hósdagur 25. juni 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
7
»Eg havi kært dómin, tí eg haldi ikki hetta
kann vera rætt. Eg kenni væl lóggávuna, men
tað má vera ein avgerandi munur, tá ið talan
er um tvey føroysk foreldur«
Siri Hovsgarð
– Eg havi altíð verið tilvitað um, at eg vil heim aftur at liva
mítt lív. Og eg havi mangan sagt í spølni, at eg ikki vildi havt
eitt barn við einum danskara, tí so hevði eg ikki sloppið heim
aftur. Og nú er tað júst tað, sum hendir, sigur Siri Hovsgarð
– Hvat kann vera meira natúrligt,
enn at vit hava rætt til at liva og virka
í Føroyum, spyr Siri.
Endar í rættinum og
á gøtuni í september
Siri og systur hennara keyptu hús
í Tårnby fyri nøkrum árum síðani.
Har hava tær báðar búð við børnum
teirra, men í fjør flutti systur Siri
heimaftur til Suðuroynna. Sostatt
hava tær báðar tørv á at selja húsini,
og í september skulu Siri og dóttirin
flyta út.
Samstundis er september mánað
urin, tá ið Siri enn einaferð skal leggja
síni sjónarmið fyri einum dómara.
– Eg havi kært dómin, tí eg haldi
ikki hetta kann vera rætt. Eg kenni
væl lóggávuna, men tað má vera ein
avgerandi munur, tá ið talan er um
tvey føroysk foreldur, vísur Siri á.
Hon er ógvuliga ørkymlað av
støðuni.
– Eg má bara siga sum er, at eg eri
bittur. Eg skilji ikki nakar annar kann
ráða yvir hvar eg skal búgva, bara tí
hann ikki vil heim aftur til Føroya.
Tað kennist órættvíst, og sum mín
egni fríi vilji er tikin frá mær, sigur
Siri.
Trúði eg var
einsamøll í støðuni
Siri kennir ongan føroying í Dan
mark, sum er í somu støðu. Hon
hevur hoyrt um kvinnur, sum hava
børn við donskum monnum, sum eru
í hesari knípuni, men ongantíð um
tvey føroysk foreldur.
Men ein dagin skrivaði ein ting
kvinna úr Suðuroynni um hesa støð
una í miðlunum, og Siri gjørdi av at
seta seg í samband við hana.
– Eg havi síðani funnið
útav, at tað eru fleiri í
somu støðu sum eg,
sigur Siri.
Tað er altíð hugaligt at vita, at ein
ikki er einsamallur í støðuni, tí tess
fleiri lagnur tað ávirkar, tess størri
møguleiki er fyri, at onkur myndug
leiki tekur málið upp.
– Eg havi tosað við politikarar, sak
førarar, rættarhjálpina, løgregluna og
hvat veit eg, men eingin hevur eina
loysn, sigur Siri.
Hon er tó vónrík um, at politikar
arnir fara at gera okkurt við hesa
støðuna.
– Eg havi eina vón um, at onkur
kemur mær til hjálpar. Og eg ætli
mær at stríðast fyri, at avvarðandi
myndugleikar taka hesa støðuna í
álvara, sigur Siri.
Siri steðgar ikki her
Í dag hevur Siri tikið tað støðu, at hon
skal berjast – kosta hvat tað kosta vil.
Men hon steðgar, tá ið dóttirin byrjar
í 1. flokki um eitt ár, tí tá er prísurin
ov høgur.
– Eg vil hava hon skal vaksa upp
í Føroyum, og fáa tey virði, sum vit
hava har heima. Hon byrjar í 1. flokki
um eitt ár, og longu tá missi eg í
stóran mun ávirkan á hennara upp
vøkstur. Tá fær hon sterkari tilknýti
til Danmark, og tá vil eg ikki skræða
hana upp við rót, sigur Siri.
Men inntil tá hevur hon avgjørt, at
einki stig fer ov langt, og einki er meira
umráðandi enn at berjast. Berjast fyri,
at hon og dóttirin sleppa heim aftur
til Føroya. At dóttirin kann vaksa upp
í Føroyum, og at frælsi hjá Siri aftur
fær fótafesti í ríkisrættarligu støðuni
millum Føroyar og
Danmark.
tilvildarlig mynd
Mynd: Privat