hósdagur 25. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
30
ítróttur
Ikki við: Jónas Tór Næs
(økslin, nakrar vikur),
Lukasz Cieslewicz
(leikbann - 5 gul kort)
Ivasamur: Alex Mellemgaard
(eftir drúgvan skaðasteðg,
Hørður Askham (lærkrikin),
Árni G. Nielsen (hælsinan)
Ikki við: Pál M. Joensen
(knæ, langtíðarskaddur)
Rókur av Fløtum Jespersen
(fóturin, ein mánað)
Ivasamir:
Gunnar Haraldsen (lærkrikin)
Rógvi S. Holm (lærkrikin)
Við aftur:
Jóhan Troest Davidsen (leikbann)
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus
(Leikbann, 2 dystir),
Súni Olsen (Knæskaði, 3-4 vikur),
Gert Hansen (Knæskaði, 1 viku)
Ikki við: Andras Frederiksberg
(fótskaði, við aftur seinnu hálvu)
Við aftur: Pól Jóhannus
Justinussen (leikbann)
Ikki við: Leif Niclasen (tá, óvist),
Tóki Johannesen (ryggur, 2 vikur),
Arnar Dam (burturstaddur).
Ivasamur:
Johannes Hansen (baklær)
Jóannes Hansen
L
eygarkvøldið fer heimliga
fótbóltskappingin
í
summarfrí. Síðsti dysturin
í 17. umfari verður við Stórá
í Trongisvági jóansøkuaftan, tá ið TB
fær vitjan av EB/Streymi. Fyrsti dyst
urin var í gjárkvøldið, eftir at blaðið
var farið til prentingar. ÍF hevði vitjan
av FC Suðuroy.
Í kvøld verður aftur dystur í
fremstu deildini í Gøtu, tá ið Víkingur
fær vitjan av HB, KÍ fær vitjan av NSÍ,
og á Argjum verður grannauppgerð,
tá ið AB fær vitjan av B36.
Átjanda umfar verður 27., 28. og 29.
juli. Hvør dagsskráin verður tá vald
ast um, hvussu tað fer at laga seg
fram til leygarkvøldið. Úrslitini í upp
gerðunum í 17. umfari kunnu hava við
sær, at tað verður stór kapping bæði
í botninum og í toppinum, men úrs
litini hesaferð kunnu eisini hava við
sær, at tað verður stórur munur frá
teimum undir strikuni og upp til 8.
plássið, og at tað verður stórur munur
frá fimta plássinum og fram til tey,
sum kappast um heiðursmerkini.
Páll er skaddur
KÍ - NSÍ Petur Reinert
Fríggjakvøldið klokkan 18.30
NSÍ er framvegis ovast á talvuni, men
nú sansar av álvara at. Tað er bara
verri málmunur, sum er orsøk til, at
B36 er aftanfyri toppliðið. Merkisvert
er tað, at tríggjar tær seinastu ferðir
nar hevur NSÍ ikki megnað at vinna
fulla úrtøku, og at toppskjúttin
Klæmint A. Olsen ikki hevur skorað
tríggjar tær seinastu ferðirnar. Hann
hevur skorað 16 mál í 16 dystum.
Leygardagin endaði tað málleyst
á heimavølli ímóti TB. Tað sigur seg
sjálvt, at Trygvi Mortensen, NSÍ venj
arin, og spælararnir vóru ikki nøgdir
við úrslitið, men venjarin sær fram
vegis ljóst upp á tað:
– Hugburðurin var góður, og vit
spældu okkum til nógvar málmøgu
leikar. Marginalirnir vóru ikki við. Vit
hava nú fokus á stóru avbjóðingini,
sum tað er at spæla í Klaksvík. Tað
kemur væl við, at Pól Jóhannus
Justinussen er við aftur, eftir at hann
var leikbannaður ímóti TB.
Hjá KÍ kemur tað illa við, at Páll
A. Klettskarð ikki er tøkur. Hann
endaði á Landssjúkrahúsinum undir
dystinum ímóti B36 í Gundadali.
Fótliðurin er skaddur, og nú ræður
tað um hvíld.
– Vit eru nøgdir við hugburðin og
avrikið ímóti B36, og vit hildu, at vit
høvdu meiri uppiborið enn 2-1 tap.
Vit vilja fegnir kappast millum tey
fremstu, og tí er tað alneyðugt, at
vit vinna ímóti NSÍ, sigur Hjalgrím
Elttør, sum ímóti B36 var sentralur
miðvallari saman við unglinga
spælaranum Jákup B. Andreasen.
Tað kann gott vera, at teir aftur
fara at manna sentrala miðvøllin
ímóti NSÍ, tí Evrard Blé er givin í
felagnum, Atli Danielsen er fram
vegis burturstaddur, og loyvini hjá
nýggja miðvallaranum, 22 ára gamla
Sani Tahir, sum er úr Nigeria og hevur
spælt við Brønshøj í Keypmanna
havn, eru ikki komin upp á pláss enn.
Eingin Lukasz at avgera
AB - B36 Kári J. á Høvdanum
Fríggjakvøldið klokkan 19.00
Tað hevur so mangan verið at sæð
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur NSÍ skal til Klaksvíkar og B36 út á Argir, meðan tað
verður lyklauppgerð millum Víking og HB, og TB og ÍF hava møguleika
á heimavølli heilt at sleppa undan hóttanini av niðurflyting
Toppinum
bíðar stórar
avbjóðingar
Upptakt til Effodeildina
Hjá KÍ kemur tað illa við, at Páll A. Klettskarð ikki er tøkur. Hann
endaði á Landssjúkrahúsinum undir dystinum ímóti B36 í Gundadali