Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 11 enn nakar annar, at val verður til Løgtingið í einasta lagi 29. oktober. Afturgongdin við fólkatignsvalið nívir sjálvandi og tær veljara­ kannignar, sum eru gjrødar til eitt løgtignsval, vísa, at flokkurin fær stóra afturgongd. Nú kann flokkurin velja at taka veljarkannignarnar fyri fult – ella siga, at talt verður øðrvísi til heystar – ella tá ið ett val verður. Flokkurin er tó noyddur at hyggja eitt sindur longur fram, tí undirtøkan hjá flokkinum er ikki nóg góð í løtuni. Skal flokkurin vinna sær tyngdina aftur við eins stórum tingbólki, so er neyðugt at taka í egnan barm og melda út við einum greiðum politikki. Einum politikki, sum eisini tekur støðu til um tað er í lagi, at formaður floksins ber skeivar upplýsingar fram í Løgtinginum. Rok er innanhýsis um hesar spurnignar umframt at eitt maktstríð er byrjað um, hvør skal seta seg í formansstólin tá ið Kaj Leo Holm Johannesen velur at leggja frá sær. Ellas tapir eitt stríðsval til ein annan formann. post@sosialurin.fo Løgmaður uttanlands næsta mánaðin Eirikur Lindenskov Hóskvøldið fór Kaj Leo Holm Johannsen við føroyska ferða­lag­ num til Oyggjaleikir á Jersey, og hann verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn um ein mánað. Tað váttaði Kaj Leo Holm Johannesen fyri in.fo mikudagin. Eftir Oyggjaleikir fer løg­maður við føroyska rynkebý-súkklu­lið­ inum, sum skal súkkla úr Danmark til París, og eftir tað fer hann at halda summarfrí. – So eg verði burtur í allan juli­ mánað, sigur løgmaður, sum fyri fjórðu ferð skal fylgja føroysku ítróttarfólkunum á oyggjaleikum. Spurdur um kreppufund í Sam­ bandsflokkinum ein av døgunum um kanningarúrslitið hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum varð lagt fram týsdagin, segði løgmaður, at tað visti hann einki um. – Tað kenni eg einki til. Vit hava ein fund í tingbólkinum í morgin um løgtignsvalið, har vit eisini skulu fyrireika okkum til feriu. Tað er møguligt, at vit eisini tosa um kanningina, men tað er eingin kreppufundur – mær vitandi, um úrslitið av kanningini, sigur løgmaður. – Fyri mín part er hatta yvir­ staðið. Eg kann ikki gera so nógv nú.  Men løgmaður kann altíð leggja frá sær sum eina avleiðing av lógarbrotinum. Spurdur, um hann hevur umhugsað tað sigur hann, at tað ger hann ikki. So tey, sum høvdu væntað sær nakað stórt í summar, tey verða skuffað, heldur løgmaður. – Í summar hendir einki. Hvat kann koma fyri á ólavsøku, veit eg ikki, sigur Kaj Leo Holm Johanne­ sen, sum soleiðis ikki væntar sær nakað eftirspæl av kann­ingini hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum staðfesti, at løgmaður hevur brotið lóg um ábyrgd lands­stýrismanna við tilvitað at siga ósatt fyri løg­ ting­inum. Løgmaður biður um umbering Limirnir eiga at sleppa til orðanna – Eg vil hervið biðja Føroya Løgting um umbering fyri at geva løg­ting­ inum skeivar upplýsingar. Soleiðis skrivar løgmaður í brævi, sum hann sendi løgtinginum mikukvøldið. Hann sigur víðari í brævinum: – Eftir at hava lisið drúgvu frá­ greið­ingina hjá Hans Gam­mel­toft- Hansen, kanningarstjóra, ásanni eg, at mítt orðaval um ongan leiklut at eiga í break-fee avtaluni var óheppið og ikki rætt. Tað harmist eg ómetaliga nógv um. Kanningarstjórin, Hans Gam­ meltoft-Hansen, legði týsdagin fram niðurstøður sínar av kanningar­arbeiðinum, hann hevur