Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 35 SOSIALURIN Fólk ímynda sær kanska Sosialin sum eitt arbeiðspláss, har nógv ferð er á allan dagin, har evstamark hvønn dag liggur og lúrur handan hornið, har starvsfólkið stundum við sveittabroti skulu fáa dagsins gerning lidnan, og har tað sjáldan er friður at seta seg niður og njóta eitt gott avrik, tí næsta uppgávan er altíð beint fyri framman. Og skuldi onkur gjørt tað, so fara tey ikki heilt skeiv, tí soleiðis er støðan oftast í fjølmiðlahúsinum á Argjum. Sosialurin kemur út 250 ferðir um árið, blaðsíðurnar eru einar 36 í miðal hvønn útgávudagin, og tí skulu tey umleið 30 starvsfólkini hvørt ár kýta seg fyri at fáa einar 9.000 ávíssíður klárar til prent. Tað krevur sín mann og sína kvinnu, og hesir menn og hesar kvinnur finnast á Sosialinum. Øll frá blaðfólkum, myndamonnum og um- brótarum til skrivstovufólk, lýsingar- fólki, blaðstjóra og onnur kýta seg fyri at fáa alt at ganga upp. Við hvørt kann tað verða eitt sindur rokaligt, men tað eydnast altíð at gera arbeiðið liðugt, so at Sosialurin kann koma á gøtuna, tíðindi fara í luftina og greinar verða lagdar á internetið. 9000 blaðsíður um árið Arbeiðsdagurin á Sosialinum byrjar við einum redaktiónsfundi stutt eftir klokkan átta, og tá verður endaligi leisturin lagdur fyri dagsins blað. Evstamark er longu á middegi, so hol verður sett á arbeiðið við blaðnum longu seinnapartin dagin fyri. Blað- Á redaktiónsfundinum verður tikið saman um, hvat blaðfólkini eru í holt við, og hvørjar nýggjar søgur eru komnar undan kavi síðani seinast fólkini greiða frá tí, sum tey eru í holt við, blaðstjórin tekur saman um upp- gávur og hugskot, og kjakast verður um møguligar søgur og vinklar. Fyrraparturin verður fyri tað mesta nýttur til at savna upplýsingar og at skriva greinar, sum skulu í blaðið, í útvarpið ella á internetið. Telefonirnar kima alla tíðina á teimum smáu skriv- stovunum, og so hvørt sum evsta- mark nærkast kemur alt meira lív í kring húsið. Blaðstjórin heldur skil á, at alt gongur upp, at neyðugu uppgávurnar verða loystar, og ongar síður standa tómar. Um middagssleitið er vanliga ein forsíðufundur, og so verður seinasta hond løgd á blaðið, sum fer til prent- ingar beint eftir middag. Og meðan blaðið verður prentað á Prentmið- støðini við Smyrilsvegin, eru blaðfólk- ini longu farin í gongd við næsta blað- ið. Á einum stuttum seinnapartsfundi verður aftur tikið saman um uppgáv- ur, sum farast skal í holt við, og so er aftur eitt nýtt blað fyri framman. Arbeiðsplássið er livandi og ferð- mikið, eingin nýtist at keða seg, og uppgávurnar hjá blaðfólkum og øðr- um kunnu vera sera ymiskar. Soleiðis er Sosialurin – blaðhúsið, sum gjørdist fjølmiðlahús. Sosialurin er livandi arbeiðspláss, har ferð alla tíðina er á. Eitt blað skal gerast hvønn arbeiðsdag, og harafturat røkir blaðið nógvar aðrar uppgávur á interneti, í útvarpi og sjónvarpi Kring alt landið Sosialurin hevur altíð lagt dent á at koma út millum fólk í øllum landinum. Blaðfólk og myndamenn eru javnan á ferð kring oyggjarnar, og Sosialurin hevur eisini eina rullandi redaktión, sum vitjar bygdir og oyggjar. Í januar mánaði 2001 læt Sosialurin upp eina deild í Klaksvík, og tað gjørdist byrj- anin til eina nýggja tíð á blaðnum. Nú hevur Sosialurin deildir í Klaksvík, Sandavági, Sandvík og í Runavík, umframt høvuðssætið á Argjum. Hetta ger, at Sosialurin