Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 9 takk fyri alítið framsokn.fo framsókn liberali tjóðskaparflokkurin Vit í Framsókn vilja fegin takka tykkum, sum tóku undir við okkum á fólkatingsvalinum. Hóast vit fingu góð skoðsmál fyri at hava ein góðan og greiðan politikk, rukku vit ikki málinum hesaferð. ‘Føroyar sjálvar – heldur enn hálvar’ eitur okkara boðskapur. Vit gera vart við, at føroyingar og danir ikki hava somu uttanríkispolitisku áhugamál, og at líkasæli ES-politikkurin hjá føroyingum er ein beinleiðis hóttan móti menningini av okkara samfelag. Framsókn metir fólkatingsumboðanina sum eitt uttanríkispolitiskt arbeiði. Vit gera vart við, at allur framburður í Føroyum er og verður treytaður av, at vit fáa ræðisrættin á øllum uttanríkispolitiskum málum og sjálvi kunnu umboða okkum á øllum alheimspallum. Við hesum boðskapi okkara kom valstríðið í stóran mun at snúgva seg um føroyskan uttanríkispolitikk - ella heldur tørvin á honum. Allir flokkar tóktust at hava eina meining um áheitan okkara um at vakna og at taka uttanríkispolitisk mál í álvara. Hetta styrkir okkum í trúnni á, at vit hava tann rætta og viðkomandi politikkin og eru á rættari kós. Polariseringin í valstríðnum skeiklaði býtið av atkvøðum nakað. Men soleiðis er politikkur eisini. Vit ynskja Høgna og Sjúrði tillukku við valinum og góðan arbeiðshug, sum vit vóna, at teir brúka í stríðnum fyri at tryggja okkum føroyingum rættin til sjálvi at hugsa og handla í altjóða høpi. Nú kemur løgtingsvalið. Tá fara vit við einum javnbjóðis liði av góðum monnum og kvinnum aftur at bjóða okkum fram. Við støði í okkara virðisgrundarlagi fara vit heiðurliga og reiðiliga at stríðast fyri at gera Føroyar til eitt tíðarhóskandi samfelag. Enn einaferð takk fyri stuðulin! Poul Michelsen Hanna Jensen Ruth Vang Karlot Hergeirsson Høgni Reistrup Sunneva Háberg Eysturstein