hósdagur 25. juni 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Ólukkudýrini (Les Misérables) eftir
Victor Hugo er skaldsøgan, eg lesi beint
nú. Bókin er fyrst og fremst um hetta at
loysa tann einstaka úr fjøtrum. Christus
nos liberavit, skrivar høvundurin og
endurgevur leysliga á latíni orðini
“til frælsi frísetti Kristus okkum” úr
Paulusar brævi til galatar (kap 5, vers 1).
Galatar vóru eftirkomarar av keltum,
sum fluttu til Lítlaasia í árinum 278 fyri
okkara tíðarrokning og settu búgv á tí
træleysa, dapra, vindbarda háslætt
anum. Nú fingu hesi harðbalnu fólk
sendandi Paulusar samanrikna, torskilta
og vakra tekst. Hvør bar teimum postin?
Hvør las brævið upp hart? Mundu tey
skilja innihaldið?
Uppáhaldið hjá Hugo er, at menn
iskjuni verða vesal og ónd, tí at sam
felagið slepti teimum upp á fjall. Sam
svarandi hesi miklu sjón er tað nýggja
samfelagið,
sum
Madelaine
(Jean
Valjean) byggir upp í Montreuil-sur-mer,
í roynd og veru eitt vælferðarríki. So
leiðis fær Hugo í sínum velduga religiøst-
sosialistiska verki eisini sagt nakað um
sosialt pírni (Cameron) yvir av sosialum
rættvísi (Miliband).
Regnið milda
Í Queen´s Theatre síggi eg sangleikin Les
Misérables. Framførslan er stórfingin,
men eisini (sum musicalum líkt) eitt
sindur konfektkend, tí arnarklógvin hjá
Hugo kámast nakað í royki, málageipi,
barrikadu-fjøllum, komersi og kenslu
kroysti. Áskoðararnir eru einamest
blaðung fólk. Eg spyrji mín síðumann,
um hann hevur lisið verkið. Svarið er
játtandi.
Mær rennur í huga, at eisini sang
leikurin Cats, sum bygdi á tær virtuosu
og stuttligu kettuyrkingarnar hjá T.S.
Eliot (og sum tann hástóri Inspector
Morse plagar at snerkja at), var ein
veldug uppliving.
Í The Globe síggi eg sjálvan valdagin
Keypmannin í Venesia. Evnið er í síni
grund hálvan vegin tað sama sum í Les
Misérables. Shakespeare hevur ongan
Valjean í sínum leiki, men eins og Javert
umboðar Shylock bókstavin og rætt
vísina, og eins og Myriel biskupur um
boðar Portia hetta undurfulla virði, sum
Shakespeare rópar mercy, t.e. fyrigeving,
náði ella miskunn:
Náðina kann ongin tvinga fram,
sum regnið milda fellur hon av himli
á tey í neðra. Tvíføld signing er hon,
hon signar gevaran og tann sum fær.
Í miklum máttmest klæðir hon nógv
betur
enn krúnan drotti høgt í kongsins sæti...
Sum “drottur” í kongsins sæti um
boðar Cameron tað trygga, sparsemi,
afturhald og bretskt sjálvsøkni. Hansara
varliga medferð kveikir virðing. Frá
Miliband vænta mong hinvegin ábøtur
og broytingar, at minstalønin verður
hækkað, at einskiljingar í heilsutæn
astuni halda uppat, at ríkfólk, sum
krógva sín kapital í útlendskum bankum,
verða tvingað at rinda skatt, at Yvirhúsið
verður avtikið ella umskipað, at list og
bókasøvn fáa meiri styrk osfr.
Kalifatið
Summir spurningar fáa lítla umrøðu, eitt
nú uttanríkispolitikkur ella tann nýggja
hóttanin frá kalifatinum. Í einum av
Bretlands elstu tíðarritum, tí óvanliga
vælskrivaða Spectator (sum styðjar
Cameron), skrivar Rod Little, at Miliband
hevur lovað at “gera islamofobi til eina
brotsgerð”, um hann fær valdið.
Er hetta rætt, kann tað vera eitt sjálv
mál. Tað kann útvega Labour atkvøður
frá muslimum, men hinvegin er óttin fyri
ISIS veruligur og vaksandi. Rod Little ger
skilnað millum vanligar muslimar, ið
eru hampafólk, og eina ideologi, sum er
“illiberal, hevnissom og fascistisk”.
