hósdagur 25. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
6
– Eg sleppi ikki heim, uttan at hann gevur mær loyvi. Eg havi
ynskt at flyta heim til Føroya nú í fleiri ár, men eg sleppi ikki.
Eg avgeri ikki sjálv hvar eg og dóttir mín skulu búgva. Tað
er grátuligt og ófatiligt, sigur 33 ára gamla Siri Hovsgarð
Frælsi
er tikið
frá mær
Barbara Holm
H
etta var dropin. Nú má
eg bara gera alt í mínari
makt fyri at sleppa heim.
Tað er tað fyrsta Siri
sigur, tá ið hon skal seta orð á henn
ara støðu.
Hon hevur sjálv vent sær til
Sosialin, snøgt sagt tí hon kennir seg
hjálparleysa.
– Mær dámar ógvuliga illa at
standa fram soleiðis, men eg eri
desperat. Eg má gera okkurt, tí hetta
er ikki rætt. Dóttir mín skal vaksa upp
í Føroyum, sigur hon og fer undir sína
søgu.
Fyri seks árum síðani fingu Siri,
og føroyski maki hennara tá, eina
dóttur. Beint áðrenn Siri gjørdist
varug við, at hon var við barn, vóru
tey farin hvør til sítt. Men orsaka av,
at eitt barn nú var ávegis, valdu tey
at royna aftur. Sæð í bakspeglinum
var tað kanska fyrsta stigið móti hesi
óloysiligu støðu hjá Siri.
– Vit vóru saman aftur, og vanligt
er í Danmark, at foreldrini hava felags
foreldramyndugleika. Tað ynskti
hann eisini, greiður Siri frá.
Og sjálvandi játtaði Siri hesum.
– Eg minnist eg lat eitt orð falla
um, at hetta í veruleikanum merkti,
at eg ikki kundi flyta heim aftur til
Føroya uttan so, at hann gav mær
loyvi. Men eg trúði ongantíð tað
kundi fara so langt, sigur Siri.
Hóast hon kendi til donsku
reglugerðina um, at felags foreldra
myndugleiki millum annað inniber,
at bæði skulu vera samd um hvar
barnið skal búgva, so trúði hon ikki,
at tað kundi vera galdandi fyri tveir
føroyingar, búsitandi fyribils í Dan
mark í lestrarørindum.
Men fyri einum góðum mánaði
síðani var tað staðfest, at soleiðis er
tað.
Endaði í rættinum
18. mai 2015. Tað er dagfestingin tá ið
Siri fekk staðfest svart uppá hvítt, at
hon ikki hevur heimild at flyta aftur
til Føroya við dóttrini uttan loyvi frá
fyrrverandi makanum.
– Eg skilji væl tankan í lóggávuni.
Og eg haldi tað hevði sæð øðrvísi út,
um eg hevði fingið mær barn við
einum dana. Men hann er føroyingur,
so eg skilji ikki hvussu tað kann vera
tað sama galdandi har, sigur Siri.
Í hennara hugaheimi hevur eingi
ivi verið um, at hon skuldi heim
aftur á klettarnar eftir loknan
lesnað. Siri er úr Suðuroynni,
og hennara framtíðar
dreymar hava altíð verið,
at dóttir hennara skuldi
vaksa upp í barnavinarliga
umhvørvinum har.
– Eg havi altíð verið
tilvitað um, at eg vil heim
aftur at liva mítt lív. Og eg
havi mangan sagt í spølni, at eg
ikki vildi havt eitt barn við einum
danskara, tí so hevði eg ikki sloppið
heim aftur. Og nú er tað júst tað, sum
hendir, sigur Siri.
Hon kennir seg arga og vónsvikna
av, at lóggávan í Danmark ikki tekur
hædd fyri, at bæði Siri, fyrrverandi
maki hennara og dóttirin eru føroy
ingar.
Hvat kann vera
meira natúrligt,
enn at vit hava
rætt til at liva og
virka í Føroyum«
Siri hevur tikið ta
støðu, at hon skal berjast
– kosta hvat tað kosta vil.
Men hon steðgar, tá ið
dóttirin byrjar í 1. flokki
um eitt ár, tí tá er
prísurin ov høgur
persónssøga
Stavnsbundin í Danmark
Satelittmynd