fram um allar aðrar miðlar kann bera tíðindi úr øllum landinum, og hetta er ein stór styrki fyri blaðið. Blaðið verður meira við- komandi fyri allar føroyingar, og lesararnir fáa fjølbroytt og viðkomandi tíðindi. Sosialurin hevur eisini freelance-blaðfólk úti í heimi, sum kunnu dekka hendingar, sum hava áhuga fyri føroyingar. Solby Eliasen arbeiðir á redaktiónini í Klaksvík Mynd: Eyðun Klakkstein Tíðindi á Rás 2 Síðani 1. apríl í ár hevur Sosialurin framleitt tíðindasendingarnar á Rás 2. Hetta er eitt nýtt og spennandi átak hjá blaðnum, sum eisini er ein íløga í framtíðina. Blaðfólkini á Sosialinum framleiða tíðindini til Rás 2, og tvey fólk arbeiða við framleiðsluni av sendingunum. Í fjølmiðlahúsinum á Argj- um er bygt eitt útvarpsstudio, har tíðindasendingarnar verða gjørdar. Hans Kárason Mikkelsen er vertur við tíðindi á Rás 2, sum verða send tríggjar ferðir um dagin – klokkan 12, 16 og 18. Hans Kárason Mikkelsen er vertur fyri tíðindini á Rás 2 Mynd: Jens Kr. Vang Tíðindi í sjónvarpi Tað ber eisini til at lesa tíðindini, sum Sosialurin leggur á Portal.fo á sjón- varpsskíggjanum. Tey, sum hava Televarpið, kunnu leita sær inn á Rás 1 og lesa feskastu tíðindini av Portalinum. 77 ár baki Sosialurin kom fyrstu ferð út í 1927, og fyrstu árini gekk blaðið undir navn- inum Føroya Social-Demokrat og var eitt partapolitiskt blað burturav. Í 1955 fekk blaðið navnið Sosialurin, og í sjeytiárunum legði Sosialurin seg meira eftir at bera óheftan tíðindaflutning og skera niður í partapolitiska til- farinum. Í 1990 gjørdi Sosialurin av at økja um útgávuarnar, so at blaðið kom út fimm ferðir um vikuna. Síðani hevur Sosialurin havt stóra fram- gongd og er í dag saman við Dimmalætting størsta avís í Føroyum. Nú er tann breiði og óhefti tíðindaflutningurin í miðdeplinum, og Sosialurin er av álvara vorðið yndisblaðið hjá føroyingum. Fyrstir á netið Sosialurin var fyrsti føroyski fjølmiðilin, sum rættiliga tók internetið í álvara. Eftir eina royndartíð, var Internet-Sosialurin tendraður tann 25. november í 1997, og síðani hevur blaðið verið dagført við tíðindum hvønn gerandisdag á adressuni www.sosialurin.fo. Einar 50.000 greinar eru lagd- ar á Internet-Sosialin gjøgnum árini, og tað ber til at leita í hesum savni á heimasíðuni hjá blaðnum, sum hvør tann einasta telda í landinum man hava vitjað. Sosialurin var fyrsti føroyski miðilin, sum veruliga tók internetið í álvara Mest lisnu tíðindi í landinum Sosialurin kemur víða við síni pappírsútgávu, men tíðindi, sum Sosialurin skrivar, kunnu eisini lesast á Portal.fo. Sosialurin røkir Portal.fo, Sportal.fo og Pop.fo fyri Føroya Tele, og samstarvið hevur havt við sær, at Portal.fo er mest vitjaða føroyska internetstaðið. Sosialurin skrivar tíðindini, sum túsundtals føroyingar lesa á Olivant Undangongumiðil Sosialurin hevur rættiliga gingið undan í føroyska fjølmiðlaheiminum. Blaðið var tað fyrsta, sum setti blaðfólk, fotografar og teknara í lønt starv, Sosialurin kom sum fyrsta blaðið út fimm ferðir um vikuna, og tættir og átøk í blaðnum sjálvum hava verið slóðbrótandi. Sosialurin er alt annað enn møddur av sínum 77 árum, tí blaðið gongur framvegis undan og er nú eitt rættiligt fjølmiðlahús, sum framleiðir tíðindi til fleiri miðlar – bæði á prenti og loftbornar. Vøksturin í blaðsøluni seinnu árini er eisini eitt ein- dømi um framgongd. Fjølmiðlahúsið bjóðar framtíðini av C M Y K 35 34