mikudagur 24. juni 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
21
1939
27. juni - 3. juli 2015
Oyggjaleikir
í tríati ár
Oyggjaleikirnir á Jersey eru teir
sekstandu í røðini, og tríati ár eru
síðan teir fyrstu leikirnar á Man
Sum ÍSF-forseti og sum borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu havi eg havt ta gleði at taka lut á
øllum leikunum síðan leikirnar í Føroyum í 1989.
Vit eru mong, sum hava góð minni frá leik
unum í 1989 og øðrum leikum við. Vit gleðast
eisini um mongu góðu ítróttaavrikini gjøgnum
árini. Oyggjaleikir knýta okkum saman við onnur
oyggjasamfeløg, vit mennast ítróttaliga og vit
fáa nýggj vinabond – í fleiri førum vinir fyri lívið.
Tórshavnar kommuna hevur altíð stuðlað
oyggjaleikum. Burturúr luttøku okkara á oyggja
leikum eru sprotnar fleiri byggiverkætlanir í
kommununi til tess at betra um umstøðurnar hjá
ítróttafólkunum. Tvær tær størstu eru ivaleyst
Tórsbreyt til frælsu ítróttina og Fimi til fimleikin.
Eingin ivi er um, at hesar íløgurnar geva ávøkst
ítróttaliga, tí bæði frælsa ítróttin og fimleikurin
eru í stórari menning.
Leingi hevur verið arbeitt við at fáa oyggja
leikir aftur til Føroya. Vit eru millum størstu
limaoyggjar í oyggjaleikafamiljuni, og nú er tíð
uppá, at vit geva familjuni nakað aftur av okkara
blíðskapi og førleikum. Tórshavnar býráð hevur
av heilum huga stuðlað ÍSF í hesum.
Vit vita, at hetta krevur nýggjar íløgur í
ítróttaranlegg eitt nú innan skjóting, ítróttahallir
og golfvøll, men tað er kommunan sinnað til at
fremja. Hetta eru ikki bert íløgur í oyggjaleikir í
Føroyum, hetta eru eisini íløgur til framhaldandi
menningina og luttøkur okkara í øðrum altjóða
kappingum innan flest allar ítróttagreinar.
Og vónandi ein skjótan dag eru vit eisini limir í
Olympisku ítróttafamiljuni.
Men nú er tað oyggjaleikir á Jersey. Vit eru
spent uppá, hvussu gangast fer okkara ítrótta
fólkum. At vinna er nógv, men ikki alt. Vit seta
ymisk mál alt eftir fortreytum, og hvørt eitt
rokkið mál er ein stórur sigur, sum vit fegnast
eins nógv um.
Vegna Tórshavnar kommunu fari eg at ynskja
øllum góðar oyggjaleikir, má hin besti ítróttaandi
og vinarlag ráða.
Heðin Mortensen Borgarstjóri
Tórshavnar kommuna stuðlar ítróttinum og
Oyggjaleikunum 2015