hósdagur 25. juni 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
17
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið
áfram við frásøgnina hjá
Øssur Debes.
tað royndi aftur seinnapartin, bar til. Nú var
klárt í Vágum.
»Ta ferðina rakti eg plett«, sigur Petur.
Á Sosialin av tilvild
Tað var meiri at kalla av tilvild, at Petur gjørdist
veðurmaður hjá Sosialinum fyri nærum 20
árum síðani.
Um mánaðarskiftið juli-august í 1996 hevði
hann sett sær fyri at fara á Ovastevnu í Nólsoy.
Millum ferðafólkini umborð á Rituni hendan
túrin var blaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller.
Eftir at teir høvdu prátað eina løtu, spurdi
Jan, um Petur ikki kundi hugsað sær at havt
veðurtíðindi í Sosialinum sum fastan tátt.
Petur ivaðist ikki í svarinum. Tað vildi hann
fegin.
Síðan 15. november í 1996 hevur Petur
verið fastur fúsur her á Sosialinum. Hann
er í Miðlahúsinum fimm ferðir um vikuna,
har hann skrivar veðurtíðindini til síðu 2 í
Sosialinum og lesur veðrið inn til Rás2. Hann
fær veðurkort frá bretsku veðurstovuni, og út
frá teimum og øðrum upplýsingum ger hann
so sínar veðurforsagnir.
Nógv er sjálvsagt broytt á hesum øki í
tíðini hjá Petur Skeel. Fyrr vóru veðurskip av
avgerandi týdningi fyri frásøgnina. Nú eru
tey fyri stóran part avloyst av fylgisveinum
og aðrari tøkni.
Illveðursskip
Petur hevur ferðast nógv millum Føroyar og
Danmark. Hann var nærum á hvørjum ári
heima og ferðaðist, meðan tey búðu í Danmark.
Hann hevur eisini verið upptikin av veðrinum,
tá ið hann tosar um ferðamannaskipini. Tjaldur
var eitt illveðursskip, um so kann sigast. Tað
kom í 1953 fyrsta túrin til Føroya í illveðri, sum
seinkaði komuna til Føroya munandi. Tað
hevði seinni fleiri ringar túrar av veðri. Tann
ringasta túrin, Tjaldrið gjørdi, var, so løgið tað
ljóðar, mitt um summarið. Tað var mitt í juni
1959, og kavin lá oman í hálvan hagan.
Spyrja um veðrið
Fyrr hendi tað ikki so sjáldan, at fólk ringdu heim
til Petur at spyrja, hvussu veðrið fór at blíva.
Onkur, sum skuldi til Suðuroyar, vildi hava
at vita, hvussu tað fór at vera at sigla suður og
norðuraftur. Tað hendi eisini meiri enn so, at
menn ringdu til hansara at vita, um tað varð
fjallveður dagin eftir. Hetta má sigast at hava
verið ein serføroysk tænasta!
Eftir at vera farin frá í almenna starvinum
hevur Petur eisini havt eitt annað arbeiði.
Hann gjørdist próvdómari í veðurlæru á sjó
mansskúlanum, og hann gjørdi eisini upp
gávurnar til próvtøkuna. Hetta arbeiði hevði
Petur, til hann gjørdist 80 ár.
Petur ger nakað við veðrið
Tað var danski skemtarin Storm P, sum segði, at
øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað!
Men her er Petur eitt undantak. Hann
hevur gjørt nakað við tað. Í 2003 kom út bók
hansara »Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2002«.
Henda bókin er 285 síður, og har er ár fyri
ár eitt yvirlit yvir, hvussu veðrið hevur verið
mánað fyri mánað. Eisini fæst at vita tær
mest týdningarmestu hendingarnar í árum
við áhugaverdum myndum. Bókin varð givin
út í samstarvi við Finnboga Ísakson, sála.