Í Le Monde detti eg fram á eina óvan
liga áhugaverda kronikk eftir Michael
Waltzer, professara á Princeton lærda
háskúla, har ført verður fram, at partar
av vinstrarørsluni gera eitt stórt mistak
við ikki at tora at finnast at islam.
Waltzer nevnir í hesum sambandi
megnarkvinnuna Ayaan Hirsi Ali, úr
Somalia, sum hevur gjørt upp við sína
egnu trúgv og heldur upp á, at islam
(sum kristindómurin í 12. øld) er ein
sjúk religión, sum hevur brúk fyri bót og
grøðing.
Skotsk loysing?
Eg sleppi ikki undan at hugsa um Hugo
og Shakespeare. Vit eru øll menniskju
við brekum og dygdum, kristin, jødar,
muslimar og fólk uttan átrúna. Men
náðin sum hugtak, finst hon í átrúnanum
hjá ISIS og Khomeini ayatollah? Um ikki,
hevur islam brúk fyri henni. Mær kemur
til hugs, at hvørki í Queen´s Theatre ella
The Globe haldi eg meg hava sæð nakran
muslim. Ganga hesi fólk ikki í teatur?
Leikurin í The Globe er av, Shylock má
leggja kongin, Antonio sleppur undan at
lata eitt pund av sínum egna kjøti, og
Portia og Bassanio kunnu halda brúd
leyp. Eg spáki fram við Thames-ánni og
síggi hinumegin tann stálgráa kupilin á
Saint Paul´s dómkirkju. Í Founders Arms,
har eg drekki eina Guinness, nevnir
ongin Cameron ella Miliband.
Dagin eftir er greitt, at uttan mun
til sigurharran Cameron ella taparan
Miliband er tann veruligi taparin tann
enska valskipanin. Hesin rokniháttur
avlagar fólksins vilja so nógv, at ein
ivast í, um Ongland kann rópast eitt
demokrati. Vit kunnu nú ímynda okkum
ein komandi skilnað millum Ongland og
Skotland. Við eini demokratiskari val
skipan hevði hesin klovningur verið
óhugsandi. Og við einum Onglandi, har
tann hástóra yvirstættin misti síni ser
rættindir, høvdu skotar havt minni hug
til at sigla sín egna sjógv, í góðum sam
starvi við Frakland, sín søguliga vin og
felaga.
Borgarans fall
Kvøldið fyri mína fráferð síggi eg í the
Noel Coward Theatre leikin Death of
a Salesman eftir Arthur Miller. Willy
Loman er sølumaðurin, sum gloymir
næstan og tey veruligu virðini, men
droymir innantómar dreymar um ríki
dømi og fagnað og at “verða dámdur”.
Hvat ein annars kann siga um Loman,
so lesur hann hvørki Hugo ella Shake
speare. Hann er tann ævigi smáborgarin,
og hansara religión er skræðan og
eygnarivið.
Antony Sher, úr Suðurafrika, av
litavisk-jødiskari
ætt,
spælir
Willy
Loman. Spælið er meistarligt, og áskoð
ararnir sita sum negldir. Eg siti á fremsta
rað á loftinum og fái fylgt væl við, meðan
Loman, maðurin sum ongantíð “kendi
seg sjálvan”, fer til grundar og úrslitið
av hansara succes-dyrkan og veruleika
fjara geipi, eitt dysfunktionelt húski,
liggur í skeljum.
Búði Loman í Onglandi, hevði hann
valt Cameron. “Sølumansins deyði”
eitur leikurin hjá Miller. Death of the
Liberal Class eitur bók eftir amerikanska
høvundin Chris Hedges, sum kom út
í 2010. Hedges førir í bókini fram, at í
USA hava verjarnir hjá miðalstættini
– fjølmiðlar, lærdir háskúlar, politiskir
flokkar – svikið. Gjógvin millum rík og
fátæk veksur við óhugnaligari ferð, og
inn í tómrúmið eftir eina hvørvandi
miðalstætt ríða “demagogar, spekulantar
og krígsøsarar”.
Eg hugsi um tey líkasælu eyguni á
teimum fólkum, eg havi sæð í Islingon
hesa vikuna, fólkum, sum høvdu havt
alt at vinna av Milibands nýskipanum.
Hava hesi fólk yvirhøvur verið á vali? Eg
veit ikki. Men hvør skal bjarga teimum
vanrøktu og vesalu, sum tey sjálv, sum
Willy Loman, velja at dyrka ta glæsiligu
fasaduna og falla hástórum ríkmonnum
og eirindaleysum skattasnýtarum til
biðjandi til fóta?
Al Pacino sum Shylock