hósdagur 25. juni 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juni 2015
sosialurin 72
31
Ikki við:
Páll A. Klettskarð
(Skaddur, óvist hvussu leingi)
Atli Danielsen (Burturstaddur)
Ikki við:
Predrag Markovic (Skaddur),
Bartal Eliasen (Burturstaddur),
John Daniel Guðjónsson
(Skaddur, baklær)
Ikki við: Teitur Jóannesarson
(knæ, óvist), Gert Drangastein
(fótur, óvist), Heðin Stenberg
(hondin, 2-4 vikur),
Magnus Egilsson (lærkrikin)
Við aftur:
Jobin Drangastein (skaða)
Ikki við:
Arthur Poulsen (brotið fótin)
Albert Adu (liðbandsskaði)
Við aftur: Heini M. Mortensen
Ivasamir:
Christian Ibeagha (beklað),
Jón Krosslá Poulsen (knæið),
Mamuka Toronjadze (lærið)
seinnu árini, og sunnudagin varð
tað enn einaferð staðfest. Tá ið B36
er í tøttum uppgerðum, koppar tað
ofta árstalsfelagnum til fyrimunar, tí
Lukasz Cieslewicz við sínum framúr
dygdum er munurin.
Soleiðis verður tað ikki á Argjum
í kvøld, tí Lukasz Cieslewicz er leik
bannaður.
– Vit stóðu ov nógv á hælinum
í 1. hálvleiki ímóti KÍ. At vit kortini
vunnu var staðfesting av, at góð lið
vinna, hóast leikliga avrikið ikki er á
toppinum. Vit hava góðan málverja
og góða verju, men vit skulu eisini
finna loysnir í framrættaða partinum
á Argjum, og tað hava vit fyrireika
okkum til. Hóast talvan sigur, at AB
framvegis ikki hevur vunnið, so eru
vit fullgreiðir yvir, at AB er á rættari
kós. Tað sást ímóti ÍF, og vit ivast ikki
í, at hetta verður torført, staðfestir
B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Sjálvandi var tað stórt vónbrot hjá
AB at missa tvey mála leiðsluna, so
tað endaði 3-3 á útivølli ímóti ÍF. Men
Sámal Erik Hentze velur at síggja tað
frá ljósu síðuni:
– Vit spældu væl í 70 minuttir, og
vit vunnu eitt stig inn á tey liðini,
sum vit skulu fáa aftur. Vit arbeiða
nógv og miðvíst, og vit rokna av
gjørt við møguleikanum. Tað er
týdningarmikið at hava eina ætlan,
og at spælararnir eru tilvitaðir um,
hvussu hon skal útinnast, og soleiðis
er tað, sigur AB venjarin, sum í fjør
stóð á odda, tá ið B36 spældi seg til
FM heitið.
Nógv stendur upp á spæl
Víkingur - HB Alex Troleis
Fríggjakvøldið klokkan 19.00
Tað eru trý stig frá Víkingi og HB og
fram til NSÍ og B36. Tí verður tað í
kvøld talan um lyklauppgerð millum
Víking og HB í Sarpugerði:
– Undan kappingarbyrjan duldu
vit ikki yvir, at málið er at vinna
FM. Tað sá einki út inntil fyri ikki
so nógvum vikum síðani. Nú eru
vit trý stig frá toppinum. Um tað
skal eydnast at vinna FM, so er
týdningarmikið at vinna á heimavølli.
Í kvøld verður tað spennandi ímóti
HB, og vit ætla okkum at vinna. Í Vági
vóru vit fokuseraðir í 1. hálvleiki, tá
ið vit spældu væl, meðan tað eftir
steðgin var minni sannførandi spæl,
men vit arbeiddu okkum til trý stig,
sigur Sigfríður Clementsen, venjari
hjá Víkingi.
Tað kemur illa við, at Hans Jørgen
Djurhuus nú er leikbannaður. Víking
ur hevur ikki tapt seks tær seinastu
ferðirnar, og eingin ivi er um, at góði
hugburðurin hjá Hans Jørgeni hevur
verið við til at sett futt í.
HB hevur ikki tapt átta tær sein
astu ferðirnar, og nú eru FM favo
rittarnir bara trý stig frá toppinum.
