hósdagur 25. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
8
Leivur Frederiksen
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Í Tróndargøtu í Havn spældu vit altíð
klassikaran, »røvarar og politi«. Eg hevði eina
sheriff-stjørnu á bringuni og eitt belti við
tveimum revolvarum í. Eg fekk nógvar røvarar
í spjellið, og tí droymdi eg tá um, at eg skuldi
verða politistur, tá eg bleiv vaksin. Seinni fann
eg so út av, at politistar sleppa ikki bara at
plaffa skurkarnar niður, og so kundi tað verða
líkamikið.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Ein dagin segði Solby við meg, at vit máttu
hava ein nýggjan dúk, tí tann, sum vit høvdu,
var blivin so ljótur. Eg segði: »Keyp ein
nýggjan«. Hon segði: »Tú má koma við, og
hjálpa mær at velja«. Alt gott um at gera ting
saman, men at biðja ein heteroseksuellan
mann (orsakað fordómarnar) koma við sær at
velja dúk, gardinur og koppastell er ongantíð
smart.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða
vaksin?
– At tað kann blíva óluksáliga súrt, um man
ikki tekur barnsligu eginleikarnar við sær inn í
vaksnamannalívið. Gaman í er neyðugt at taka
ábyrgd sum vaksin, men um tað ikki er pláss til
spæl og gleði, so er tað líkamikið.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– Eg droymi bara, tá eg sovi, og teir dreymarnir
eru so langt úti, at eg vóni, at teir ongantíð
blíva til nakað. Annars eri eg sera nøgdur og
takksamur fyri tann veruleikan, sum eg livi í
beint nú.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… farið upp í ein stiga. Eg havi eina ræðuliga
hæddarræðslu, sum eg gjarna vil sleppa av við.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Eg haldi, at vit menniskju hava ongantíð fyrr
brúkt so nógva tíð og orku til at taka okkum av
okkum sjálvum og okkara avkomi. Tað skulu vit
sjálvandi eisini, men heimurin bleiv betri, um
vit øll eisini mintust til at halda betri eyga við
teimum, sum ikki hava tað so gott.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá eg fór inn til Hans Jacob Heinesen í
Klaksvíkar býráði og spurdi, um eg kundi sleppa
at blíva klaksvíkingur. Eg eri ovfarin av, at eg
trívist so væl í nýggja leiklutinum. »Well, ræst
og gallø« er ikki ordiliga blivið fastur partur av
orðatilfeinginum, men tað skal nokk koma. Í
Klaksvík er gott at búgva.
Tað seinasta, tú hevur lært, er, at:
At seta prís upp á havan. Eg ætlaði uppruna
liga at bíleggja eina rúgvu av asfalti og siga
farvæl til alt hatta grasið, sum fylgdi við
húsinum, men eg havi funnið út av, at tað
sera gott fyri sálina at sleppa øllum tonkum,
meðan eg rokist eitt sindur uttanfyri. Eg
havi ikki grønar fingrar, og eg fái tað neyvan
nakrantíð, men tað er líkamikið. Tað er gott at
hava okkurt, har man kann gloyma arbeiðið og
annað, sum fyllir høvdið.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg
um, at eg:
-– Eg havi tíbetur ikki støðugt ringa samvitsku.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… fingið eyguni upp fyri øllum teimum góðu
tingunum, sum eru her á landi. Eg eri um at
kvalast av teimum, sum hvønn dag brokka
seg um smáting. Lagnan hjá einum menniskja
verður í stóran mun avgjørd við, hvar í
heiminum tú verður føddur. Flestu føroyingar
eru sera, sera, sera hepnir.
Yrki: Journalistur í KvF
Bústaður: Klaksvík
Eirikur Lindenskov
F
leiri ferðafólk, sum vitjaðu
í Føroyum í fjør, hava víst
á, at tey í nógvum førum
føldu seg óvælkomin, tí
føroyingar løgdu tey undir illgruna
at vera limir í Sea Shepherd, og komu
tí við keðiligum viðmerkingum.
Hetta vísur ein nýggj kanning,
sum Gallup hevur gjørt fyri Visit
Faroe Islands.
Visit Faroe Islands heitir tí á
føroyingar um at fara væl við øllum
ferðafólkum, líka mikið um tey eru
vanlig ferðafólk ella umboð hjá Sea
Shepherd.
– Tað er sjálvsagt sera óheppið,
um vanlig ferðafólk uppliva, at tey
verða løgd undir illgruna at vera
limir í Sea Shepherd og fáa keðiligar
viðmerkingar av hesum. Hetta rakar
ósek ferðafólk, sum fáa eina keðiliga
uppliving, sum tey taka heimaftur við
sær. Umframt hetta kunnu tey eisini
gerast partur av einum kjaki, sum tey
møguliga einki kendu til, áðrenn tey
fingu keðiligu viðmerkingarnar, og
tað er sjálvandi ikki ynskiligt, sigur
Súsanna Sørensen, leiðari innan
marknaðarføring og PR hjá Visit
Faroe Islands.
Súsanna Sørensen vísir á, hvussu
stóran leiklut føroyingurin á gøtuni
hevur, tá talan er at umboða Føroyar
mótvegis ferðafólki.
– Føroyingar eru kendir fyri at
vera gestablíðir og vinarligir, og hetta
ávirkar okkara umdømi á góðan hátt
í ferðafólkahøpi. Tað er umráðandi at
halda fast um hetta og framhaldandi
taka atlit til øll ferðafólk, sum vitja í
Føroyum, sigur Súsanna Sørensen.
Mótstøðan ímóti Sea Shepherd
rakar eisini ferðafólkini
Visit Faroe Islands heitir á føroyingar um at fara væl við øllum ferðafólkum