hósdagur 25. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
RÆTTVÍSI
OG MISKUNN
Magna Carta
að var enski yrkjarin William Blake, sum
segði, at ein eigur at hyggja at tilveruni,
ikki við eygunum, men gjøgnum eyguni.
Orðini renna mær í huga, sum eg kviki
mær upp gjøgnum trappuna á bussi
73, ið skal flyta meg og onnur úr Essex
Road í Islingon og suður móti miðbýnum.
Hvat merkja hesi orðini? Kanska tað, at
eyguni eru “vind-eygu”, og at hann ella
hon, sum bara hyggur gjøgnum tey,
uttanveltað, uttan dóm ella fordóm, sær
best.
Tað eydnast at fáa tað besta plássið,
fremst á ovaru hædd, og ein njóting
er tað bara at sita her og eygleiða um
hvørvið, ta yðjandi mannamúgvuna,
litt, indarar, angulsaksar, akfør, svall
igar lundir og parkir. Vit koma fram við
King´s Cross-støðini, ið dagar høgru
megin sum ein gulur katedralur. Nú eru
vit longu í Gower Street, og har síggi
eg Waterstones, bókanna paradís og
fragdarlund teirra útlúgvaðu.
Ein enskur dupultdekkari er sum kag
tunnan á einum hvalabáti. Sitandi uppi
í tunnuni varnaðist eg ein dagin, at for
vitnislig framsýning var í British Library.
Tann 15. juni í ár eru nevniliga 800 ár
síðan mest týðandi hending í bretskari
søgu nakrantíð. Henda dagin tvingaðu
enskir barónar kongin, John Lackland,
í Runnymede at undirskriva Frælsis
brævið Mikla, Magna Carta, fyrsta stigið
móti borgarligum frælsi í Onglandi.
Cameron
og Miliband
Á framsýningini kanst tú síggja tey
fýra handritini, ið eru varðveitt, og fara
um skjalsins søgu og týdning, m.a. fyri
eitt nú ta ensku kvinnurørsluna og so
ymiskar slóðbrótarar sum Mahatma
Gandhi, Martin Luther King og Nelson
Mandela. Millum tær 63 greinarnar í
Magna Carta var ein, sum álegði forboð
móti dómsviðgerð uttan vitnir. Mong ár
eru liðin síðan tíðina, tá Sverri kongur,
Rikard Leyvuhjarta og Innocens III
pávi settu dám á søguna. Men hvussu
mangir valdsharrar í dag virða Magna
Carta? Henda ferðin til London hevur
lítið og onki við politiskan áhuga at
gera. Men tað vil so til, at um fáar dagar,
tann 7. mai, er val í Bretlandi, har fyrst
og fremst teir tríggir, forsætisráðharrin
David Cameron, Ed Miliband, formaður
í arbeiðaraflokkinum og Nick Clegg,
frá liberaldemokratunum, skulu upp á
vektina. Hvat snýr valið seg um? Í fyrsta
lagi framtíðina hjá Bretlandi í ES, í øðrum
lagi framtíðina hjá ensk-skotska sam
veldinum og í triðja lagi atlitið til vælferð
fyri øll í norðurlendskari merking. So
leiðis í høvuðsheitum.
Eg haldi til í einum indiskum gist
ingarhúsi, Islington Inn, í Essex Road
366. Og her á leiðini sæst ikki hóming av
politiskum áhuga. Ongar plakatir hanga
uppi. Ongir bilar koyra í gøtunum við
braneggjaðum talarum. Á kaffistovum, í
vertshúsum ella á vaskaríum ønir ongin
orð um valið. Á Lord of Clyde, har eg eti
nátturða eitt kvøldið, er spurnarkapping
av sama slag sum ofta nú á døgum í Irish
Pub í Havn, men ongin spurningur um
Cameron ella Miliband.
Sjálvan valdagin drekki eg kaffi á
einari Prêt à Manger kaffistovu. Har er
festdámur, men tað er tí at stjórin fyllir.
Hann fær eina vælvaksna lagkaku, og vit
syngja øll “Happy birthday to you”. Men
dagsins politiska hólmgonga verður ikki
tikin upp á tungu.
Tey vesalu
Tað er áhugin fyri sjónleiki og bókment
um, sum hevur kveikt hesa ferðina. Og
tó ber til at siga, at er skaldskapur nakað
verdur, umboðar hann altíð á onkran
hátt ein krossveg, har skugganna ríki
og ævinleikin møtast. Í Strindbergs
Dreymaleiki stígur dóttir gudin Indra
niður á jørðina og átekur sær menn
iskjans leiklut í hesum “jammurdali”.
Lesa vit evangeliini sum skaldskap,
so er timburmaðurin úr Nazareth sendi
boð frá gudunum (Gudi). Hansara tala
hevur ævinleikans flog, og hann varð tí
– og verður enn – misskiltur av at kalla
øllum.
Um Victor Hugo, menniskjans frígering og eitt søguligt val
Hanus Kamban
FERÐAFRÁSØGN ÚR LONDON
Cosette við kustinum (úr
sangleikinum Les Misérables)