Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 16 Óli Jacobsen Petur Skeel Okkara veðurmaður 90 ár Sosialurin hevur nú skjótt í 20 ár havt egnan veðurmann, Petur Skeel Jacobsen. Sunnudagin verður hann 90 ár H esi árini eg havi havt mína gongd á Sosialinum havi eg eisini javnan hitt Petur Skeel. Hann er ein fróðar­maður, sum altíð er við tí góða orðinum. Hann hevur eisini verið við til at gera Sosialin til tað blað, hann er. Tí skal hann eisini fáa ein heilsan á hesum stóra degi. Petur Skeel varð føddur í Tungugøtu í Havn tann 28. juni í 1925. Pápin, Mourits E. Jacobsen, var ættaður úr Kaldbak og mamman Elisabeth, fødd Poulsen, var av Eiði. Abbi hennara var Havna Pól, sum var beiggi Havna Jóannes, sum giftist til Syðrugøtu. Báðir eru forfedrar til stórar slektir. Ein triðja ættargrein er tey í Stórustovu í Havn. Úr Havn til Kaldbak Tað vóru ringar tíðar fyrst í 1930-unum. Hetta gjørdi, at pápin misti húsini í Havn. Tískil flutti familjan til Kaldbak, har tey bygdu sær nýggj hús, tá ið Petur var 6 ára gamal. Í fyrsta umfari fluttu tey til Eiðis, har systi­ rin Poula varð fødd. Hon bleiv verandi á Eiði, til hon var 7 ára gomul, tá hon eisini fór til Kald­bak. Hini systkini vóru Hildur og Jensia. Tískil var Petur einsamallur beiggi. Poula held­ur, at Petur varð eitt sindur forkelaður av systrunum! Í dag eru bara Poula og Petur eftir á lívi. Petur kom tískil at ganga í skúla í Kaldbak, har hansara lærarar vóru Petronella Reinert og Mia í Sólgørðum. Í 1939 var hann niðri í Danmark við skúla­ børnum við Tjaldrinum. Slíkir túrar byrjaðu í 1936, tað vóru 50-100 børn við hvørja ferð. Hetta var eitt framúr upplivilsi hjá børn­unum. Men hesar ferðir steðgaðu við her­set­ing­ini í 1940. Altíð havt áhuga fyri veðrinum 19 ára gamal fór Petur til Havnar á Preliminer­ skúla. Hetta var undir krígnum, og skúlin hevði hølistrupulleikar. Tí gingu tey í skúla í Realskúlanum aftan á døgurða frá kl. 3 seinna­ partin til út á kvøldið. Skúlin flutti seinni til rúmsáttari hølir. Petur tók prógv í 1946. Petur fór tá í læru á Gjaldstovuni og arbeiddi har í nøkur ár. Í 1946 kom Veðurstovan á Skansanum í Havn, og í 1948 varð lýst eftir hjálparfólki. Petur søkti arbeiðið og fekk tað. Hetta kom so at leggja lívsleiðina. Tað lá líkasum í luftini, at hann skuldi blíva veður­ frøðingur. Sum smádrongur í Kaldbak hevði hann stóran áhuga fyri veðrinum, og sum tey vaksnu gekk hann javnan og hugdi upp á luftina at vita, um nøkur tekin vóru um broyting í veðrinum. Úti á Skansanum vóru einki serligar um­ støður hjá Veðurstøðini, men seinni flutti støðin í stásiligari høli á Svalbardsvegnum úti í Grønlandi. Á veðurstøðini arbeiddi hann saman við svági sínum Jákup Apol, sum var giftur við systir hansara, Poulu. Systir Jákup, Johanna, var gift við gamla bretska hermannin Harry Wilson, sum júst hevur vitjað í Føroyum. Harry hevur verið umrøddur fyri kortum í hesi røð, og hann var eisini í Degi og Viku sein­ asta fríggjadag. Petur arbeiddi á veðurstøðini tey næstu sjey – átta árini, men so fekk hann tuberklar og noyddist at gevast. Hann var sjúkur í fleiri mánaðir. Tá varð hann lagdur undir skurð og kom fyri seg aftur. Arbeiddi saman við Voldborg Í 1962 fór Petur til