Sjálvur skrivar Petur í fororðinum:
Tað hevur mangan verið havt á munni, at
veðrið broyttist til tað verra í 20. øld. Fólk, sum
eru komin nakað upp í árini, vilja vera við, at
sólin skein oftari fyrr, og gott kavaveður var
mangan og hartil leingi um veturin.
Nakrar broytingar hava verið. Skal roknast
eftir sóltímum, hevur veðrið verið vánaligast
í sjeytiárunum. Verður hitin roknaður sum
veðurmát, og tíðarskeiðið verður býtt sundur
í 30 ára skeið, er broytingin ikki so stór burtur
sæð frá einum tíðarskeiði.
Í 30 ára skeiðnum 1875-1904, 1905-1934 og so
aftur frá 1965-1994 var miðalhitin 6,5 stig. 30
ára skeiðið frá 1935-64 var eitt undantak. Tá
var heitari, miðalhitin var 7,1 stig.
Upplýsingar eru ikki um sóltímar alt tíðar
skeiðið, men frá seinna hálvári 1921 hava sól
tímar verið skrásettir. Miðaltalið á sóltímum
var javnt fallandi frá 1922 til 1981, men síðani
hevur verið frægari. Í 30 ára skeiðnum 1922-
1951 vóru 930 sóltímar árliga í miðal, men tað
minkaði til 850 sóltímar i tíðarskeiðnum 1952-
1981.
Verður hugt at sóltímum í 10 ára skeiðnum
sæst, at vit høvdu í miðal færri í sjeytiárunum
enn í tjúgunum.
Tað hevur ikki verið serliga stórur munur
á avfallinum býtt sundur í 30 ára skeið. Men
munurin hevur verið stórur frá ári til árs og
frá einum stað til annað. Í 1955 var avfallið 955
mm, meðan tað var dupult so nógv avfall í 1992.
Tá var tað 2019 mm.
Tað fæst nógv meira at vita i bókini, sum er
eitt rættiligt granskingaravrit.
Familjan og frítíðarítriv
Kona Petur, Malla, var ættað úr Rituvík.
Foreldur hennara vóru Kristina og Dávur
Lamhauge. Hon doyði í 1987. Tey fingu tríggjar
synir, sum allir búgva í Danmark. Teir eru Allan
Mourits, sum er ógiftur, Dávur Kristin eigur 3
børn og Poul eigur 2 børn.
Petur Skeel hevur eisini havt ymisk frítíðar
ítriv. Honum dámar sera væl at dansa, sum
hann altíð hevur gjørt nógv við eisini árini í
Danmark. Hann hevur eisini verið fastur fúsur
í dansifelagnum Dansifrøi. Hann hevur verið á
dansiferð í fleiri londum. Men nú verður minni
gjørt við hetta. Tað er ikki stórt meira enn ein
ólavsøkudansur.
Petur hevur eisini havt tipping ella vedding
í fótbólti sum ítriv. Men her má hann sanna,
at tað er truplari at spáa um fótbólt enn um
veðrið! Men onkuntíð hevur hann kortini
vunnið.
Eisini er Petur áhugaður í ættargransking. Tí
kennir hann eisini upprunan til Skeel navnið.
Ein av hansara forfedrum var Bødker Peder
Pedersen Scheel, sum doyði 23. september 1816,
74 ára gamal.
Tað skal verða ynskt Peturi hjartaliga
tillukku við 90 ára degnum. Hann hevur í
hvussu er uppiborið, at veðrið verður til vildar!
Tað verður móttøka fyri Petur í Miðlahús
inum 26. juni frá kl. 15-17.
Rætting til Niclas Leo
Fyri tveimum vikum síðani varð sagt, at
ættin Sumberg er ættað frá Niclas Leo.
Tað rætta er Sømark ættin.
Systkini. V.f. Jensia, Petur, Hildur og Poula
Konan, Malla, sum doyði í bestum árum
Petur saman við sínum