Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 12 Kaj Leo bjóðar – Eg fari at hugsa meg væl um í summafrítíðini, sigur Kaj Leo Holm Johannsen, sum bjóar seg til at fara frá sum formaður Sambandsfloksins, um onkur annar bjóðar seg fram Eirikur Lindenskov E ftir fundin millum ting­ manning og lands­stýris­ manning hjá Sam­bands­ flokkinum hósmorgunin er greitt, at málið, um tað skal fáa avleiðingar fyri Kaj Leo Holm Johannesen at hann hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, verður parkerað fyri­bils – til í augustmánaði. Í august verður fundur í lands­ nevnd og tingmanning Sam­bands­ floksins, og tá fer Kaj Leo Holm Johannesen at seta formanssessin til taks, um onkur annar bjóðar seg fram at leiða Sambandsflokkinum í val­stríðnum til løgitngsvalið. – Eg eri absolutt til reiðar at trekkja meg, um onkur annar vil leiða flokkin fram til valið, segði Kaj Leo Holm Johannesen við útvarpið. Hann sigur, at hjá honum snýr tað seg um politikkin fram um per­ són­arnar. Hann hevur biðið løgtingið um umbering fyri, at hann hevur sagt ósatt fyri tinginum – men heldur kort­ini ikki, at tað er so týdningar­ mikið heldur. – Eg kom at siga 3-4 orð for nógv í einum heitum kjaki við Høgna Hoydal seint á kvøldi, sum hevði lagt meg undir líkt og ólíkt, segði løg­ maður, sum spyr, hvør er so feilfríur, at hann ikki onkuntíð sigur ov nógv. – Tann, sum ongan feil ger, hann kann ikki stilla upp til val, heldur løg­ maður. Men hann sigur kortini, at hann tekur niðurstøðuna frá Hans Gammeltoft-Hansen, um at hann hevur sagt ósagt, til eftirtektar. Við útvarpið segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann hevur verið undir støðugum ákærum í tvey ár, bæði hann og familjan hava ligið undir hesu trýsti. – Men tað er stadigvekk alvorligt, og tí fari eg at umhugsa mína støðu gjølla í summarfrítíðini, og tað kann verða, at eg komi til onkra aðra niður­støðu, segði Kaj Leo Holm Johannesen, sum legði dent at, at um tað verður so, at semja verður um at onkur annar skal leiða flokkin, so fer hann at stuðla tí 100 prosent. eirikur@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Tað er altíð óheppið, at ein politikari ikki er reiðiligur og ber Løgtinginum rangar upplýsingar. Tað heldur Hugin Skaalum, for­ maður í sambandsfelagnum í Vágum. – Tað er nøktandi, og so slett ikki av einum løgmanni, leggur hann afturat. Annars sigur hann, at lokalfelagið í Vágum hevur ikki umrøtt støðuna í Sambandsflokkinum, men tað fer felagið at gera. Tað, Hugin Skaalum sigur, er so­ statt fyri hansara egnu rokning, og hann heldur, at framferðin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, er eina átalu verd. Nú hevði Sambandsflokkurin, og ser­stak­liga løgmaður, eitt vánaligt løgtingsval og Hugin Skaalum ivast í, um tað verður fremjandi fyri løg­ tings­valið at halda fram, sum um einki var hent. – Kaj Leo Holm Johannesen liggur rættiliga niðarliga, sum formaður í Sambandsflokkinum, staðfestur hann. Spurningurin er so um hann heldur, at flokkurin eigur at fáa nýggjan formann. – Eru valtølini ikki rættiliga sigandi, svarar hann. – Jú, tað kann væl vera, at stundin er komin til at Sambandsflokkurin fær ein nýggjan formann, leggur for­mað­urin í Vága Sambandsfelag afturat. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Tað var øgiliga gott, at løgmaður bað Løgtingið um umbering miku­ kvøldið. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Tað, hann sipar til, er eyðsæð niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningatstjóra, um, at løg­maður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum um sín leiklut í málinum um Eysturoyartunnilin. Jenis av Rana sigur, at hann var ógvuliga ónøgdur við, at løgmaður alt fyri eitt kom til ta niðurstøðu, at hann var reinsaður. Tað gjørdi løgmaður í eini al­ mennari fráboðan, samstundis sum Hans Gammeltoft Hansen greiddi almenninginum frá niðurstøðuni. – Tað er ikki rætt, at Løgmaður varð fríkendur, og vit skrivaðu honum eisini skriv, har vit vístu á okkara ónøgd við, at hann almannakunngjørdi eina frá­ boðan, sum ikki er í samsvari við veru­leikan, sigur formaðurin í Mið­ flokk­inum. Hann sigur, at Miðflokkurin hevði fund um málið, og kom til ta niðurstøðu, at tvíhelt løgmaður um, at hann var reinsaður, fór Mið­ flokkurin at taka stuðulin til sam­ gonguna aftur. – Fyri okkum hevur tað stóran týdning fyri okkum, at løgmaður tók í egnan barm, og viðurkendi sítt mis­tak, sigur Jenis av Rana. Men hann leggur afturat, at tað varð ongantíð neyðugt at greiða løg­manni frá avgerðini í Mið­flokk­ inum. – Vit høvdu eitt prát við hann seinnapartin í mikudagin, og har greiddu vit honum frá, at tað hevði verið hóskandi, at hann tók í egnan barm. – Tá greiddi løgmaður frá, at hann hevði ásannað, at hann hevði gjørt eitt mistak, og at hann var til reiðar at geva løgtinginum eina treyta­leysa umbering fyri tað. Tann umberingin kom miku­ kvøldið og fyri okkum er tað grund­ leggj­andi, at løgmaður er so stór­ sinn­aður, at hann viðurkennir sítt mis­tak og biðjur um umbering. Jenis av Rana sigur, at nú ein umbering fyriliggur, er talan um eina nýggja støðu, so flokkurin fer at bíða eftir at málið verður tikið upp. Tað er Løgtingið, sum hevur biðið um kanningina og hann vænt­ar, at Løgtingið eisini skal við­gera hana. Og tað heldur hann, eigur at vera beinanvegin. – Vit halda, at Løgtingið eigur at verða kallað saman beinanvegin at viðgera støðuna, tí tað er ov leingi at bíða til á ólavsøku, sigur for­mað­ urin í Miðflokkinum. aki@sosialurin.fo Spurningurin er um vit vinna løgtings­ valið við hesum formanninum, heldur formaðurin Vága Sambandsfelag Tað klæddi honum at taka í egnan barm í gjár, sigur formaðurin í Miðflokkinum Nú liggur Kaj Leo lágt Vóru til reiðar at fara úr samgonguni politikkur Hetta bræv sendi løgmaður mikukvøldið til tingið, har hann vil hava fyrigeving.