hósdagur 25. juni 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
The Weather Diaries
lat upp í Norðurlandahúsinum 12. juni og hongur uppi
til 23. august. Sniðgevar í The Weather Diaries eru:
úr Íslandi: STEiNUNN, Mundi, JÖR, Kría og Shoplifter
úr Grønlandi: Bibi Chemnitz, Najannguaq Lennert, Nikolaj
Kristensen og Jessie Kleemann og úr Føroyum: Barbara í
Gongini, Guðrun & Guðrun og Rammatikk. The Weather Diaries
er eisini útgivin sum skreytbók við myndum og samrøðum.
Mynd 1 og 2
Cooper & Gorfer hava í myndunum The White Boat og Armgarð and the Boat sett
pløgg hjá Guðrun & Guðrun inn í ein svart-hvítan myndaheim við tilsipingum til at
vera í sama báti og at vera uttanfyri. At vera útihýst sum tann svarti seyðurin.
Mynd 3 og 4
Myndirnar av búnum og prýðum hjá grønlendska perlusnillinginum, Nikolaj Kristensen, og
grønlendska sniðgevanum Bibi Chemnitz hava eitt serligt, melankolskt huglað. Tilsipingarnar
tykjast at vera bæði til søgnina um Sednu og til kolonialu støðuna hjá Grønlandi. Í søgnini um
Sednu dettir gentan á sjógv, og pápin vil ikki hjálpa henni í bátin aftur, men høggur fingrarnar
av, tá hon roynir sleppa upp á stokkin. Gentan søkkur og endar á botninum, har hon dregur
allan fisk, alt lív og allan skitt til sín, so fólkið ongan fisk og onga føði fær. Shamain má tí niður
at blíðka hana. Hetta er søgan í Ena Holds the Sea. Í Ena’s Lost Pearls eru perlurnar ikki bara
vakrar men minna eisini um gamlar myndir frá imperialistisku stórtíðini um aldarskifti 1900.
Um tummilin hevur gentan eitt band við tveimum fløggum, tí danska og tí grønlendska.
Mynd 5
Myndin Kristin Against Black skal sambært Cooper & Gorfer vísa, hvussu avantgardisman ikki
bara peikar frameftir, men eisini endurspeglar fortíðina. Í framsýningini í Athøllini hongur eitt
plagg hjá Barbaru í Gongini saman við myndunum. Glasmontran undirstrikar, at plaggið ikki bara
er eitt plagg, men ein mentalutur. Markið millum móta og list kámast burtur, og gjógvin millum
framtíð og fortíð umskapast til samhangandi træðrir. Cooper & Gorfer hildu tað vera hugtakandi,
at tá ið Kristin sá myndina av sær sjálvari, var tað fyrsta hon segði, at myndin minti hana á eina
gamla mynd av ommu sínari. Tráðurin aftureftir fer sostatt ikki bara frá framlítandi plagginum
til eldri konuna, men eisini frá konuni til eina mynd, sum peikaði tvey ættarlið longur aftur.
3
4
5
Myndir: Cooper & Gorfer