Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 33 SAMRØÐA Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Framgongdin hjá Sosialinum hevur verið stór og støðug seinastu 15 árini. Síðani blaðið í 1990 gjørdi av at blíva fyrsta veruliga tíðindablaðið í Føroy- um við at koma út fimm ferðir um vik- una, hevur blaðið ment seg á øllum økjum. Nógv fleiri útgávur, støðugt fleiri blaðsíður, fleiri fólk í starvi, størri les- araskari og størri upplag eru bara nøkur av úrslitinum seinastu árini. Sosialurin hevur eisini ment seg til at vera einasta landsblað í Føroyum, sum hevur redaktiónir kring landið, og hvønn dag ber tíðindi ymsastaðni úr landinum. Væl á veg til fjølmiðlahús Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum ætlar ikki at gevast á hondum, hóast nógv er hent seinastu árini, og hann hevur nógvar ætlanir fyri framtíðina. – Vit vilja menna Sosialin til at ger- ast eitt nýmótans og spennandi fjøl- miðlahús, har øll okkara starvsfólk eru við í hesi stóru avbjóðing. Vit koma at leggja okkum eftir at gera tíðindi og annað tilfar til aðrar miðlar eisini so sum internetið, útvarp og sjónvarp. Hetta verður eisini neyðugt, skulu vit fáa tað at mæla runt fíggjarliga, og tað skulu vit, sigur Jan Müller. Sosialurin er longu komin væl áveg- is við ætlaninum um at bjóða tíðindi í fleiri ymiskum miðlum. Sosialurin let- ur sum er tíðindi til Rás 2, Portal.fo, Sportal.fo, Pop.fo og Televarpið, um- framt at Sosialurin hevur sína egnu heimasíðu og fimm ferðir um vikuna er á gøtuni við einum blaði á tremur við feskum tíðindum og greinum. Nógvar avbjóðingar fyri framman Ábyrgdarblaðstjórin heldur, at nógvar avbjóðingar eru fyri framman, og tað er framhaldandi ein spennandi upp- gáva at menna Sosialin. – Vit vilja í størri mun vera við til at seta dagsskránna, og tað fara vit at gera við hjáveru okkara í nærsam- felagnum. Tað hevur alstóran týdning at vera sjónligur í hvørjum króki av landinum. Vit vilja eisini vera eitt betri debatblað, og tað vil siga, at vit ætla at raðfesta samfelagsliga orðaskiftið nógv hægri. – Framtíðin fer at vísa hvat og um fyrimunur er við at hava eitt fjølmiðla- hús. Vit halda tað er rætt at vera við í kappingini á hesum øki eisini, men vit fara tó ongantíð at gloyma okkara primeru uppgávu og vøru, sum er at gera eina góða ávís. Men tíðin er búgvin til at víðka um blaðumhvørvið til eisini at fevna um aðrar miðlar, sig- ur Jan Müller. Ábyrgdarblaðstjórin heldur, at Sosi- alurin er noyddur at fylgja útvikling- inum. – Blaðið er kjarnuvøran, men óviss- an um framtíðina hjá bløðunum sum heild eigur at fáa okkum eisini at hava onnur bein at standa á. Tí er hetta eis- ini ein fíggjarlig neyðturviligheit. Men tað er eisini ein spurningur um at vera við i kappingini, tí gongdin aðrastaðni vísir okkum, at umráðandi er at kunna virka á fleiri rókum, sigur hann. Starvsfólkið størsta styrkin Sosialurin hevur nógvar styrkir, sum koma væl við í royndini at vinna seg fram. – Størsta styrkin er, at vit hava nógv góð starvsfólk. Ein onnur styrki er, at vit koma út fimm dagar um vikuna og røkka øllum búplássum í landinum. Vit eru tíðliga úti í sølubúðunum við aktuellum tíðindum, og vit arbeiða út frá filosofiini um at vera í nærum- hvørvinum og harvið kunna vísa virð- ing okkara fyri øllum, sum búgva kring landið, sigur Jan Müller. – Vit hava eisini bygt upp royndir innan onnur øki, enn bara tað at geva eitt blað út. Hetta er nakað, sum vit vónandi fara at heysta ágóðan av í næstu framtíð. Íblástur og avbjóðingar Avbjóðingarnar til starvsfólkið á Sosi- alinum eru nógvar og nýggjar í hesum tíðum, men tað er eisini ein partur av einum spennandi arbeiðsplássi at hava fjølbroyttar og nýggjar uppgávur til starvsfólkið, heldur bossurin á Sosialinum. – Fleiri miðlar eru eisini ein stór av- bjóðing og íblástur fyri fólkið, og tá vit longu hava gjørt okkum út við hølum, útgerð og fólki úti kring landið á lokal- redaktiónunum, so er tað tess meira lættari og náttúrligt at lata tey gera út- varp og sjónvarp eisini umframt at gera tilfar til blaðið og internetið. – Fyri at kunna megna alt hetta er avgerandi at starvsfólkini fóta sær í hesum útviklinginum. Til tess krevst samskipan, tilrættalegging og eftirút- búgving. Tað verður so ein av framtíð- ar uppgávunum hjá leiðsluni at seta hetta út í kortið. Tað nýtist ikki at vera ein løtt uppgáva, men tað kann vera ein spennandi uppgáva. Sosialurin hevur eisini sett fleiri fólk í starv fyri at taka sær av teimum nýggju uppgávunum, sum eru komn- ar á blaðið seinastu tíðina. – Ætlanin er so við og við at finna tað rætta fótafestið hjá øllum, sigur Jan Müller. Sosialurin vil vera blaðið hjá øllum føroyingum – Sosialurin vil vera fólksins blað, eingin ivi um tað. Og tað gongur eisini skjótt tann vegin, hyggja vit eftir lesaraskaranum og áhuganum fyri blaðnum sum heild, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum – Størsta styrkin hjá Sosialinum er, at vit hava nógv góð starvsfólk. Ein onnur styrki er, at vit koma út fimm dagar um vikuna og røkka øllum búplássum í landinum. Vit eru tíðliga úti í sølubúðunum við aktuellum tíðindum, og vit arbeiða út frá filosofiini um at vera í nærumhvørvinum og harvið kunna vísa virðing okkara fyri øllum, sum búgva kring landið, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum C M Y K 33 32