gjørt, um leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard í samband við avtaluna við CIP um at byggja Skálafjarðartunnilin. Løgmaður hevur annars hildið fast við, at hann ikki hevði sagt ósatt, men tykist nú hava broytt mening og. Sum hann sjálvur skrivar, ásannar hann nú, at orðavalið um ongan leiklut at eiga í avtaluni, var óheppið og ikki rætt. Kanningarstjórin vildi vera við, at løgmaður sjálvur hevði gjørt av­taluna ella í øllum førum verið við við­virk­andi til, at avtalan varð gjørd. ...Meir um evnið á næstu síðu Eirikur Lindenskov – Sambandsflokkurin er í eini truplari støðu eftir vánaliga fólkatingsvalið, og niðurstøðun hjá Hans Gammeltoft-Hansen broytir ikki støðuna. Tað heldur John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. – Vit gingu aftur í flest øllum økjum í landinum, so øll eiga vit ábyrgd av afturgongdini – og serliga í Suðurstreymoy, har fyrrverandi floksformaður gjørdi eitt reint fólkafloksmál til ein trupulleika fyri Sambandsflokkin. – Eg gjørdi mína støðu greiða í brævi til løgmann beint eftir fólkatingsvalið, sigur John William Joensen. Í brævinum til løgmann skrivaði John William Joensen, at formaður Sambandsflokksins sjálvur eigur at taka stig til at reinsa luftina innanfloks. – Fyri floksformannin er tað umráðandi, at hann hevur uppbakking, heldur John William Joensen. Tí heldur John William Joensen, at Kaj Leo Holm Johannesen nú skuldi nýtt høvið at reinsað luftina innanfloks. – Hetta kann hann gera við at lata grasrøturnar sleppa til orðanna. Hetta kann gerast við at kalla landsnevndina saman og fáa staðfest, hvat veljarafeløg og tingbólkur meina um støðuna, sigur John William Joensen. – Hans Gammeltoft-Hansen mælir løgtinginum at geva løgmanni eina nøs, so løgmaður hevur onga orsøk at leggja frá sær, sigur John William Joensen. eirikur@sosialurin.fo Tey sum høvdu væntað sær nakað stórt í summar verða skuffað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen átti nú sjálvur at tikið stig til at reinsað luftina innanfloks, heldur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag, John William Joensen Mynd: Álvur Haraldsen Vilja einki siga Fleiri av veljarafeløgunum hjá Sam­ bandsflokkinum kring landið, vilja ikki siga nakað um støðuna, flokkurin er komin í. Her verður hugsað um støðuna eftir at Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, er komin til ta niðurstøðu, at løgmaður hevur ikki sagt satt fyri Løgtinginum um sín leiklut í málinum um Eystur­oyar­ tunnilin. Hanus Midjord, formaður í Føroya Væl, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suður­ streym­oy, heldur, at hetta er eitt mál, flokkurin eigur at loysa innanfloks, og ikki í fjølmiðlunum. Jóan Petur Petersen, formaður í Sandoyar Sambandsfelag hevur heldur ongar viðmerkingar, tí hann sigur, at tey skulu viðgera støðuna. Asbjørn Djurhuus, formaður í sam­bandsfelagnum í Norðstreymoy, heldur, at tær 5,5 milliónirnar, lands­ kassin hevur brúkt, eru illa farnar, tí lítið og einki er komið burturúr. Og hann heldur, at tað er ovasta leiðslan í flokkinum, sum eigur at við­ gera støðuna, og at koma við einum útspæli um, hvussu farast skal fram. Hinvegin eydnaðist tað hvørki at fáa fatur á Svenning Borg, formanni í Suðuroyar Sambandsfelag, ella á Árna Guldborg, sum er for­maður í ung­dómsfelagnum hjá Sambands­ flokk­inum, Unga Sambandinum. aki@sosialurin.fo