hósdagur 25. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
6
ooper & Gorfer nevna tær
seg. Listaduo’in handan
ársins Summarframsýn
ing. Sarah Cooper er úr
USA og Nina Gorfer úr
Eysturríki. Tær hittust
fyrstu ferð í 2004, tá tær tóku master
útbúgving í sniðgeving á universitet
inum í Gøteborg, og síðan hava tær ar
beitt saman sum listakollektiv.
– Vit arbeiða altíð saman, vit eiga báð
ar verkini, og vit eru báðar áhugaðar í
søgum, sum skapa meining og træðrir.
Fyrsta verkætlanin, sum tær báðar
gjørdu, tók støði í Íslandi. Tær vildu leita
eftir íblástri í søguríka landinum, fóru
til Íslands, ferðaðust kring landi og bóðu
fólk siga sær eina søgu.
– Søgurnar snúðu seg ofta um spøk
ilsi, men tær tóku altíð støði í onkrum
veruligum. Tað var altíð ein ógvuslig
lagna aftanfyri, eitt morð ella ein syrgi
ligur deyði.
Úrslitið av Íslandstúrinum var ein
orðleys skreytbók við myndum. Bókin
fekk heiðurslønina Swedish Art Book
Award
– Vit taka støði í søgunum, men vit
arbeiða visuelt, greiða tær báðar frá.
Síðan hava tær gjørt fleiri líknandi
verkætlanir.
Mentan í móta
Framsýningin The Weather Diaries er
ein bíløgd verkætlan. Tað var Norður
landahúsið í Svøríki, sum heitti á tær
um at seta eina sýning upp, sum kundi
varpa ljós á móta úr útnorði.
– Vit ivaðust, um vit skuldu átaka
okkum uppgávuna, tí vit hava ikki ar
beitt beinleiðis við móta áður. Men
vit fingu frælsi at fara eftir tí, sum vit
sjálvar hildu vera áhugavert, og vit vóru
sjálvandi bidnar, tí vit í okkara verkum
leitaðu eftir mentanarsøguligum tilknýti
við fólkalívsfrøðiligum tilsipingum.
– Hendan framsýningin hevur verið
øðrvísi enn tað, vit annars hava gjørt, tí
vit hava arbeitt saman við sniðgevum
hesu ferð. Vit sýna okkara egnu verk –
myndirnar – men vit eru eisini kuratorar,
tí vit sýna fram saman við sniðgevunum.
The Weather Diaries varð fyrstu ferð
sýnd á The Nordic Fashion Biennale í
Frankfurt í 2014. Fyrr í ár var hon sýnd
fram í Keypmannahavn, og seinni í ár fer
hon til Seattle, Minneapolis og møguliga
aðrar býir í USA.
Viðføddi hugurin
til vakurleika
Luttakandi sniðgevarnir á framsýningini
eru úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Talan er bæði um kendar og minni
kendar sniðgevar, og Cooper & Gorfer
siga, at tær tilvitað eru farnar eftir bæði
tí avantgardistiska mótasniðgevanum
og eftir hondverkaranum, sum als ikki
hugsar í móta.
– Bæði í Føroyum og í Íslandi hava tit
fleiri viðurkendar designarar, sum hava
vakt ans altjóða. Í Grønlandi er mótasnið
geving ikki so sterk vinna, men trongdin
at skapa og pynta er ikki treytað av móta
sum handilsvøru.
Annar grønlendski sniðgevin á fram
sýningini er Nikolaj Christensen, sum
hevur sniðgevið og perlað hugtakandi
kjólar til dóttrina.
– Nikolaj ger hesar fantastisku perl
aðu kjólarnar, tí hann vil skapa nakað
serligt til dóttir sína. Hann býr avsíðis á
lítlari oyggj í Norðurgrønlandi og hevur
ongan áhuga í teimum nýggjastu móta
rákunum. Hann hevur ongantíð verið
uttan fyri Grønland, og fyrstu ferð hann
var í Nuuk, var, tá vit bjóðaðu á fund.
– Vit eru fødd við tørvinum á
skreyti og vakurleika. Og tað er Nikolaj
Christensen eitt gott dømi um.
Veður og sagnir
Sambært Cooper & Gorfer spælir veðrið
ein serligan leiklut í teimum trimum
londunum í Útnorði. Veðrið bæði av
markar, tí vit altíð eru noydd at laga
okkum til veðrið, men samstundis halda
tær, at ógvusliga veðurlagið hevur skapt
eitt serligt dirvi í móta og list í Útnorði. Tí
hevur framsýningin heitið The Weather
Diaries.
Myndirnar hjá Cooper & Gorfer í The
Weather Diaries eru vakrar og romant
iskar, men hava ein sterkan undirstreym
av tyngd og myrkri. Myndirnar eru
tiknar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi
og spegla bæði veðurlag og náttúru, men
siga eisini allar onkra søgu.
Søgurnar kunnu taka støði í onkrum
persónligum hjá sniðgevunum, sum t.d.
hjá STEiNUNN, sum hevur skapt eitt
verk við íblástri frá sjúka soni hennara.
Men tær kunnu eisini – sum í myndunum
hjá Cooper & Gorfer sipa til sagnir og
truplan mentanararv.
Sniðgeving er full í søgum, siga Sarah Cooper og Nina
Gorfer, listakvinnurnar handan Veðurdagbøkurnar
– “The Weather Diaries”. Í stóru summarframsýningini í
Norðurlandahúsinum lata tær móta og myndir skapa
søgur um mentanararv og listarligan íblástur
Dorit Hansen
C
móti sigur søgur
1
2
Myndir: Cooper & Gorfer
Mynd: Birgir Kruse