hósdagur 25. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
15
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiður dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og
so svarar Holger tær her í Sosialinum.
Hesar bachelorútbúgvingarnar verða
bodnar út á Fróðskaparsetur Føroya
• Orkuverkfrøði
• Lærari
• Námsfrøði
• Sjúkrarøktarfrøði
• Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
• Politikkur og umsiting
• Søga
• Føroyskt
Hesar masterútbúgvingar
verða bodnar út
• MA-útbúgving í Løgfrøði
• MA-útbúgving í Føroyskum
• Masterlæra í Søgu- og
Samfelagsvísindum
• MA í West Nordic Studies – Freistin fyri
hesa útbúgving er longd til 1. august.
Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli
2015 á midnátt.
Kunning: setur.fo/upptoeka-2015
Á Føroya Handilsskúla verður tikið upp
til hesar hægru útbúgvingar í heyst
– www.fh.fo
• Akademiútbúgving (AÚ) – Fimm
ymiskar lærugreinar í Havn og tvær á
Kambsdali.
• HD 1. partur – Eingin flokkur verður tikin
inn fyrr enn í september 2016, tó verða
ein kravd og tríggjar vallærugreinar
bordnar út.
• HD 2. partur – Verður ikki boðin út í ár.
• Marknaðarførslubúskapur: Er ein
yrkisakademisk framhaldsútbúgving á
2 ár. Undirvíst verður fulla tíð.
Umsóknarfreistin til er 1. juli 2015. Tó 10.
august til akademiútbúgvingina á Kambs
dali.
Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo
Í heyst verður tikið upp til hesar útbúgv
ingar á Tekniska Skúla í Tórshavn
– www.tst.fo
• Byggitøkningur er ein yrkisakademi
útbúgving, sum tekur 2 ár
• Framleiðslutøkningur
Umsóknarfreistin er 1. juli 2015.
Útbúgvingar og umsóknir
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
Hvussu er við skattaviðurskiftunum, um mann er lesandi
uttanlands og skal arbeiða í Føroyum í summar?
TAKS-fjepparin
SVAR til TAKS-fjepparan:
Lesandi uttanlands og skattaviðurskifti teirra í Føroyum í
summarfrítíðini
Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi
fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið. Í hesum
tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær
far um síni skattaviðurskifti.
Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summar
frítíðini, skulu skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 15. juli 2015,
boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera
virkið fyri at fáa løn útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan
15. juli er møguligt at gera tað virkið aftur frá 10. august 2015.
Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@
taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein
væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig.
Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum,
verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr.
30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama
sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið
meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni,
sum fer upp um botnfrádráttin.
Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi
uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar
av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000.
Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss. Hvørki
lesandi í Føroyum ella uttanlands kunnu fáa fríkort, um tey
mynstra umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini.
Hýra frá skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS),
verður skattað við føstum skattaprosenti upp á 35%, uttan
mun til, hvussu nógvur peningur verður vunnin.
Til ber at søkja um fulla skattskyldu í Føroyum:
http://www.taks.fo/documents/00169.pdf
Meira um skattaviðurskifti hjá lesandi kann lesast:
http://www.taks.fo/00004/01211
Vinarliga
Holger
Kelda: http://taks.fo/00005/01839/01917/
Spurningur 2
Sum eg havi skilt tað, hava føroyingar møguleikan at falda
við 1,08, um vit søkja inn á víðari lestur í Danmark, áðrenn
tvey ár eru liðin, eftir at vera liðug við t.d. student, havi eg
skilt tað rætt?
Eg havi søkt ígjøgnum optagelse.dk, og har verður
mín karakterur fluttur yvir á 7-trinsskalan, men har stóð
ongastaðni, at hann varð faldaðaður.
Vinarliga
Anna
Svar til Onnu:
Hann verður faldaður automatiskt, tá mann byrjar í 2015 við
einum prógvi frá 2013, ’14 ella ’15.
Tað stendur í vegleiðingini á optagelse.dk:
»Bonus ved tidlig studiestart.
Hvis din gymnasiale eksamen er højst 2 år gammel, vil du få
justeret dit eksamensgennemsnit.«
...
»Bemærk! Ved bonus for tidlig studiestart skal du ikke selv
gange dit eksamensgennemsnit med 1.08. Justeringen sker
hos det uddannelsessted, hvor du søger optagelse.«
Vinarliga
Holger
Kelda: optagelse.dk
Spurningur 3
Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID, tá ið mann
skal lesa uttanfyri Føroyar?
Svar til spurning 3
Lestur í Danmark
Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst
og fremst fara til Borgerservice hjá tí kommununi, sum mann
flytir til, og boða kommununi frá flytingini.
Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID
beinanvegin, um mann ikki longu hevur tað.
Um mann ikki hevur danskt CPR.nr., fær mann tað so
skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so
kann mann fáa Nem-ID. Tað kann m.a. brúkast til almennar
stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um
gjøgnum »minSU«.
Lestur uttanlands
Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.
nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett
hjá Folkeregisteret í Danmark, kann Nem-ID útflýggjast fyri
200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann er í. Mann
kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum
Ríkisumboðið.
Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja
SU-styrelsen um góðkenning av útbúgvingini og uppptøku
á útbúgvingini, sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal
mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn og
upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum
og eitt »Tro og love«-oyðublað skulu sendast saman við
umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband
við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr.
Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá
Borgerservice í eini danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini
so sum CPR.nr. og pass við. Við Nem-ID kann mann samskifta
við SU ígjøgnum «minSU«.
Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við
pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð
enn við Nem-ID.
Vinarliga, Holger
Umsóknarmannagongd til styttri,
millumlangar og langar hægri
útbúgvingar í Danmark
Øll skulu søkja gjøgnum heimasíðuna optagelse.dk.
Her kann mann gera alla umsóknina lidna online, um mann hevur Nem-ID og danskt
CPR.nr.
Um mann ikki hevur tað, skal mann svara, at mann ikki hevur CPR.nr. (og tískil
heldur ikki Nem-ID) og so fær mann eitt loyniorð sent til uppgivna teldupostin.
Síðani fyllir mann sína kvotu 1-umsókn út og festir m.a. miðnámsprógvið við. Seinast
skal mann prenta eina síðu út – eitt fylgiskriv við navni og navni á útbúgvingini og
adressuni, hagar tann útprentaði fylgiseðilin skal sendast og vera frammi í seinasta
lagi áðrenn kl. 12:00 tann 5. juli.
Ein fylgiseðil skal sendast til hvørja av útbúgvingunum, sum mann raðfestir.
Hægri lestur í Føroyum í 2015