Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 14 Bogi Andreasen Býráðslimur, Fólkaflokkurin Tórshavnar komm­ una hevur játtað fýra milliónir krónur til at gera Hoyvíkshøllina lidna. Peningurin verður brúktur til at innrætta ovaru hæddina í bygninginum, sum varð bygdur upp í høllina fyri nøkrum árum síðani. Har verður m.a. ein køkur bygdur, og eisini verður lyfta sett upp í bygninginum. Eg fegnist um, at vit loksins eru komin til hetta byggistigið í dagføringini av Hoyvíkshøllini, tí stórur tørvur er á plássi í høllini, sum øllum kunnugt verður væl vitjað í familju- og barnaríka umhvørvinum í Hoyvík. Virksemið í høllini er nógv, og hon er dømi um ein kjarna í einum býarparti, sum skapar trivnað og gleði í gerandisdegnum. Vit skulu hava fleiri slíkar ”trivnaðarkjarnar” runt í Havnini, har børn, ung, foreldur og eldru ættarliðini búleikast og trívast. Næsta stig í Hoyvíkshøllini eigur at verða fleiri áskoðarapláss, tí har ov trongligt hjá áskoðarunum. Tað kann hóskandi verða ein nýggj verkætlan hjá býráðnum at seta á dagsskrá. Hoyvíkshøllini var í umbyggingini víðkað 520 fermetrar, har bert teir 260 fermetrarnir í veghædd vóru endaliga innrættaðir við høvuðsinngongd, forhøll, goymslum, umklæðingarrúmum og vesum til áskoðararnar. Seinasta stigið í hesi verkætlanini er, sum nevnt, at innrætta seinnu 260 fermetrarnar í ovaru hæddini. kjak Magni Arge Takk, allir veljarar, sum valdu lista E og vónina um einar sjálvbjargnar Føroyar hósdagin. Vit gjørdu tað ómøguliga møgu­ ligt og vunnu valið! Eri bæði eyðmjúkur, errin, fegin og takksamur um úrslitið, serliga tí so mong reistu seg og søgdu, at her býr eitt fólk við sjálvsvirðing, sum vil gerast sjálvbjargið og taka ábyrgd av egnum landi. Sjálvandi var eg eisini sera fegin um tær 1.082 atkvøðurnar, ið fullu mær í lut. Tær vóru ein dygg álitisváttan, sum fløvaði. Eg fari at gera mítt besta at tæna tykkum og øllum Føroya fólki. Takk, øll tit, sum stuðlaðu og hjálptu á ymsan hátt, ikki minst familjan, vinir, floksfelagar og kenningar - og so øll tit onnur, sum eg ikki enn fái sett navn á. Og hjartaliga til lukku, Høgni og Sjúrður! Vit gjørdu tað ómøgu­ liga møguligt Bjarni Hammer Je takki øllum teim­ um sum stuðlaði mær til Fólkatingsvalið, bæði við atkvøðum og øðrum stuðli, tað fløvar sanniliga. Je skrivaði um Johan Nielsen, Petur Mohr Dam og Jóannes Eidesgaard, suðringar á Fólkatingi, og so fingu okur sanniliga ein hálvan suðring, Sjúrð, aftur á Danaborg!! Hjartaliga tillukku Sjúrður, tú er óførur og tillukku Høgni. Eisini eina tøkk til Edmund Joensen og hansara stóra arbeiði og sum eisini Suðuroyggin hevur notið gott av. Løgtingsvalið verður í næstum, og tað vil verða mær ein stórur heiður at berjast fyri Javnaðarflokkinum og javnaðarhugsanini, hon, sum vil verða øllum Føroyum at frama. Gott summar! Takk tykor!! Hoyvíkshøllin loksins gjørd liðug Kristina Háfoss Hjartaliga takk til øll tykkum, ið hava stuðlað og arbeitt fyri Tjóðveldi á fólka­ tingsvalinum 2015. Takka verið hvørj­ um einstøkum av tykkum, gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur, og fingu Føroyar harvið eina tjóðskaparrødd aftur á Fólkating. Ein serstøk tøkk til tykkum 563 kring allar Føroyar - á Argjum, Eiði, Fossanesi, Fuglafirði, Funningsfirði, Funningi, Giljanesi, Gjógv, Gøtugjógv, Haldórsvík, Hósvík, Hovi, Hvalba, Hvalvík, Kaldbak, Klaksvík, Kollafirði, Kvívík, Leirvík, Mykinesi, Nólsoy, Oyndarfirði, Oyrarbakka, Runavík, Sandi, Skála, Skopun, Strondum, Sumba, Sørvági, Toftum, Tórshavn, Tvøroyri, Vági, Velbastað og í Vestmanna - ið valdu at stuðla mær persónliga. Eri ófatiliga takksom fyri stuðulin og fyri hvørja einastu atkvøðu. Tit hava gjørt tað møguligt, at vit í Tjóðveldi nú fara at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi – til fyrimuns fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og allar Føroyar. Latið okkum saman byggja víðari á hetta fram til komandi løgtingsval. Við tjóðveldiskvøðu. 1000 takk