mikudagur 24. juni 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
oyggjaleikir
20
1939
27. juni - 3. juli 2015
Oyggjaleikir er nakað serligt
Ein av føroyskum svimjarunum til oyggjaleikirnar er Astrið Foldarskarð úr
Havnar Svimjifelag. Hon greiðir frá, at tað altíð er nakað serligt at svimja
á oyggjaleikum. Samstundis vónar hon, at tað kemur at eydnast teimum
føroysku svimjarunum at vinna nógv heiðursmerki á oyggjaleikunum
Sum nakað nýtt, í mun til undanfarnu oyggja
leikir á Bermuda, so verður føroysk luttøka aftur
í svimjing. Og søguliga sæð, er svimjingin eisini
ofta avgerandi fyri góðum úrslitum á oyggja
leikum, har føroysku svimjararnar mangan vinna
nógv heiðursmerki.
Til oyggjaleikirnar í ár skulu samanlagt 15
svimjarar umboða Føroyar. 8 kvinnur og 7 menn.
Møguleikin er altíð góður
Ein av svimjarunum sum skal avstað til oyggja
leikir er Astrið Foldarskarð, sum dagliga svimur
fyri Havnar Svimjifelag. Hon greiðir frá, at tað
altíð er nakað serligt at svimja á oyggjaleikum
fyri Føroyar.
– Í mun til aðrar kappingar, so hava vit
altíð gog HM millum Nore Nostrum hugsa
um. Oyggjaleikirnir liggja t tagliga svimur fyri
Havnar Svimjigóðan møguleika fyri at vinna nógv
heiðursmerki á oyggjaleikunum. Tí vóni eg eisini
at tað tað kemur at ganga væl hjá okkum.
Hava aðrar kappingar
at hugsa um eisini
Astrið Foldarskarð sigur tó, at formurin ikki
einans verður bygdur upp til oyggjaleikir, tí at tað
eru aðrar kappingar at hugsa um. Oyggjaleikirnir
liggja mitt millum eina spanska kapping sum
eitur Mare Nostrum og HM, og tí sigur hon, at
tað ikki ber heilt til at trappað niður til oyggja
leikirnar.
– Niðurtrappingin á oyggjaleikunum er ikki
optimal, men tað snýr seg nógv um adrenalinið.
Ein kann gera nógv, um ein sjálvur vil tað, og
á oyggjaleikum verður tað koyrt mest uppá
adrenalinið fyri at vinna, og tað er eisini nakað
serligt.
Svimjararnir eru væl fyri
Fyreikingarnar hjá svimjarunum til oyggjaleikirnar
hava gingið fyri seg úti í teimum ymisku feløg
unum, og ikki sum ein samlaður hópur. Hjá Páli
Joensen og Bartal Hestoy sjálvandi í Danmark,
meðan hinir svimjararnir hava vant í Føroyum.
Sum heild er venjingin ógvuliga seriøs í nær
um øllum feløgunum í Føroyum, og tí eru tað væl
fyrireikaðir føroyskir svimjarar sum skulu avstað
at umboða Føroyar.
Afturat tí hevur spanska kappingin Mare
Nostrum verið stutt uppundir oyggjaleikir,
og hevur tað eisini verið góð fyrireiking fyri
svimjararnar.
Pál er størsta vónin
Heimasíðan hjá Svimjisambandinum skrivar, at
sterkasta føroyska kortið til oyggjaleikirnar er
sjálvsagt Pál Joensen, sum skal vera heilt illa fyri,
um hann ikki vinnur gull í serliga 400 og 1500
metrar frí. Unga og evnaríka Sára Nysted úr
Suðuroyar Svimjifelag verður eisini mett sum eitt
sterkt kort, har vónirnar til hana serliga liggja í
400 metrar blandað og 800 metrar frí.
svimjing
Kvinnur:
Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
50/100m Firlvadsvimjing
50/100m Frísvimjing
50m Ryggsvimjing
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
50/100/200m Bringusvimjing
100m Blandasvimjing
Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
50/100/200m Frivaldsvimjing
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), HS
50m Frísvimjing
Maria Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
100/200m Ryggsviming
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suð.Sv.
100/200/400m Blandasvimjing
100/200/400/800m Frísvimjing
Signhild Joensen (2000), Ægir
50/100/200m Ryggsvimjing
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), HS
400m Blandasvimjing
200/400/800m Frísvimjing
Menn:
Alvi Hjelm (1996), Ægir
100/200/400m Blandasvimjing
100m Ryggsvimjing
Bartal Hestoy (1992), Havnar Svimjifelag
100/200m Bringusvimjing
Eyðbjørn Joensen (1996), Suð. Svimjifelag
50/100m Firvaldsvimjing
50/100m Frísvimjing
50m Bringusvimjing
100m Blandasvimjing
Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS
50/100/200m Ryggsvimjing
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
200/400/1500m Frísvimjing
100/200m Frivaldsvimjing
Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
100/200/400/1500m Frísvimjing
200m Firvaldsvimjing
50/100/200m Bringusvimjing
200/400m Blandasvimjing
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
50m Frísvimjing