hósdagur 25. juni 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
8
it eru eitt lítið ferðalag,
sjey fólk, sum hava fingið
stuðul frá Vinnuframa
til eina kunningarferð.
Endamálið er at finna
nýggjar møguleikar til
at menna føroyskan landbúnað, serliga
í Sandoynni. Og eitt av plássunum, vit
valdu at vitja, er garðurin Turriefield í
Hetlandi. Ein garður, sum kann bjóða
yvir 60 sløg av grønmeti, má vera
vitjunarverdur hjá okkum.
Penny við planinum
Í lítlu bygdini Sandness á vestursíðuni
av størstu oynni í Hetlandi eru tey ikki
von at velta auberginur og salathøvd.
Eins og í Hetlandi annars – og í Føroyum
– er yndisgrønmetið epli og røtur. Tí tað
vita fólk, tað fæst at vaksa! Ella – soleiðis
var tað, áðrenn Penny og Alan komu.
Alan Robertson er hetlendingur, men
búði inni á meginlandinum, í Edinburgh,
saman við unnustuni Penny Armstrong.
Tey fingust eisini við grønmeti har, og
fingu nógv at vaksa, men so tók hug
skotið innan í Penny skap. Og hon fór í
holt við at yvirtala Alan.
– Tað var eg, sum yvirtalaði hann til
at flyta aftur til Hetlands, viðgongur hon
gleðiliga.
Vit sita oman fyri tey smáu, hvítu
húsini. Eta grønmetissuppu (sjálvandi!)
og skotskar, trihyrntar bollar. Tað er juni
mánaður, og hetta er fyrsti dagurin, tað
ber til at sita soleiðis uttanfyri og eta,
siga tey.
Tey yvirtóku gamla bóndagarðin, sum
var í familjuni hjá Alan, og í 2008 fóru
tey at velta grønmeti. Fyrst bara til egið
brúk, men í 2011 fóru tey undir ta stóru
verkætlanina at royna at fáa tað at bera
til at liva av at velta grønmeti. Áh... og ja,
tá talan er um hesi bæði fólkini, so tosa
vit ikki um bara at velta sum skjótast og
mest og fáa sum mest av pengum burtur
úr! Penny og Alan høvdu greiðar treytir
til sín sjálvs. Hetta skuldi gerast uttan at
nýta diesel-og-kapitalkrevjandi amboð
sum traktor. At alt skal vera vistfrøðiligt
er sjálvsagt. Og so vilja tey ikki framleiða
til “healthy middel class people” inni í
býnum, sum vilja og kunnu gjalda nógv
fyri frískt, vistfrøðiligt grønmeti – nei,
aðalmálið hjá teimum er at framleiða
mat, sum ferðast stutt – lokalan mat til
tey lokalu. Eisini um tað merkir, at tey
ikki fáa hægsta prís!
Seks tons av vistfrøði
– við hond!
Í okkara lítla ferðalagi dugir meirilutin at
koyra traktor... Men skjótt vísir tað seg,
at fyri tí um vit ikki ætla at reka garð
eftir somu prinsippum sum Penny og
Alan, so er okkurt at hugsa um og læra
av her á Turriefield.
Undir húsunum er eitt stykki, umleið
4000 fermetrar til støddar. Her veltu
tey umleið seks tons av grønmeti í fjør.
Yvir 60 ymisk sløg. Alt frá hvítleyki til
graskar. Og tað er ikki tí tey hava besta
blettin í Hetlandi, akkurát.
– Her í landinum hava vit eina al
menna flokking av jørðini, og henda
jørðin her er ikki flokkað sum serliga góð
landbúnaðarjørð, sigur Penny.
Ódýr vakstrarhús
Heldur liggur góði gróðurin í tí, tey bæði
gera. Og eitt tað mest sjónliga fyri okkum
vitjandi, eru teir fimm glæru plasttunlar
nir, sum standa á stykkinum. Vakstrar
hús úr sterkum plasti, stikpelum og av
løgdum fóðurslangum frá alibrúkum.
– Eg vildi mett, at vit hava brúkt tilfar
fyri eini 500 pund (umleið 5000 krónur)
til ein slíkan, sigur Alan, sum sjálvur
hevur funnið upp á konstruktiónina.
Vit hugsa um vetrarlágtrýstini og
spyrja, hvussu leingi tunlarnir standa
uppi? Jú, teir standa uppi alt árið. Tann
fyrsti, sum Alan bygdi, er nú fimm ára
gamal og stendur har enn.
– Konstruktiónin ger, at tá nógvur
vindur er, geva tunlarnir seg nógv. Tað
kann vera eitt sindur óhugnaligt at
standa inn her tá. Men teir fara ongan
veg. Ella – eru ikki farnir enn, má man
heldur siga, smílist hann. Framman
“Er hetta tað?” spyr onkur tortrúgvin í leigubilinum, tá vit
snara inn í túnið uttan fyri lítillátnu húsini á garðinum
Turriefield í Sandness í Hetlandi. Hvítkálkað, gomul og mest
átøk einum lítlum summarhúsum. Tveir smáir kampingvognar
standa og troðkast í túninum. Men áðrenn dagurin er farin,
eru vit hugtikin. Ikki av húsunum, men av eldhuganum, av
skilagóðu loysnunum – og av grønmetinum! Smakkgóða, fjøl
broytta og vælvaksandi grønmetinum, sum veksur her, á
einum stað, sum sær út og kennist sum at vera í Sandoynni
Katrin Petersen
V
Tá tað ber til
í Hetlandi!