hósdagur 25. juni 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
10
politikkur
álvarsligt
innanhýsis
rumbul
Árni Gregersen
T
að dregur saman um til
eina álvarsliga uppgerð
innanhýsis í Sambands–
flokkinum eftir fólka
tingsvalið og almannakunngerðini av
úrslitinum av kanningini av
handfaringini av málinum um
Skálafjarðartunnilin.
Í kanningini verður staðfest, at
løgmaður hevur borið Løgtinginum
skeivar upplýsingar.
Hvussu álvarsligt tað er politiskt
er enn ógreitt, men kanningarstjórin
sigur í sínari niðurstøðu, at hann
heldur, at revsirættarliga er málið
av slíkum slag, at hann heldur ikki
at sakarmál eigur at verða reist móti
løgmanni, men heldur at Løgtingið
gevur honum eina átalu – ella eina
sokallaða nøs.
Hetta tilmæli snýr seg bert um
tær revsirættarligu avleiðingarnar.
Kanningarstjórin heldur ikki, at málið
er nóg stórt til at reisa rættarliga
ákæru móti hvørki løgmanni ella
fyrrverandi landsstýrismanni við
innlendismálum.
Ringt at svølgja og skilja
At skilja hvat tað er, kannignarstjórin
mælir til, tykist vera heldur torført
at skilja.
Hans Gammeltoft-Hansen mælir
til, at Løgtingið gevur átalu fyri tað,
sum teir báðir løgmaður og Kári P.
Højgaard hava gjørt.
Hann vísir til, at hetta er ein
praksis, sum Fólkatingið gjøgnum
nógv ár hevur brúkt. Men hann
leggur dent á, at her er talan um
revsingina tá ið brotini ikki eru so
stór, at rímuligt er at reisa tað sum
í Danmark svarar til ríkisrættarsak.
Politisku avleiðingarnar skal
Løgtingið taka sær av. Kanning
arstjórin vísur til, at tað fleiri ferð er
hent í Danmark, at tá ið ráðharrar
hava fingið átalu frá Fólkatinginum,
so hava teir annaðhvørt sjálvir lagt
frá sær – ella hevur stjórnin mist sín
stuðul.
Í Danmark er est vanligt at hava
minnilutastjórnir og tá slík mál taka
seg upp, er vanligt, at stuðulsflokkar
hjá stjórnini taka undir við
misálitisuppskotum – og so noyðist
ráðharrin at leggja frá sær.
Løgmaður
sendi
eftir
at
frágreiðingin frá kannignarstjóranum
út eitt tíðinaskriv, har hann segði, at
“ Tað var og er framvegis mín fatan,
at eg ikki gjørdi avtaluna við CIP.
Eina avtalu, sum kanningarstjórin
samstundis staðfestir var fult lóglig. Í
sama viðfangi sigur kanningarstjórin
í sínari niðurstøðu, at skeivu
upplýsningarnir til Løgtingið hvørki
vóru fyri at fjala eitt framhaldandi
rættarbrot ella fjala eitt útint
rættarbrot, sum kanningarstjórin
málber seg. Hetta vil siga, at eg lat
upplýsingar til Løgtingið eftir mínari
bestu sannføring.”
Hóast
løgmaður
kom
við
einumtíðindaskrivi týsdagin, har
hetta stóð, so valdi hann mikukvøldið
at senda Løgtinginum eitt skriv,
har hann biðjur um umbering fyri
ikkiat hava givið tinginum rættar
upplýsingar.
Innanhýsis rok
Í Sambandsflokkinum eru ymiskar
meiningar um, hvat skal henda eftir
at úrslitið kom fram.
Formaður hevur fingið nógvar
atfinningar eftir at Sambands
flokkurin tapti fólkatingsvalið og
harvið eisini fólkatingssessin.
Formaður floksins, Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, verður
lagdur undir athava ábyrgdina av,
at flokkurin fekk afturgongd í havn.
Sjálvur misti formaður floksins fleiri
enn 1000 atkvøður í mun til seinasta
fólkatignsval.
Tað, saman við úrslitinum av
kanningini hjá Gammeltoft-Hansen,
hevur fingið eins tóran aprt av
flokkinum at halda, at løgmaður
eigur at leggja frá sær.
Næstformaður floksins, Bárður
Nielsen, hevur sagt við útvarpið, at
kanningarúrslitið, so avgjørt eigur
at fáa avleiðingar, men hann heldur
eisini, at tað er løgmaður sjálvur, sum
eigur at taka avleiðignarnar.
Enn hevur bert tingbólkur og
landsstýrismanning floksins havt
fund. Í Landsfelagnum og lokalu
veljarafeløgunum er støðan eisini
tvíbýtt.
Nógv teirra halda, at tað sum
løgmaður segði í málinum um
undirsjóvartunnilin ikki hevði
avgerandi týdning og tí heldur
ikki eigur at kosta løgmanni
formanssessin í flokkinumj.
Løgmaður sjálvur var tó á ongan
hátt bangin fyri at lata fyrrverandi
landsstýrismannin, Kára P. Højgaard
taka politisku avgerðirnar av sínum
gerðum.
Kára P. Højgaard loysti løgmaður
úr starvi sum landsstýrismaður longu
í september fyri tveimum árum síðani
fyri sín leiklut í undirsjóvarmál-
inum.
Hetta, hóast Kári P. Højgaard hevði
fulla heimild at gera tað, sum hann
gjørdi – burtursæð frá ikki at leggja
nøkur tøl, sum hann ivaðist í, fram
ítinginum.
Framtíðin hjá
Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin veit betur
Tað tykist sera torført hjá Sambandsflokkinum at vita hvørjum
beini flokkurin skal standa á eftir fólkatingsvalið og úrslitið av
kanningini av handfaringini av Skálafjðarartunnils-málinum
Kreppa í Sambandsflokkinum
Løgmaður er umstríddur í
Sambandsflokkinum eftir
fólkatignsval og úrslit av
kanningini av handfaringini
av Skálafjarðartunnlinum
Hans Gammeltoft-Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen