Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juni 2015 sosialurin 72 18 Jóin Sigurðsson H ans Hansen í Andras­ stovu var hegnismaður, og stóð fyri steinhøgg­ ing­ini, men tá hann and­aðist, fall ætlanin niðurfyri. Um 1970 tóku fólk seg saman aftur, og valdu eina minnisvarðanevnd við Óla Ejdesgaard á odda, at fulføra ætlanina: Minnisvarði yvir sjólætnar, á Eiði. Heitt var á Fridtjof Joensen ( 1920- 88 ) listamann úr Klaksvík, at gera eitt uppskot til sjálvan minnisvarðan. Fridtjof tók uppgávuna á seg, og nevndin tók væl ímóti verkætlanini. So var farið til verka. Hetta var triði minnisvarðin Fridt­ jof gjørdi í røðini, minnisvarðar, so dugnaligi listamaðurin, ættaður úr Mikladali, var væl fyri til hesa upp­ gávu. Góður at tekna hevði hann altíð verið, og seinni byrjaði hann at skera úr træ. Hetta kundi ein ikki liva av, so Fridtjof fór á Bed­ingina, har hann tók úbúgving sum maskin­smiðjur, og arbeiddi við hesum í fleiri ár. Fridtjof vildi meira innan listini, og hugurin vaks til útbúgving. Hann hevði jú gott arbeiði frammanundan og hevðji familju, men sum 47 ára gamal tók hann tað stóru avgerð at søkja niður á myndhøggaraskúlan á listaakademinum í Keypmannahavn, og kom inn. Her var hann í nøkur ár, og kom so heim aftur á klettarnar, tíanbetur. Fekk enn fleiri uppgávur og var við í framsýningum. Á Eiði varð nýggj staðseting vald til at seta minnisvarðan. Hetta er vakurt stað, mitt í bygdini, so vit øll kunnu gleðast og minnast við virðing teir, ið ikki bóru boð í bý. Fleiri minnisplátur eru við minnisvarðan, har nøvn teirra farnu eru innritað í bronsuplátir niður á stein. Tær hevur Fridtjof eisini tilevnað. Bronsan hevur nú 40 aftaná fingið sín vakra lit, og er í góðum standi. Steinsetingin undir stand­mynd­ ini eru teir steinar, ið undan­gongu­ mennirnir sterdu; og er ein virðiligur karmur um minnisvarðan. Sunnudagin 22. juni 1975 var minnisvarðin avdúkaður á Eiði. Sera nógv fólk vóru komin saman til há­ tíðar­haldið, hóast veðrið ikki var til vildar. Illfýsið – regn og vindur, men tað gjørdi kanska løtuna enn meira viðkomandi og hjartanemandi. Sjá nærri í greinina í Sosialinum um sjálvan avdúkinginardagin, sum er viðløgd her. Sjálvandi eru avmarkingar í gerð av einum minnisvarða. Minnisvarðar eru oftast pompøsir, klassiskir og heldur daprir, tí krevur tað nak­að eykað av listafólkum til slíka upp­ gávu, men hetta evnaði Fridtjof Joen­ sen eisini. Av og á kundi hann vísa sína skemti­ligu síðu – og nýggjan teknikk, har eitt dømi er »Hanin«, ein sprelsk standmynd, skorin úr alminium, sum er ogn hjá Norðoya Listafelag. Spurdur í samrøðu soleiðis um hesa uppgávuna, minnisvarðin á Eiði, segði Fridtjof Joensen: »– Eg føli meg ikki endiliga bund­ nan, tá eg geri ein minnisvarða. Full­komiliga fríar hendur havi eg, sjálvt um evnið er bundið. Eg geri eitt uppskot, og tað kann forkastast, sigur Fridtjof Joensen, men er tað troyttandi í longdini, tí royni eg at fáast við okkurt annað inn í mill­um. Ringast er kortini, at hava eina tíðar­ freist. Serliga tá ein heil bygd bíðar. Tá verður ein nervøsur«, leggur Fridtjof læandi afturat, »– men eiðismenn hava verið lagaligir.« Vanliga nýtti Fridtjof Joensen livandi modell til sínar standmyndir. Fólk hann kendi og familjuna, og her er onki undantak. Kvinnan er ein tá ung kvinna úr Klaksvík, og drongurin er av Húsum. Nú ein dagin kom eg fram á grund­uppskotið hjá Fridtjof til minnis­varðan, gjørt í leiri. Fólk hava ansa væl eftir hesum, og goymt tað øll hesi árini. Her síggja vit, at listamaðurin hevur broytt upprunauppskotið. Tað heldur afturlætna fyrsta hugskotið, hevur listamaðurin givið ein lykil, so tað letur seg meiri upp fyri áskoðaran. Gentan er blivin ein drongur, sum har stendur sum umboð fyri øll tey børn, ið gjørdist faðirleys. Mamman stendur og hyggur langtandi út á hav, og heldur um drongin. Nýggju vónina vísur listamaðuri við, at drongurin, hóast hann stendur trygt hjá móðir síni, ikki starir vónleysur sama veg, men vendir sær nakað á og hyggur inn í framtíðina. Eisini minnir standmyndin okk­ um á, at møður eisini mistu synir á havinum. Hesar upplivingar skuldu nógvar einkjur og børn teirra berja seg í gjøgnum, tí livast skuldi víðari. Sterkar vóru hesar kvinnur og vit heiðra tær. Tíanbetur eru um­ støðurnar hjá sjófólki bætnaðar, men enn í dag missa vit fólk í sjóvinnuni. Føroyingar hava enn virðing fyri havinum. Svínáir 21.05.2015 Aftan á annan verðaldarbardaga, tóku fólk seg saman í fleiri bygdum, at reisa minnisvarðar yvir sjómenn, ið ikki bóru boð í bý, og serliga teimum, sum fingu váta grøv. Á Eiði fóru fólk eisini í holtur við hetta afturhvarv Minnisvarðin á Eiði 40 ár 22. juni í 1975 varð minnisvarðin á Eiði avdúkaður