Eftir 3-0 sigurin í Streymnesi heldur
venjarin, Heðin Askham, at tað
kundi gingið betri við at spæla seg til
málmøguleikar. Fróði Benjaminsen
og René S. Joensen vóru miðverjar,
og venjarin er stak væl nøgdur við
fótbóltsspælið úr verjuni og fram á
miðvøllin.
– At spæla í Sarpugerði ímóti
Víkingi er ein av dystunum, sum
vit gleða okkum til. Tað vera nógvir
áskoðarar, og eg rokni við, at talan
verður um fínan fótbóltsdyst. Støðan
sigur, at nógv stendur upp á spæl,
sigur Heðin Askham.
Leysir úr botninum
á stevnuni
TB - EB/Str Páll Augustinussen
Leygarkvøldið klokkan 18.00
Tað er jóansøka á Tvøroyri, og síðsti
dysturin í hesum umfarinum er
stevnudysturin við Stórá, har TB
fær vitjan av EB/Streymi, sum er í
tungum sjógvi. Úrtøkan burturúr
seks teimum seinastu umførunum
er einki stig við málmuninum 2-22.
Liðformaðurin Niels Pauli
Danielsen vil ikki leggja kongin:
– Tað hevði verið kærkomið at
vunnið trý stig, nú vit eru á veg í
summarfrí. Vit arbeiða hart, og lagið
er framvegis gott.
TB hevur megnað javnleik ímóti
HB – tvær ferðir – Víkingi, KÍ og NSÍ.
Tað eru átta stig niður til strikuna,
og við favoritsigri á jóansøku verður
alt tos um hóttanina av niðurflyting
manað í jørðina.
– Avrikið í Runavík var fínt.
Vit eru illa plágaðir av skaðum og
gleða okkum til summarsteðgin.
Ungu menninir, sum hava fingið
møguleikan, hava tikið av, og eftir
summarsteðgin verður kappingin um
plássini uppaftur størri, tá ið skaddu
spælararnir vera tøkir aftur, og tá
vit eisini fáa onkran aftrat at hjálpa
okkum, sigur Páll Guðlaugsson.
Góð minnir úr Fuglafirði
ÍF - FC Suðuroy Lars Müller
Hóskvøldið klokkan 19.00
Í gjárkvøldið var fyrsti dysturin í
hesum umfarinum, tá ið ÍF hevði
vitjan av FC Suðuroy. Dysturin varð
spældur í Sarpugerði, tí teir eru ikki
lidnir at skifta graslíkið í Fuglafirði.
Stóri ÍF spælarin í 3-3 javnleikinum
ímóti AB síðsta sunnudag var Bartal
Eliasen. Miðverjin legði upp til eitt
mál, og hann skoraði til 3-3. Tað var
merkisvert, tí hetta var mál nummar
hundrað hjá veteraninum. Bartal var
ikki við í gjárkvøldið. Hann er farin á
oyggjaleikir við flogbóltslandsliðnum
(hjálparvenjari) – á høkjum orsaka av
skaða í fótinum.
FC Suðuroy hevur góð minni úr
Fuglafirði, har suðuroyingarnir á
krossmessu vunnu 3-2.
– Tað var besti dysturin hjá okkum
í ár. Vit eru illa plágaðir av skaðum,
men vit hava mót um, at tað skal
eydnast at fáa stig við okkum suður
aftur, sigur FC Suðuroy venjarin Jón
Pauli Olsen.
joannes@sosialurin.fo
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
16
10
3
3
44
22
+22
33
2
B36
16
9
6
1
33
17
+16
33
3
Víkingur
16
8
6
2
41
23
+18
30
4
HB
16
8
6
2
25
16
+9
30
5
KÍ
16
7
3
6
26
22
+4
24
6
ÍF
16
4
7
5
25
25
0
19
7
TB
16
3
8
5
20
21
-1
17
8
FC Suðuroy
16
4
1
11
21
43
-22
13
9
AB
16
0
9
7
15
27
-12
9
10 EB/Streymur
16
1
3
12
12
46
-34
6
Myndir: Álvur Haraldsen
HB hevur ikki tapt átta tær
seinastu ferðirnar, og nú
eru FM favorittarnir bara
trý stig frá toppinum