hósdagur 25. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
13
sær til at fara
Eirikur Lindenskov
H
óast
Sambands
flokkurin altíð kundi
tykjast at vera tann
tryggi, róligi og siðilig
flokkurin, sum hava nógv stríð
um formenn verið í flokkinum
seinastu 25 árini. Í øllum førum
fimm ferðir hevur verið opið stríð
um formanssessin.
Í 1990 legði Pauli Ellefsen,
sum tá hevði verið ímyndin av
Sambandsflokkinum og sambands
politikki í 15 ár ár frá sær sum for
maður. Sambandsflokkurin sat
tá í samgongu saman við Fólka
flokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Stríð var millum Paula Ellefsen og
Jógvan Ingvard Olsen, sum tá var
landsstýrismaður. Málið snúði seg
um ráðfiskabýtið, har stór ósemja
var millum serliga Jógvan Ingvard
Olsen og Paula Ellefsen.
Endin var, at Pauli Ellefsen legði
frá sær, og nýggjast tingmaður
floksins, Edmund Joensen varð
valdur til formann.
Í løgmanstíðini hjá Edmund
Joensen frá 1994-98 var eisini
ófríðarligt
innanborða
í
Sambandsflokkinum. Rættiligt
stríð var upp undir løgtingsvalið í
1998, tá fleiri tingmenn Sambands
floksins beinleiðis mótarbeiddu
Edmundi Joensen. Á valinum 30.
apríl í 1998 var stórur spenningur,
um Edmund Joensen fór at verða
afturvaldur. Men tað stríðið vann
Edmund Joensen, meðan ein av
fremstu mótstøðumonnum hans
ara, Atli Hansen í Gøtu, lá eftirá.
Hóast Edmund Joensen vann
stríðið í 1998, so steðgaði tað kortini
ikki. Og á landsfundi Sambands
floksins í 2001 stillaði Lisbeth L.
Petersen upp í móti Edmundi
Joensen til formansvalið, sum hon
vann.
Til løgtingsvalið í 2004 stóð
Sambandsflokkurin til at fáa stóra
framgongd. Hetta var valið, sum
varð útskrivað í úrtíð, tá fullveldis
samgongan kollsigldi. Á valinum
gekk Sambandsflokkurin aftur
frá 26 prosentum til 23,7. Lisbeth
L. Petersen tók avleiðingarnar
longu dagin eftir valið og legði frá
sær sum floksformaður. Tí var tað
Alfred Olsen, næstformaður, sum
leiddi samráðingarnar um lands
stýrið, sum endaðu við, at fyrra
ABC samgongan varð skipað.
Á næsta landsfundi Sambands
floksis varð Kaj Leo Johannesen
valdur til formann – í stríðsvalið
ímóti Johan Dahl, sum var so firtin
um at tapa formansvalið, at hann
meldaði seg úr Sambandsflokk
inum og boðaði løgtinginum frá,
at hann ikki var partur av Sam
bandsflokkinum á tingi. Nakað
seinni kom Johan Dahl upp á
betri tankar og meldaði seg inn
aftur í Sambandsflokkin – og
hann var næstformður fram til
síðsta landsfund floksins, tá hann
sjálvboðin legði næstformans
starvið frá sær.
Nú hava ting- og landsstýris
manning Sambandsfloksins gjørt
av, at flokkurin í august skal taka
støðu til lagnuna hjá floksfor
manninum.
Kaj Leo Holm Johannesen sjálv
ur hevur boðað frá, at hann setir
sítt mandat til taks og trekkir seg,
um onkur annar bjóðar seg fram,
sum flokkurin kann semjast um.