Danmarkar, og tað eydnaðist honum at fáa arbeiði hjá donsku veðurstovuni, Danmarks Metereologiska Institut. Har var hann so heppin at sleppa at læra til veðurmann. Á DMI gingu veðurmenninir vakt, soleiðis at ein vakt hevði tað danska økið, ein hevði tað grønlendska og ein hevði havleiðirnar, sum millum annað umfataðu Føroyar. Petur kom tá at arbeiða saman við Hendrik Voldborg. Tað eru uttan iva nógvir føroyingar, sum minnast hann frá skíggjanum. Voldborg var millum teirra, sum lærdi frá sær, tá ið Petur Skeel Jacobsen, sat á skúlabeinki í floghavnini í Kastrup fyrst í sekstiárunum. Teir báðir ar­ beiddu saman á Danmarks Meteorologiske Institut í næstan 30 ár. Við sínum bera skalla og litríku og sera eyðkendu bundnatroyggjum hevði Voldborg verið fastur gestur í næstan hvørjari danskari stovu í mong ár. Hann byrjaði at spáa um veðrið eina ferð um vikuna í TV-avísini í 1963. Enn meira kendur bleiv hann í 1988, tá ið veðurtíðindini komu á skránna sjey ferðir um vikuna. Petur lýsir hann sum ein sera fryntligan persón. Har Voldborg var, skuldi okkurt henda, og hann byrjaði skjótt at keða seg, um eingi útlit vóru fyri broytingum í veðrinum! Aftur til Føroya Petur var í Danmark í 29 ár frá 1962 til 1991. Hóast hann treivst væl í Danmark, hevði hann altíð hugsað sær at venda aftur til Føroya, so hann kundi fáa pensjónsárini her. Men heimferðin kom eitt sindur fyrr, enn hann hevði ætlað. Ein morgunin ringdi stjórin á DMI heim til Petur og spurdi, um hann hevði hug at fara til Føroya at arbeiða sum veðurmaður á flogvøllinum í Vágum. Stjórin greiddi frá, at veðurmaðurin, sum hevði verið á flogvøllinum, Orla, var farin frá fyri aldur, og at eingin hevði víst áhuga fyri at loysa hann av. Petur svaraði beinanvegin, at hann gott kundi fara. Sum sagt so gjørt. Petur bleiv settur í starvið sum veðurmaður hjá Vaktar- og Bjargingar­ tæn­astuni. Fyrst var hann hálvt annað ár í Vágum. Tað var skjótt, at tað var hildið mest ráðiligt hjá veðurmanninum at hava støð í Havn. Men her kom lokalpolitikkur upp í, sum tarnaði hesi ætlan. Men hann kom til Havnar, og var har til hann fór frá 70 ára gamal tann 1. juli í 1995. Trupla ferðin hjá seyðabrævinum Í sínum virksemi hevur Petur upplivað mangt og hvat. Í stovu síni hevur Petur eina mynd av seyðabrævinum á vegginum. Hetta er eitt minni um eina serliga hending. Tað var í hansara fyrstu tíð í Vágum. Seyða­ brævið, sum hevði ligið á savni í Danmark í øldir, skuldi koma aftur til Føroya. Fleiri al­ menn umboð við løgmanni á odda vóru kom­ in á flogvøllin at taka ímóti hesum týdn­ingar­ mikla og søguliga skjali. Men tað vildi so illa til, at tað var mjørki í Vágum, so flogfarið við seyðabrævinum fekk ikki sett seg, men noyddist at venda aftur til Keypmannahavnar. Petur minnist, at hann fór at fáa sær ein bita. Tá kom sýslumaðurin í Vágum, Marni av Kák, yvir til sín at spyrja, nær mjørkin fór at lætta so mikið, at flogfarið kundi koma aft­ur. Petur svaraði, at tað bleiv ikki fyrr enn seinna­ partin dagin eftir. Øll hava helst ikki lurtað eftir hesum, tí flogfarið kom aftur sama seinnapart, men mátti aftur til Danmarkar. Morgunin eftir kom tað aftur, men úrslitið var tað sama. Men tá Siðsøga Petur Skeel hyggur at veðrinum