir teir tveir tímarnar.
– Hann fer eftir gullinum og Karina tað sama.
Tað verður spennandi. Nú skuldi hitin ikki darvað,
sigur Evald vísandi til tann nógva hitan, sum var
á Bermuda seinast.
Vit bóðu Evald greina okkum, hví Guðmundur
stendur seg so væl í triathlon.
– Guðmundur er javnt sterkur í øllum. Hann
er gamal svimjari, men tað vísir seg, at um
skalt vera við heilt har frammi, so mást tú vera
ímillum tríggjar teir bestu í øllum. Hann er eisini
so taktiskur nú, at hann ikki kemur fyrstur úr
hylinum. Hann letur ein ella tveir fara fram um
og sparir harvið orku, sigur Evald.
Hjálpa súkkling
Tað kom dátt við, at Annelisa Jústadóttir Møss
mátti geva avboð, tí nú er útilokað, at Føroyar
kann fáa heiðursmerki í liðkappingini hjá
kvinnum. Tað er nevniliga krav, at tvær eru við.
Hjá monnunum ber tó til, har kravið er, at tríggir
eru við. Umframt Guðmund, so sigst, at Andrass
eisini er í góðari venjing.
Guðmund smurdi eisini alla mótstøðu av í
úttøkukappingunum í súkkling, men reglarnir
loyva honum ikki at luttaka í súkkling eisini. Tá ið
triathlon er av, fara tey í triathlon-ferðalagnum
tískil heldur at hjálpa súkklarunum.
– Vit fara at ganga teimum til handa, sum
Evald tekur til.
Kurvabóltur
Bjarni Zachariasen
Janus Jakobsen
Magnus Jakobsen
Pól Jakobsen
David Arge Galán
Sjúrður Sivertsen
Steen Rói Lorenzen
Allan Leivsgarð Henriksen
Petur Fríði Svabo Samuelsen
Janus Jónatan Hannesarson
Ragnar Jacobsen
Triathlon
Kvinnur:
Karina Ottosen
Menn:
Guðmundur Joensen
Andrass Joensen
Kári Davidsen
Hanus Debes Joensen