Soleiðis kann tað fyri fimtu ferð
í 25 ár verða eitt persónsstríð, sum
skal gera av, hvør framyvir skal
stjórna Sambandsflokkinum
eirikur@sosialurin.fo
Fleiri stríð um persónar hava verið um formanssessin í Sambands
flokkinum síðani Pauli Ellefsen í 1990 legði frá sær
Fimm formansstríð í 25 ár
Formenn Sambandsfloksins:
1906 Fríðrikur Petersen
1917 Oliver Effersøe
1924 Andrass Samuelsen
1948 Johan M. Fr. Poulsen
1970 Trygvi Samuelsen
1974 Pauli Ellefsen
1990 Edmund Joensen
2001 Lisbeth L. Petersen
2004 Kaj Leo Johannesen
Løgmenn Sambandsfloksins:
Andrass Samuelsen (1948 - 1950)
Kristian Djurhuus (1950 - 1958, 1968 - 1970)
Pauli Ellefsen (1981 - 1985)
Edmund Joensen (1994 - 1998)
Kaj Leo Johannesen (2008-)
Tingfólk Sambandsfloksins:
Bárður Nielsen, Vestmanna
Alfred Olsen, Saltnes
Rósa Samuelsen, Sandavágur
Helgi Abrahamsen, Strendur
Edva Jacobsen, Fuglafjørður
Eivin Jacobsen, Sørvágur
Reimund Langgaard, Leirvík
Jóna Mortensen, Tórshavn
Gerhard Lognberg, Skopun
Landsstýrisfólk Sambandsfloksis:
Kaj Leo Johannesen, Tórshavn
Bjørn Kalsø, Syðradalur, Kalsoy
Johan Dahl, Vágur
Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum formaður í 2004
Gevur
Kaj Leo sín
fulla stuðul
Hetta hevur ikki so nógv upp á seg, sigur Johan
Petersen, formaður í Eysturoyar Sambandsfelag
Áki Bertholdsen
Sjálvandi er hetta eitt mál. Men tað
hevur verri enn so, so nógvu upp á
seg, sum tað verður blást upp til í fjøl
miðlunum.
Johan Petersn, formaður Eystur
oyar Sambandsfelag, heldur ikki, at
niðurstøðan í kanningini hjá Hans
Gammeltoft Hansen, eigur at fáa
nakrar serligar avleiðingar fyri Kaj
Leo Holm Johannesen sum løgmann
og formann í Sambandsflokkinum.
– Tað er sjálvandi óheppið, at
løgmaður hevur borið løgtinginum
skeivar upplýsingar, men tað eigur
ikki á nakran hátt at føra við sær, at
hann skal leggja frá sær, hvørki sum
løgmaður, ella sum formaður í Sam
bandsflokkinum.
Johan Petersen vísir á, at Hans
Gammeltoft Hansen hevur sjálvur
víst á, at revsingin fyri misbrotið hjá
Kaj Leo Holm Johannesen eigur at
verða revsað við eini átalu
– Tað er á tí stigi, at revsingin eigur
at vera, og tí er tað burturvið at tosa
um at leggja frá sær, sigur formaðurin
í Eysturoyar Sambandsfelag.
Tí stuðlar hann eisini løgmanni
treytaleyst.
Han vísir á, at løgmaður hevur
verið undir einum ómenniskjanslig
um trýsti, serliga frá fjølmiðlunum,
og so er hann komin at siga nakað,
sum hann heldur vera rætt, men sum
Hans Gammeltoft Hansen heldur
vera skeivt, og tað verður tikið til
eftirtektar.
Hinvegin verður eisini staðfest, at
løgmaður hevur hildið sína eftirlits
skyldu, og at alt hann annars gjørdi,
var púra lógligt.
Men óheppin orðing, sum hann
heldur er ílagi.
Johan Petersen vísir á, at tað
erLøgtingið, sum hevur biðið um
frágreiðingina, og sostatt má tað eis
ini vera Løgtingið, sum tekur málið
upp gera av, hvat skal henda. Men
kanningarstjórin hevur so víst á, hvar
støðið eigur at verða lagt, og tað er
við eini átalu.
aki@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen